mánadagur 20. oktober 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 20. oktober 2008
29
tíðindi
Amerikanska
forsetaval-
stríðið á einum
vegamóti
forsetaval
Janus á Ryggi
Seinastu tíðina hava fleiri meiningakanningar víst, at
demokratiska forsetavalevnið Barack Obama hevur
væl størri undirtøku millum veljarar republikanska
valevnið John McCain. Mett verður, at búskaparliga
støðan er ein stór orsøk til rákið. Nú seinasta stóra
kjakið millum mótstøðumenninar báðar nærkast,
verður neyðugt hjá John McCain at koma við einum
greiðum boðskapi um búskaparstøðuna skal hann gera
sær vónir um at taka Barack Obama aftur, meta fleiri
eygleiðarar.
Fyrr í mánaðinum vísti ein landsumfatandi
veljarakanning hjá CNN, at Barack Obama hevði 8
prosent størri undirtøku millum veljarar. Í gjár vísti ein
onnur stór kanning frá fýra ymsum lyklastatum sama
mynstur. Mett verður, at búskaparliga støðan er ein
stór orsøk til gongdina. Í lyklastatinum Wisconsin
svaraðu 53 prosent, at Barack Obama skilir búskapin
betri enn John McCain, ímeðan bert 32 prosent søgdu,
at John McCain skilir búskapin betri enn mótstøðu
maðurin. Røddir eru tó frammi og ávara um at taka
tølini í ov stóran álvara, tí at tað framvegis er tíð til at
venda gongdini.
John McCain:
Fleiri orsøkir kunnu vera til munin teirra millum. Ein
stórur vansi fyri John McCain er, at hann hoyrir til
sama flokk, sum sitandi forseti George W. Bush, ið
sambært fleiri meiningakanningum telist millum
ringast umtóktu forsetar í amerikanskari søgu. Barack
Obama hevur brúkt nógva orku upp á at seta John
McCain í samband við førda politikkin hjá Bush
stjórnini. Serstakliga hava fólkini hjá Barack Obama
givið førda politikkinum skuldina fyri
búskaparstøðuna, ið rakar meint hjá mongum
vanligum amerikanarum.
Tølini tykjast seta valevnini í hvør sína støðu í
valstríðnum. Fleiri hava róð frammundir, at skal
Barack Obama vinna, skal hann bert halda fram á
sama hátt sum higartil, ímeðan John McCain noyðist
at ganga nýggjar leiðir. John McCain og hansara fólk
hava í eina tíð gjørt nýggjar royndir at seta Barack
Obama í ringt ljós við at umrøða ymiskt í fortíðini hjá
Barack Obama, eitt nú tilknýti til persónar við serliga
víðgongdum hugsjónum. Eftir øllum at døma hevur
tað tó ikki eydnast at venda rákinum. John McCain
tykist nú ikki at brúka nógva orku upp á hetta og hevur
í seinastuni roynt at givið fleiri boð upp á, hvussu
búskapurin skal skipast.
Hagtøl: CNN og Washington Post
tað almenna at koma alt ov
langt inn í persónliga lívið
hjá fólki, sigur republikanski
aktivisturin og viðhalds
maðurin hjá John McCain,
Ray Rudolph.
Kalifornia
Á valinum 4. november
skulu fólk í Kalifornia ikki
bert taka støðu til forseta
valevnini bæði. Eisini skulu
tey velja umboð í umboðs
mannatingið og til síni egnu
tingkømur, har demokrat
arnir í løtuni hava meirilut
an. Harumframt skulu tey
taka støðu til 12 uppskot
um ymsar lógarbroytingar.
Av hesum hevur eitt uppskot
um, at broyta lógina so
leiðis, at tvey av sama kyni
ikki kunnu giftast, fingið
serliga stóra umrøðu. Møgu
leikin hjá tveimum av sama
kyni at giftast, hevur bert
verið í stutta tíð og politiskt
konservativir bólkar royna
nú av øllum alvi at broyta
lógina aftur. Enn er ikki
greitt hvussu úrslitið verð
ur.
Um greinskrivaran:
Janus á Ryggi lesur í løtuni stjórnmálafrøði á San
Diego State University í Kalifornia.
Um myndakvinnuna:
Gunnhild Dahl Niclasen. Lesur í løtuni
stjórnmálafrøði á California State University
í San Diego.
Bert 15 dagar eru til
forsetavalið í USA