mánadagur 20. oktober 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 20. oktober 2008
37
tíðindi
Kontri til háborðs
Leygarkvøldið fegnaðust mong um, at kontritónleikur varð sloppin
inn í Norðurlandahúsið, skrivar Birgir Kruse á sínum bloggi, birkblog.
blogspot.com. Eitt statement, tey settu ájavnt við almennan
mentanarpolitikk. At kontritónleikur endaliga varð góðtikin av teim
ráðandi í Havn.
- Ja, nú eru vit sloppin til háborðs, segði ein kontrifjeppari so
hjartansfegin og javnmetti pallseting og tónleikarar við Grand Ole
Opry, skrivar Birgir Kruse.
Kontrikrás
Felagið Faroesound skipaði fyri konsertini, har Hallur Joensen,
Ragnar í Vík og Rannvá Vesturklett vóru høvuðsnøvnini.
Hall Joensen kenna vit millum annað frá fløguni “Pickin time in
Nashville”, sum kom út fyrr í ár. Fløgan seldi alt fyri eitt meir enn
4000 eintøk, og løg sum “Give my love to Rose” og “Kyss ein eingil
hvønn morgun” gjørdust skjótt sokallað hitt í Føroyum-
Ragnar í Vík hevur higartil givið tríggjar fløgur út, har tann seinasta
”Lagnulogin” er á føroyskum við orðum og løgum, sum Ragnar
sjálvur hevur gjørt.
Rannvu Vesturklett kenna vit millum annað frá kontribólkinum
Twilight, sum hon hevur sungið til dans saman við seinnu árini.
Tónleikararnir á konsertini vóru annars Ólavur Øster sologittar,
Pauli Magnussen kontrabass og elbass, Jónleif Jensen trummur,
Jógvan Olsen, keyboard, Arnbjørn Sivertsen, elgittar, Daniel Nilesen
fiól, Petur Hermansen steelgittar og Joan Petur Hansen (Beddi) á
mandolin.
Afturat sær sum kórsangara hevði Hallur Joensen Kristinu
Bærentsen, meðan Píl Reinert sang kór hjá Ránnvu Vesturklett.
-ave-
sum Twilight, eitt av kendu
danisorkestrunum í landinum.
Og her byrjaði dysturin millum
djúpa kontriskaldskapin og
heiladeyða dansitónleikin. Tað
var sum hin djevulski banjo-
dysturin í Deliverance, við ánna
burturi í óbygdum. Sitandi í
stólunum í stásiligu Høllini í
Norðurlandahúsinum sluppu vit,
tannleysu hillbillies, at lúra inn í
eitt avdankað dansihøli, har eitt
ferðandi dansiorkestur av
handahógvi blaðar í lívsins stóru
sangbók og ikki hevur ánilsi av,
hvør eigur sang, tekst, ella lag.
Kontriskaldskapur er
eyðkendur av eini markleysari
virðing fyri tí ektaða og
upprunaliga, beint úr heimliga
túninum. Hetta sást ikki aftur hjá
Rannvá og hennara stíli at
framføra. Gamaní, røddini bilti
einki og nú var trummuljóðið
munin betur. Um tað var nýggi
trummusláarin, ella ljóðmaðurin,
ið gjørdi tað, veit eg ikki.
T
riðja og seinasta partin átti
Ragnar í Vík. Twilight fóru
av pallinum og inn komu teir
somu, ið byrjaðu konsertina
saman við Halli. Alis, kona
Ragnar, var fyriskipari og
frásøgufólk. Óneyðuga
fjálturstungin gekk hon til og frá.
Við sanginum “Mansion on the
Hill” kom Ragnar – einastu ferð
– gjøgnum ljóðmúrin og fekk alt
at svinga. Millum Hank Williams
fjepparar var hetta avgjørt besti
partur í triðja setti.
Undan Ragnari høvdu bæði
Hallur og Rannvá hvør sín
føroyska sang við í skránni. Tað
var gott og bar við sær neyðuga
frámerkið um, at vit vóru í
Føroyum og ikki vilst á fremm-
andum heiðum. Sum føroyskur
lurtari krevji eg eitt føroyskt
frámerki. Viðurkennandi tað
góða í føroyskum, eigur tað at
vera soleiðis. Eisini í einum
kontrisangi. Hesa skrá valdi
Ragnar ikki. Hann sang ongan
heimligan sang. Tað høvdu mong
væntað. Tí varð tað so snópisligt.
E
in konsert, ið var skipað øvut
- tað besta beinanvegin - var
komin at enda. Besta borgarliga
dygdin á heiðini er at drýggja tað
besta til síðst. Ja, sjálvur
bygnaðurin í einum ektaðum
kontrisangi er at dyrka hitt allar
síðsta við einaru krúllu á
halanum. Tað hava vit til góðar,
tá næsta kontrikonsert verður. Og
kanska skuldu fyrireikararnir
gjørt meiri burtur úr bluegrass.
Í summar hava The Isaacs latið
oyruni upp hjá mongum fyri hesi
frálíku hevd, sum føroyskar
fríkirkjuligar sangbøkur altíð
hava átt stóran lut í. Betesda
kvartettin kundi verið ultimativa
føroyska boðið uppá eina
bluegrasskvartett til næstu ferð.
Spyrst, so livst.
∆
Við Rannvu Vesturklett og Twilight byrjaði dysturin millum djúpa kontriskaldskapin og heiladeyða dansitónleikin
Fyri mong var konsertin leygarkvøldið Norðurlandahúsinum ein
mentanarpolitisk staðfesting av, at kontritónleikur umsíðir er sloppin til
háborðs, metir Birgir Kruse, ummælari