Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 201 - 20. oktober 2008 Norðurlendska filmsvikan byrjaði við eini føroyskari frumsýning, og seinasti dagurin var eisini givin til føroysk verk. Umframt »Ein regla um dagin man vera nokk« vóru sjey nýggir føroyskir stuttfilmar sýndir Føroyskir stuttFilmar Filmur, sum list, blómar kring allan heim. Norðan­ lond hava prógvað seg at vera før fyri at framleiða góðar filmar. Í Føroyum hevur filmslistin ikki fylt nógv, men sendingin Agurk og Klippfisk hava bæði givið íblástur og vón til før­ oysk listafólk, innan hetta økið. Klippfisk og onnur sýndu fríggjadagin sjey nýggjar føroyskar filmar. Filmarnir eru frá tveimum minuttum til ein hálvan tíma til longd­ ar. Millum filmarnar var eisini »Mítt Rúm«, ið Heið­ rik av Heygum frumsýndi, sum fyrstu sýning í films­ vikuni. »Morgunsmíl« Ungi Andrias Høgenni, ið fyrr hevur víst sínar gávur innan filmslistina, greiddi frá sínum filmi. Heitið kemur av evninum, ið eru skortar, ið fólk nýta. Undir yvirflatuni liggur nakað annað enn tað, ið eygað ber. Filmurin er væl spældur og ikki minst sera væl film­ aður og framleiddur. Hug­ skotið er gott og søgan kundi mint um okkurt, við íblástri úr onkrum verki eftir Leif Panduro. Tað sást langan veg at nógv arbeiði lá í hesum, nógvir sjónleik­ arar, útgerð og øki vóru nýtt. »Skitna onkið« Stuttfilmurin eftir René Bishoff og Janus Rasmussen er um eina kenslu, var greitt frá. Hann er filmaður við einum talgildum upptøku­ tóli, og hetta merkti nógvar avmarkingar og gav honum eina serstaka kenslu. Upplivingin av filminum var óhugnalig. Myndirnar vóru ofta kornutar og skitn­ ar, høvuðspersónurin var órógvandi og kenslan, ið var lýst kendist verulig. Fleiri myndir kundu verið av íblástri úr japanskari filmslist, skjótar klippingar og løgnar myndir. Endamálið var rokkið og kenslan stóð klár, ein óhugnaligur, løgin filmur. Filmurin er at finna á www. YouTube.com. »Fragmented Unison« MarMar, ið er eitt samstarv millum føroysku Marionnu Mørkøre og svensku Mariu Arnell, stendur fyri hesi framleiðsluni. Filmurin, ið vardi tveir minuttir var sera krevjandi at hyggja eftir. Skjótar klippingar av fimm einstátt­ aðum gentum í føroysku náttúruni. Hann var svartur og hvítur, og púrasta ljóð­ leysur. Ein listarlig kom­ positión – men ein løgin strævin uppliving. »Two one side« Eitt seks minuttir langt verk eftir MarMar. Hesuferð vóru nøkur fólk í svørtum og hvítum klæðum í eini skóg og við eitt vatn. Nógv­ ar skjótar klippingar og meginpartin av tíðini var filmurin svartur og hvítur. Tónleikin, ið var afturvið, stóð Teitur fyri og hann riggaði sera væl til. Eisini ein krevjandi løta. »Throwing paint tins off the roof« Ingun í Skrivarastovu var onnur av teimum, ið stóð fyri hesi framleiðslu. Film­ urin er ein dokumentar, um økið Berthnal Green. Sosiala umhvørvið, framtíð og fortíð eru væl lýst gjøgnum frágreiðingar og gamlar myndir, sett saman við broytingum, ið fara fram har í nútíðini. Frágreið­ ingarnar hoyrast, men fólk­ ini verða ikki filmað, men myndir av bygninginum vístar. Filmurin var væl gjørdur, men fyri mítt við­ komandi sera óviðkomandi og harvið óáhugaverdur. »Í hansara hondum« Ein løtumynd úr atelierinum hjá Janusi Kamban. Hans Pauli Olsen arbeiðir við eini standmynd, ið skal vera av Tróndi í Gøtu og teir báðir minnast aftur á gamlar tíðir. Áhugaverd dokumen­ tar og viðkomandi viður­ skifti. Upptøkutólið er hond­ hildið og myndirnar ofta skeivar og øðrvísi. Týðiligt er at hendan framleiðslan ikki er væl fyrireikað, men heldur spontan. Hóast alt, er filmurin áhugaverdur at hyggja eftir. Bergur Johannesen ummælir Ein øðrvísi filmslistar­ lig roynd sum Linda Wender hevur gjørt. Eitt toymi av átta fólkum hava staðið fyri framleiðsluni. Navnið »One Shot« kemur av tí, at 78 minuttir langi fim­ urin er tikin upp í einum, uttan eitt einasta klipp »one shot« Endamálið við filminum er at gera ein bíligan, øðrvísi film. Uttan eitt tað einasta klipp var filmurin tikin upp. Dóttirin Sally kemur heim til mammuna. Forhold teirra er ikki gott, og tað ger tað ikki betur at elskarin hjá mammuni er har. Nógv verður lagt á borðið og nógv hendir hesar 78 minutt­ irnar. Søgugongdin er júst eins lang sum filmurin og gongur fyri seg á somu tíð á degnum. Hugskotið er fínt og fram­ leiðslutoymið er komið væl frá tí. Við hesum filminum varð víst at til ber at fram­ leiða ein góðan film, uttan at vera í Hollywood. Søgu­ gondin er væl skrivað og persónarnir eisini væl út­ hugsaðir. Filmingin er sum væntað av einum slíkum filmi. Nógvar óneyðugar myndir og drúgvar senur. Filmurin er samanumtikið ikki serstakliga góður, men frálíkur, tá hugsað verður um umstøðurnar. Hóast filmurin er ein væleydnað roynd, meti eg ikki at hetta slagið av filmi átti at verið óneyðuga nógv dyrkað. Bara eitt skot Feskt føroyskt