týsdagur 21. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 202 - 21. oktober 2008
Grønlendingar í málneyð
Nógvir grønlendingar, sum fara til Danmarkar, hava ilt við at
skilja tað danska mkálið og at tosa tað, og tað kann mangan
vísa seg at vera sera óheppið og heldur ikki sørt vandaleyst.
Britta Gjelstrup, sum er leiðari á verkstaðnum Oqqumut í
Esbjerg, sigur við blaðið JydskeVestkysten, at grønlendingar,
sum skulu tosa við ein málsviðgera ella ein lækna í Danmark,
eiga at hava rætt til at hava tulk hjástaddan. Britta Gjelstrup
ásannar, at hetta hendir ikki ofta, men vísir á, at tað kann hava
sera óhepnar avleiðingar, at partarnir ikki skilja hvør annan.
Gravarar hildu fund
Tað er ikki á hvørjum degi, at kirkjugravarar hittast til
fundar, men á danska býnum Jenved var nú ein dagin
fundur millum einar 100 gravarar, sum arbeiða við ymsar
kirkjur í Ribe biskupadømi. Dagurin var samstundis
skipaður sum eitt skeið, tí har vóru ikki færri enn 23, sum
nýliga eru byrjaðir í gravarastarvinum, og sum tí skuldu
hava eitt sindur av læru og vegleiðing. Gravararnir eru
ikki bara gravarar, men skulu eisini halda kirkjuugarðar
og gravir við líka, og tað kann vera krevjandi, skrivar
Ritzau.
Tórshavnar býráð
hevði á fundi í gjár
kvøldið til viðgerðar
fyrstu viðgerð av
uppskoti til fíggjarlóg
fyri komandi ár. Hon
javnvigar við 656 milli
ónum móti 747 milli
ónum krónum í ár
FÍGGJARLÓG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað verður skorið munandi
niður í íløgunum hjá Tórs
havnar kommunu fyri kom
andi ár.
Meðan rakstrarútreiðsl
urnar vaksa góðar níggju
milliónir, minka íløgurnar
smáar 99 milliónir. Sam
stundis er talan um ein
vøkstur í íløgum frá 2007
til 2008 við einari tvífalding,
úr 147 milliónum upp í 257
milliónir krónur.
Orsøkin til henda stóra
vøkstur er, at tað tekur tíð
at seta verkætlanir í verk.
Tað skal nógv forarbeiði til,
ikki minst projektering, og
tí hevur ikki verið møguligt
at sett tey arbeiði í verk,
sum nú eru í gongd, fyrr
enn nú, sigur Heðin Mort
ensen, borgarstjóri.
Talan er ikki minst um
stóru
skúlabyggingarnar,
sum eru farnar í gongd,
tann við Løgmannabreyt og
tann á Hamrinum á Argjum,
verkætlanir, sum kosta um
400 milliónir krónur til
samans.
Uppskotið til fíggjarlóg
var sum nevnt fyri á býráðs
fundi til fyrstu viðgerð í
gjár, og har var uppruna upp
skotið hækkað úr 617.692
milliónum upp í verandi
656.892 milliónir krónur, og
var samtykt samsvarandi.
Rakstrarútreiðslurnar eru
hildnar á 2008støði tó við
teimum hækkingum, sum
neyðugar eru í sambandi
við lønarvøkstur og tílíkt.
Inntøkurnar verða mettar
til 604.796 milliónir, og síð
ani verða framfluttar góðar
39 milliónir frá í ár, sum
ikki nýttar íløgur. Restin,
góðar 12 milliónir, verður
fíggjað við tøkum peningi.
Skúlin kostar mest
Tórshavnar kommuna er í
holt við eina munandi
útbygging á skúlaøkinum,
og tað verða eisini íløgur í
skúlabygging, sum er nógv
tann størsti posturin í íløgu
pakkanum hjá kommununi
komandi ár. 87 milliónir
krónur – ella væl meiri enn
helvtin av samlaðu íløgun
um – fara til skúlabygging,
fyrst og fremst til skúlan
við Løgmannabreyt og á
Harminum á Argjum, men
eisini Nonnuskúlin skal út
byggjast við nýggjum bygn
ingi komandi ár.
Í heila tikið fyllir skúla
bygging
rættiliga
nógv,
eisini á langtíðarætlanini
hjá Tórshavnar kommunu.
Góðar 80 milliónir í 2010,
75 milliónir í 2011 og 60
milliónir
krónur
verða
settar av í 2012.
Hinvegin verður lítið og
einki gjørt við útbygging á
barnaansingarøkinum. Tað
eru serliga vegir og allarmest
vatnveitingar, sum fylla nógv
í langtíðar ætlanunum hjá
kommununi. Eisini koma
íløgur til eldraøkið við á lang
tíðar ætlanina frá 2011.
Barnaansingarøkið er so at
siga fult útbygt, og tað er í
sag eingin, sum ikki fær sítt
barn ansað. Men kortini
verður talan um nakrar minni
byggingar komandi árini,
sigur Heðin Mortensen.
Ítróttur og frítíðarvirksemi
eru við á fíggjarlógini sum
ein stórur postur komandi
ár, og eisini í 2010 fær
hesum postur rúmar ræsur.
Men so sæst einki aftur til
nakra
útbygging
aftrat
innan ítrótt og frítíð í
langtíðar raðfestingini.
Aðrar útbyggingar
Hildið verður annars fram
við ymsu útbyggingunum.
Kloakkir hava fylt nógv í
hesum valskeiðinum, og
hildið verður fram við
útbyggingunum á hesum
økinum eisini komandi ár.
Hestur
hevur
fingið
nýggja kloakkskipan, nógv
er gjørt við at reinsa áirnar
í Havn, og nú verður skip
anin útbygd í Nólsoy.
Renovatión, Kirkjugarður
og fríðkan av býnum fáa
millum tvær og tvær og eina
hálva millión, og barnaans
ingin og eldraøkið fáa ávika
vist tvær og fimm milliónir
krónur til útbygging.
Og at enda verða settar
av fimm milliónir til fram
haldandi gerð av Glyvurs
vegnum, 1.4. stig.
Uttan fyri vanliga íløgu
karmin liggur útbyggingin
av smábátahavnum í komm
ununi, og fyri komandi ár
verða avsettar fýra milliónir
til hetta endamálið.
Fíggjarstøðan er góð í
Tórshavnar kommunu. Vit
skylda ongar pengar og
kunnu í prinsippinum lána
eina heila álíkning, sum
svarar til 600 milliónir, so
ikki kann sigast annað enn,
at tað stendur væl til í Havn,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri, um fíggjarlóg
aruppskotið fyri 2009.
Skerja 100 milliónir av íløgunum
Stabbamyndin sýnir langtíðar fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu. Sum sæst liggja
íløgurnar javnt millum 130 og 140 milliónir krónur komandi árini
Tórshavnar Býráð
gjørdi eina kúvend
ing í málinum um
at leggja kommunu
feløgini saman í eitt
SAMANLEGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Umboð fyri teir báðar
kommunufelagsskapirnir,
Kommunuskipan
Føroya
og Føroya Kommunufelag,
hava samráðst um stovnan
av nýggjum kommunufel
ag, ið skal fevna um allar
kommunur í Føroyum.
Ætlanin var eisini, at
Kommunala Arbeiðsgevara
felag Føroya í samráð við
SEV og IRF verður tiið av
samstundis, sum at virkis
økið verður lagt undir
nýggja felagið.
Høvuðsendamálið er at
savna orkuna og styrkja tað
felags kommunalpolitiska
arbeiðið, bæði í samskiftin
um við landsmyndugleikar
nar og í mun til at veita
betri tænastur og ráðgeving
til kommunurnar.
Partarnir vóru samdir
um, at kommunurnar í
framtíðini eiga at umsita
øll málsevni av týdningi
fyri borgaran, tí kommun
urnar kenna tørvin hjá borg
aranum best, og kunnu
tryggja betri og skjótari
tænastu.
Men á býráðsfundinum í
gjárkvøldið fekk hendan
ætlanin eitt rættiligt skot
fyri bógvin, tí at sjálvt um
býráðið samtykti at taka
undir við tankanum um at
skipa eitt kommunufelag,
so varð málið kortini beint
aftur í viðkomandi nevndir
nar, tí málið ikki var greitt
støðutakan.
Talan var um ónøgd
um, at Havnin fekk ov lítið
burtur úr í mun til tað, sum
vit lata, segði Heðin Mort
ensen um grundgevingina
fyri avgerðini.
Eingin samanlegging enn
Heðin Mortensen dugir ikki
í løtuni at siga, hvussu spurn
ingurin um samanlegging av
kommunufeløgunum nú fer
at enda