Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 202 - 21. oktober 2008 Nógv bendir á, at Mentanarhúsið Atlantis er í vanda fyri at missa sín kommunala rakstrar­ stuðul, nú stórar sparingar skulu gerast í Klaksvíkar Kommunu. Hendir tað, má húsið lata aftur, sigur Nikolina Olsen, forkvinna í stýrinum fyri húsið Sparingar Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast neyv tøl ikki eru sett á enn, váttar Erik Andreasen, formaður í mentanarnevnd­ ini í Klaksvíkar bý­ráð, at mentanarhúsið Atlantis verður rakt av sparing­um. ­ Endalig­a avg­erðin um, hvussu stóra sparing­ talan verður um, verður tikin komandi mánadag­. Fyribils kann eg­ bara sig­a, at Mentanarhúsið verður rakt av sparing­um, eins og­ flestu aðrir stovnar í bý­num, sig­ur Erik Andreasen. Sigur upp Hóast hann ikki vil koma nærri inn á tølini, bendir nóg­v á, at húsið er í vanda fyri at missa allan rakstrar­ stuðulin frá kommununi. Hetta var í øllum førum nevnt sum ein møg­uleiki, tá mentanardeildin í farnu viku boðaði stý­rinum fyri húsið frá, at sparing­ar vóru í umbúna, sig­ur forkvinnan í stý­rinum, Nikolina Olsen. ­ Vit svaraðu alt fyri eitt aftur og­ søg­du, at um meiri enn 50.000 krónur verða skarvaðar av játtani til húsið, merkir tað tað sama sum, at húsið má lata aftur, sig­ur Nikolina Olsen. Eisini dag­lig­i leiðarin í Atlantis, Høg­ni Klakstein hevur boðað frá, at um sparing­in ferð upp um 50.000 krónur, má hann sig­a seg­ úr starvi. ­ Skulu meir peng­ar enn tað sparast, havi eg­ snøg­t sag­t ong­an møg­uleika at røkja mínar skyldur sum dag­lig­ur leiðari, og­ tí verði eg­ noyddur at sig­a upp. Tað g­evur lítla meining­ at halda fram, um peng­ar ikki eru at skipa tiltøk ella g­jalda reing­erðarfólki løn, sig­ur Høg­ni Klakstein. Onki ball Í skrivi í Norðlý­sinum vísir Høg­ni Klakstein á, at Atlant­ is kostar kommununi umleið 300.000 til 350.000 krónur í árlig­um rakstri. Hin helvtin av játtanini fer til lánsg­jøld, rentur og­ tryg­g­­ ing­ av byg­ning­inum. Sostatt sparir kommunan árlig­a eitt stað ímillum 300.000 til 350.000 krónur við at lukka Atlantis, tí lánsg­jøld, renta, tryg­g­ing­, hiti og­ viðlíkahald skulu framveg­is g­jaldast. Høg­ni Klakstein leg­g­ur afturat, at síðani hann byrjaði í starvinum sum dag­lig­ur leiðari í Atlantis, hevur hann roynt at fing­ið kommununa at sett láns­ skuldina hjá Atlantis, sum í dag­ er umleið 2.6 milliónir krónur á fíg­g­jarlóg­ina ­ um ikki alt í einum fíg­g­jarári, so bý­tt yvir tvey ár. Á tann hátt kundi árlig­a játtanin verið skorin niður í eina helvt, og­ kommunan hevði harvið spart hópin av pening­i í rentu. Bara hesi seinastu 5­6 árini hevur Atlantis g­oldið knappar 800.000 krónur í rentu. ­ Men sjálvt um tíðirnar vóru av teimum allarbestu, varð hetta ikki tikið til eftirtektar. Við tí úrslitið, at nú umhug­sar kommunan møg­uleikan, at einans rinda rentu og­ avdrøg­. Sostatt má Atlantis lukka meðan kommunan framveg­is má rinda umleið 350.000 krón­ ur árlig­a til rentu, avdrøg­ og­ tryg­g­ing­ 15 ár fram í tíð­ ina, sig­ur Høg­ni Klakstein og­ leg­g­ur afturat ­ Fyri umleið tveimum vikum síðani bjóðaði vara­ borg­arstjórin øllum leiðar­ um í Klaksvíkar kommunu á fund, har hann kunnaði um fíg­g­jarstøðuna, og­ endaði við at sig­a “Nú er ballið liðug­t”. Eg­ kann alt fyri eitt uppplý­sa, at her í mentanarhúsinum hevur als onki ball verið, tí vit øll árini hava hildið okkum innanfyri teir fíg­g­jarkarmar, sum vit hava fing­ið frá kommununi. Brak mánadagin Í løtuni vita hvørki stý­rið fyri mentanarhúsið Atlantis ella dag­lig­i leiðarin, Høg­ni Klakstein, um tey eru keypt ella seld. Onki svar er komið úr bý­ráðnum uppá brævið, sum stý­rið fyri Atlantis sendi í farnu viku, og­ Høg­ni Klakstein hevur ong­i boð fing­ið um, hvussu leing­i hann kann vænta at hava sítt starv afturat. Sambært formanninum í mentanarnevndini, Erik Andreasen, hoyrir tað ong­a­ staðni heima, at fara soleiðis við fólki. ­ Tað er ong­in ivi um, at fundurin í mánadag­in um fíg­g­jarstøðuna í kommununi endar við einum braki. Men heldur tað, enn at halda fólk í óvissu, sig­ur Erik Andrea­ sen. Dávur Winther, mentanar­ leiðari í Klaksvíkar Kommunu, sig­ur seg­ ikki vilja g­era viðmerking­ar til málið um Atlantis, fyri enn ein endalig­a bý­ráðssamtykt fyrilig­g­ur um væntaðu sparing­arnar. Uppá spurning­in, um tað ikki er í so seint at koma við eini viðmerking­ tá, svar­ ar mentanarleiðarin, at tað hevur hann ong­a við­ merking­ til. Atlantis ridlar Í løtuni bendir nógv á, at virksemið í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík verður spart burtur Gulllaksatíðin er nú liðug Eysturbúg­vin og­ Vesturbúg­vin eru farnir aftur at fiska upsa og­ tosk undir Føroyum. Gulllaksatíðin er nú liðug­. Tað er ring­t veður eystanfyri. Trolarar eru úti og­ roynt hevur verið úti á Munkag­runninum, úti av Føroya Banka. Har hevur onki sum helst livandi verið at fing­ið, skrivar bkv.fo. Hendan túrin er Jákup Andr. Thomsen skipari á Eysturbúg­vanum. Fyrilestur um avtoftaða bygd Hósdag­in 6. november fer Páll Kunoy at halda fyrilestur um avtoftaðu byg­dina Skarð, sum lig­g­ur norðan fyri Haraldsund á Kunoy. Byg­din hevur verið avtoftað í nærum 90 ár, men hevur kortini sína søg­u. Tað var í 1913 at ein bátur av Skarði g­ekk burtur, og­ førdi hetta við sær at fólkið flutti av byg­dini í 1919. Meiri um hetta verður at frætta á Klaksvíkar bókasavni hósdag­in 6. november klokkan 19:30.