týsdagur 21. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 202 - 21. oktober 2008
Ein av teimum,
vit rendu okkum í
uppi í Íslandi, var
endurkosni løg
tingsmaðurin Óli
Breckmann. Vit
spurdu hann, hvussu
hann metir støðuna í
Íslandi sum heild, og
hvussu hann heldur,
at bróðurflokkurin,
Sjálvstæðisflokkurin,
hevur megnað sína
uppgávu
Reykjavík: - Tá tú tosar
við fólk sum heild – og tað
vil altíð nakað av villareiði
vera, tað sigur seg sjálvt –
men sum heild er eingin
neyð. Fólk eru til arbeiðis,
tey fáa sína løn og tey klára
at keypa tað mesta av tí,
sum tey hava brúk fyri.
Kanska eitt sindur minni
enn vanligt hevur verið tey
seinastu árini, men eingin
líðir nakra neyð av tí. So
innlendis haldi eg, at Sjálv-
stæðisflokkurin hevur klár-
að tað væl, sigur Óli Breck-
mann.
Hann vísir á, at tá hugsað
verður um allan tann fram-
burð, sum hevur verið, so
er Ísland allarhelst tríggjar
ferðir so ríkt í dag, sum tá
hann vitjaði brøðratjóðina
fyri vestan í 1989.
- Og Sjálvstæðisflokkurin
hevur havt valdið næstan
alla tíðina, so vónandi er
hetta bara eitt lítið nos, tá
vit koma eitt lítið sindur
longur framá á vegnum, og
alt bara gongur framá og
uppeftir aftur, sigur Óli
Breckmann.
Men ber tað til at siga, at
Ísland er tríggjar ferðir rík-
ari nú enn í 1989, tá landið
í veruleikanum er farið á
heysin?
- Nei, tað kanst tú siga,
men
trupulleikarnir
eru
mest uttanlands. Tað kann
venda og gerast ein trupul-
leiki her í gerandisdegnum
hjá vanliga íslendinginum.
Men lat okkum nú vóna, at
teir fáa greitt sínar skyldur
uttanlands í ein fart, soleiðis
at teir fáa ruddað upp
heima, bankarnar settar á
lunnar aftur, umskipaðar,
og so gongur leiðin aftur
fram hjá íslendingum so,
sum teir plaga. Teir eru
ókúgiligir, sigur Óli Breck-
mann.
Rætta javnvágin
Eitt, sum talar Sjálvstæðis-
flokkinum til fyrimunar er,
at tað er rættiliga long tíð,
til val verður aftur, tað verð-
ur ikki fyrr enn í 2011.
- Ja, nú er Sjálvstæðis-
flokkurin
ein
sjálsamur
flokkur. Hann skuldi iti
Sjálvsemisflokkurin. Bara
at hugsa sær til, at tað er ein
borgarligur og frælslyntur
flokkur við 40 prosentum
av atkvøðunum. Og so hev-
ur hann gjørt tað skilagóða,
at hann hevur tikið íslendska
javnaðarflokkin fast undir
armin og heldur honum
dygst at sær, so teir spenna
tvørtur um miðjuna, so tú
fær býtt sól og vind líka,
eisini tá tað kemur til
ábyrgd, sigur Óli Breck-
mann.
Hann heldur, at samgong-
an hevur stóran áhuga í, at
klára skerini komandi trý
árini, og tá væntar hann, at
hendan kreppan er gloymd.
Spurdur, um hann metir,
at ein samgonga við javn-
aðarflokkinum upp í, er hin
besta, sigur Óli Breck-
mann:
Ja, treytað av, at tú hevur
eitt sterkt, frælslynt ele-
ment. Ein javnaðarflokkur
einsamallur kann jú einki
gera, tú hevur jú sæð javn-
aðin og tjóðveldið í Føroy-
um royna sítt frægasta, men
tað var bara ein sorgarleikur
fyri teir. Nú er aftur skil í
og javnvág í politisku vág-
skálini í Føroyum.
Hann roknar við, at sama
skilið er í Íslandi, har sam-
gongan umboðar nakað ta
somu breiddina í politiska
spektrinum, sum føroyska
landsstýrissamgongan ger.
Skjótt fyri seg
Tá talan gerst um, hvussu
svár íslendska kreppan er,
serliga tá sammett verður
við kreppuna í Føroyum
fyrst í níti árunum, so hevur
endurútrópti
tinglimurin
sína meining um tað.
- Nei, eg haldi ikki, at
hendan kreppan hjá íslend-
ingum er so djúp sum tann,
vit høvdu í Føroyum. Tann
almenna skuldin í Føroyum
tá var so stór, at vit sóu
onga vón. Vit vóru jú í veru-
leikanum settir undir fyri-
siting av einari danskari
bankajunta tá, og tað verður
vónandi ikki so her í Íslandi
soleiðis, at teir missa sítt
sjálvræði. Heldur ikki sítt
búskaparliga politiska sjálv-
ræði, og hava teir tað, so
ivist eg ikki í, at íslndingar
klára at samráða seg fram
til góð livilíkindi fram eftir,
sigur Óli Breckmann.
Onkur vil siga, at tað tók
føroyingum upp í fýra ár at
koma fyri seg aftur eftir
kreppuna, men Óli Breck-
mann væntar ikki, at tað fer
at taka íslendingum so
leingi at fáa fótin fyri seg
aftur.
- Lat okkum vóna, at tá
tað líður fram móti valinum,
sum verður í 2011, at tá eru
íslendingar upp á fótum
aftur og sprella, sigur hann.
Íslendingar sprella
aftur um trý ár
Óli Breckmann, løgtingsmaður, saman við Kristian Ólafson, altingsmaður, í matstovuni í
íslendska Altinginum
- Sjálvandi vóna vit, at
tað verða betri tíðir aftur,
og tað verða tað nokk,
spurningurin
er
bara,
hvussu langa tíð tað tekur.
Mann spyr seg í dag, um
tað tekur nakrar mánaðir,
eitt ár, tvey ár ella kanska
tíggju ár. Tað er tann brenn-
andi spurningurin, sigur
Kristinn Hauksson.
Eisini Elspa er bjartskygd
um framtíðina.
- Eg haldi tað fer at
ganga. Eg eri als ikki vorðin
stressað enn. Eg rokni bara
við, at hesir menninir, sum
stýra landinum, fara at
loysa trupulleikarnar. Sjálv-
andi saman við øðrum. So
eg rokni við, at tað fer at
verða gott aftur í Íslandi,
sigur Elspa Hauksson.
Eisini millum vinir, kenn-
ingar
og
umgangskreds
teirra í heila tikið, er bert
bjartskygni at hóma.
- Har er lagið framvegis
gott. Eg kenni ongan, sum
er vorðin uppsagdur ella á
annan hátt er ávirkaður av
hesi støðuni. Tað verður alt
í lagi, sigur Kristinn Hauks-
son.
Íslendingar
eru
eisini
kendir fyri ikki at geva upp,
og tey bæði halda, at tað
verður hetta, sum fer at
hjálpa tjóðini burtur úr
kreppuni hesaferð.
- Íslendingar eru kendir
fyri at kunna arbeiða minst
tvey arbeiði í senn, so teir
fara at klára seg eisini burt-
ur úr hesum, sigur Elspa
Hauksson sum vónar, at
kreppan verður nógv stytri,
enn útlitini beint nú siga.
Rafik og Farhad í Eystara Landsrætti
Málið, sum føroyska ákæruvaldið førir móti tunesarunum, Rafik og Farhad Bourbiaa, er fyri
í Eystara Landsrætti í dag. Hesir báðir vórðu í Føroya dømdir ávikavist fýra og tveir mánaða
fongsul fyri at hava hótt ávikavist ein systir- og bróðurson eftir lívinum í juli mánaði í ár.
Bæði verjar og ákæruvald kærdu málið inn fyri hægri rætt. Síðani hendi tað, at annar av
teimum, sum upprunaliga ákærdi hesar báðar fyri drápshóttan, Mouhammed Bourbiaa, tók
sínar ákærur aftur og legði hin ákærarar, Tallell, undir at hava logið fyri sær. Mouhammed
kom aftur til Føroya, eftir hann segði seg hava funnið út av, at alt bygdi á lygn, og býr og
arbeiðir í dag saman við Rafik Bourbiaa. Ikki er greitt, nær Eystari Landsrættur fellur dóm í
málinum.