Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 202 - 21. oktober 2008 FÍGGJARKREPPA Orð & myndir Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Føroyska Elspa Hauksson og mað­ urin Kristinn búgva í einum snotiligum húsum í Kópavági við teirra trimum børnum. Elspa starvast á føroysku sendistovuni í Reykjavík, meðan maðurin er veik­ streyms verkfrøð­ ingur á eini verk­ frøðingastovu. Vit loddaðu av, hvussu teirra gerandisdagur ávirkast av kreppuni Reykjavík: - Vit hava merkt hana fyrst og fremst á tann hátt, at vit hoyra ikki um annað, men upp á egnan kropp hava vit ikki merkt so nógv til hana enn, uttan at vit síggja, at tað mangla onkrar vørur, sigur Elspa Hauksson. Og maður hennara, Kristinn, kann bert taka undir við henni. - Tað er fyrst og fremst í sjónvarpi, útvarpi og í bløð- unum, at vit kenna krepp- una. Men mann hoyrir jú um, hvussu nógv verða upp- søgd nú innan bankageiran, og eg rokni við, at skjótt verða tað eisini onnur starvs- øki, sum fara at merkja, hvat tað er sum hendir, sigur Kristinn Hauksson. Íslendskt-føroyska parið væntar ikki, at tey hava sæð tað ringasta av kreppuni enn. - Eg rokni við, at tað verður meiri arbeiðsloysi. Men nú hava tað sjálvandi verið so nógvir útlendingar í Íslandi, at tað verða teir, sum fara fyrst soleiðis, at íslendingar varðveita síni størv. Men tað er sjálvandi ikki gott at siga, hvussu nógv fólk talan verður um, sigur Kristinn Hauksson. Hann væntar, at partvís verður talan um, at íslend- ingar yvirtaka tey størvini, sum útlendingar rýma úr, men í størri mun at íslend- ingar verða verandi eftir í fyritøkunum, eftir at útlend- ingarnir fara av landinum. - Tað er jú ikki so spenn- andi at vera útlendskur arbeiðari í Íslandi nú, tá krónan er so lág, tí teir fáa so nógv minni burtur úr, sigur Kristinn Hauksson. Tømist á hillunum Nógv hevur verið tosað um hesa komandi kreppuna, men eingin hevur veruliga trú upp á at hon fór at koma, orsakað av íslendska undri- num, men tann myndin er broytt í dag. - Ja, myndin er nógv broytt, tað má mann siga. Og sjálvandi høvdu vit hoyrt ávaringarnar um, at onkuntíð fór at steðga upp, men vit høvdu ikki roknað við, at tað fór at gerast so ógvusligt, sum tað er, sigur Kristinn Hauksson. Tað, sum rættiliga merkist av slíkari kreppu, er útboðið í matvøruhandlunum, men enn hevur ikki av álvara ver- ið nakað at merkja til mangl- andi útboð. Nei, nú havi eg verið til handils í dag (hósdagin, red), og tað sá bara heilt gott út, eitt lítið sindur meiri rúmligsligt um, men eg haldi ikki, at tað mangl- aði nakað serligt á hillunum, sigur Elspa Hauksson. Hon sigur, at tað er stórur munur á mánadegnum eftir, at Geir Haarde tosaði til tjóðina, og so til hósdagin, tí tann dagin var tað rætti- liga tómt. - Í hvussu er í tí handli- num, eg var í, sigur Elspa Hauksson. Og hon metur heldur ikki, at talan kann hava ver- ið um tilvild, tí hon hevur ongantíð upplivað slíkt áður. - Altíð, síðani eg kom yvir aftur í 1998, hevur tað verið nóg mikið av vørum á hillunum, og tí virkaði tað eitt sindur undarligt, sigur Elspa Hauksson. Tað, sum vanligi íslend- ingurin óttast fyri, er, at tað kann gerast trupult at fáa allar vørur inn aftur í landið, tí roknast má við einum munandi prísvøkstri. - Ja, tað rokni eg við. Eg vænti nógvar príshækkingar, og tað hevur higartil verið soleiðis, at tað hava verið goymslur, teir hava selt. Men tað hoyrist eisini, at tað fer at verða trupult yvir- høvur at innflyta vørur, tí tað er so ringt at fáa fremm- ant gjaldoyra at rinda við. Samstundis er íslendska krónan nógv viknað, so prís- hækkingar koma púra vist, sigur Kristinn Hauksson. Eingin koyrdur – enn - Ja, eg havi longu varnast nakrar príshækkingar, so tær eru longu komnar. Og tað verður heilt vist verri, sigur Elspa Hauksson. Hon vísir á, at tað hevur staðið í Morgunblaðnum, at mjólkin skal hækka, men um tað hendir orsakað av kreppuni, ella tað er in leingi ætlað hækkan, dugir hon ikki at siga. Sum starvsfólk á Før- oysku sendistovuni í Reykja- vík merkir Elspa Hauksson kreppuna til gerandis við tað, at sendistovan fær fleiri fyrispurningar hjá fólki. Kristinn er hinvegin ein veikstreymsverkfrøðingur, sum starvast í byggivinn- uni. - Vit hava ikki veruliga merkt nakað enn. Tað hava verið nógv fólk starvssett í byggivinnuni, men higartil er so eingin uppsagdur hjá okkum. Tað hevur tó verið soleiðis, at tá fólk av eini- hvørjari orsøk eru farin úr starvi, so er eingin settur í teirra stað, sigur Kristinn Hauksson. Hann sigur, at arbeiðið hjá teimum enn ikki er minkað, men hann væntar, at teir fara at merkja nakað til kreppuna kortini. - Fyritøkan, har eg starv- ist, fæst við streymverk- frøði, og tað økið, har vit merkja eina lítla minking, er innan sethúsa- og íbúðar- bygging. Men fyri ídnað og handil er virksemið ikki minkað – enn, sigur Krist- inn Hauksson. Í dag verður mett, at tað standa 4000 tómar íbúðir á Reykjavíkarleiðini, og hóast grannalagið í Kópa- vági, har Elspa og Kristinn Hauksson búgva, ikki hevur nógv tóm hús, so er hetta kortini ikki sama lagið alla- staðni. - Tað eru fleiri íbúðarøki, har byrjað var at byggja fyri hálvum ári síðani ella so, har tað tykist at vera steðgað upp. Antin bíða fólk, ella hava tey bara ikki fingið lán, tí tað hevur verið ein trupulleiki í seinastuni, sigur Kristinn Hauksson. - Eg havi hoyrt um fleiri, sum hava latið grundstykkini inn aftur, skoytir Elspa Hauksson upp í. Serliga um ta leiðina í Kópavági, har Hauksson parið býr, eru húsini stór. - Ja, tey byggja rættiliga stórt í hesum økinum. Nú búgva vit í sethúsaøkinum, men her finnast eisini íbúð- arblokkar. Men kanska hetta ger, at húsini verða bygd minni í framtíðini, sigur Elspa Hauksson. Men hóast tey bæði sita í rættiliga nýggjum húsum, og hóast tey eru ein familja við smáum og hálvstórum børnum, so falla heldur ikki tey í fátt. Hetta skal nokk ganga Familjan Hauksson á Kópavági. Frá vinstru Kristinn, Haukur, 13, Eva Björk, 11, Lilja, 4, og Elspa Thaksin dømdur fyri mutur Fyrrverandi forsætismálaráðharrin í Thailandi, Shinawatra Thaksin, er við hægsta rætt í heimlandinum dømdur tvey ára fongsul fyri mutur. Tað skriva fleiri tíðindastovur. Thaksin er funnin sekur í mutur og í at hava misnýtt sína støðu við at blanda seg upp í jarðarkeyp hjá konu síni frá einum almennari fyritøku Bankok í 2003. Tá var Thaksin framvegis forsætisráðharri. Konan, Pojaman, sum eisini var ákærd í málinum, varð tó frífunnin. Thaksin sjálvur var tó ikki til staðar í rættarsalinum, tá dómurin fall. Fyrr hevur verið frammi, at Thaksin fór at søkja um friðskjól í Onglandi, har hann hevur búð í útlegd seinastu tveir mánaðirnar saman við konu sínu. Hann hevur fyrr sagt, at hann ikki roknaði við at fáa eina