mánadagur 20. oktober 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 201 - 20. oktober 2008
Tað besta varð skotið av
beinanvegin, tá Hallur
Joensen og Kristina
Bærentsen løgdu
fyri við bluegrass á
kontrikonsertini hjá Faroe
Sound leygarkvøldið
Ummæli
Birgir Kruse
Myndur: Álvur Haraldsen
K
ontrikonsert var í
Norðurlandahúsinum
leygarkvøldið. Konsertin var í
trimum, fyrst Hallur Joensen,
síðani Rannvá Vesturklett og at
enda Ragnar í Vík.
Øll trý høvdu nógv og gott
fylgispæl, kórsangarar eisini.
Mest sjáldsama var ungi Daniel
Nielsen, sum undir hatti streyk
eini hillbillyfiól alla konsertina á
tamp. Ein frálík pallseting. Hinu
megin í ljóðmyndini var Jóhan
Petur Hansen á mandolin og
aftastur í ljóðmyndini Pauli
Magnussen á kontrabass. Fremst
fyri í fyrsta parti, saman við
Halli, var hin undurbara kórrødd
in hjá Kristinu Bærentsen.
Hetta var byrjunaruppstillingin.
Framhaldandi kundi hetta verið
karmurin um eina perfekta
kontrikonsert, eitt hoedown við
nýslignum grasi, sum í Grand
Ole Opry í Nashville. Men eftir
nakrar heilt fáar sangir smildraðu
trummurnar ljóðmyndina.
K
ontrabassurin hjá Paula
hevði kunna borið allan
ljóðbotnin í hesum setti. Fyrstu
sangirnir, uttan trummu, vóru
bluegrass av evstu skuffu. Hallur
sang fyri, í góðari kontakt við
fyrst og fremst tónleikararnar á
pallinum og síðani fólkið í
høllini.
Hann hvíldi so sjáldsama væl í
sær sjálvum, at tá nakrir ungir
fýrar, ið komu alt ov seint til
konsertina, válaðu framvið
mikrofonini og heilsaðu uppá
hann, fingu teir eina vinaliga
heilsan aftur, uttan at Hallur
misti stev ella tóna. Tað havi eg
ikki sæð áður. Og so slettis ikki í
Norðurlandahúsinum. Sovorið
ger man bara ikki. At møta ov
seint og vera so næsadjarvt
líkasælur at heilsa uppá
sangaran.
Hetta sama myndaði huglagið í
Høllini í Norðurlandahúsinum
leygarkvøldið. Eingin fínarumpa,
bara vanlig fólk, sum hugnaðu
sær. Tilkomnir menn við hesthala
og spískum svartaskóm, væl
smurdar konur í barmfagurt
glitrandi blusum og uppsettum
hári. Sjómenn og verkafólk. Og
so feinsmekkararnir. Ein heil røð
av feinsmekkarum, ið høvdu
funnið saman at skifta orð um
Hank Williams, kontritónleik og
fólksligu sálina á bygd.
Í
øðrum parti sang Rannvá
Eysturklett. Tónleikararnir
vóru skiftir út og vóru nú mest
Í øvutari raðfylgju
Tað besta kom fyrst, tá Hallur Joensen legði fyri við bluegrass av evstu skuffu saman við undurbæru røddini hjá kórsangaranum, Kristinu Bærentsen
Mest sjáldsami parturin av pallsetingini var frálíki ungi Daniel Nielsen, sum undir hatti streyk eini hillbillyfiól alla konsertina á tamp