týsdagur 21. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 21. oktober 2008
11
Hvar bleiv skúlin av hjá
sitandi samgongu
Fyri skjótt 4 ár síðani
hevði leiðsla og lærarar í
Tórshavnar Musikkskúla
fund við sitandi samgongu
í Tórshavnar Býráð.
Evni var sjálvsagt at fáa
bygt ein nýggjan musikk
skúla, sum øll vita stórur
tørvur er á. Musikklærara
felagið gjørdi eina skitsu
sum borgarstjórin mælti
teimum at gera, og skúlin
skuldi liggja við
Lútzenstrøð.
Fyri gott trimum árum
síðani varð skitsuprojektið
almannakunngjørt, og í tí
sambandinum segði borgar
stjórin, at spakin kundi
setast í um trý ár, men sum
øllum kunnugt er ongin
spaki enn settur í nakað,
sum hevur við musikkskúl
an at gera. Enn einaferð
orð og bert orð.
Byggi og býarskipanar
nevndin vildi ikki broyta
byggisamtyktina, so at
skúlin kundi byggjast á
Lútzenstrøð. Tað minsta,
sum kommunan kundi
gjørt, var at víst á annað
øki, har sum skúlin so
kundi byggjast á, men tað
er heldur ikki gjørt.
Tá fíggjarætlanin fyri
2007 bleiv gjørd, kom
minnilutin í býráðnum við
einum uppskoti, har mælt
varð til at seta 23,6 mill.
krónir í ein grunn, til at
byggja ein musikkskúla,
men tað uppskotið bleiv
feiað av borðinum av sit
andi samgongu. Síðani
havi eg ikki hoyrt oðrið
musikkskúla verða nevnt á
býráðnum.
Tað er stórur áhugi hjá
børnum at koma í musikk
skúla tað vísa tølini – tað
eru yvir túsund børn sum
ynskja undirvísing, men
sitandi samgonga ger onki
við trupuleikan.
Kemur verandi sam
gonga til ræðið aftur, kem
ur heldur ongin musikk
skúli í komandi býráðssetu.
Men um Tórshavnar
Musikkskúli verður limur í
Ítróttarsambandi Føroyar,
so er møguleiki at skúlin
verður bygdur við sam
gonguni sum nú situr.
Nú býráðsval er fyri
framman, fari eg ikki at
lova ein nýggjan musikk
skúla, sum hevði verið tað
besta, men eg fari at ar
beiða fyri einum nýggjum
Musikkskúla, og um tað
ikki letur seg gera, mugu
umstøðurnar verða mun
andi betri enn skúlin hevur
í dag.
Tað verður nógv tosað
um raðfestingar, og tað er
gott, men musikkskúlin
verður ikki raðfestur ser
liga høgt í býráðnum, men
tað vil eg arbeiða fyri, um
eg veri afturvaldur.
Nýggjan Musikkskúla
býráðslimur
Valevni Sambands
floksins til Tórshavnar
Býráð
Høgni
Mikkelsen
Mugu minka um
nýtsluna av útlendskari,
kostnaðarmiklari og
umhvørvisdálkandi olju
Tórshavnar kommuna, ið
er fólkaríkasta kommuna í
landinum, eigur at syrgja
fyri at ganga undan, tá tað
snýr seg um at avmarka
nýtsluna av dálkandi olju
og heldur framleiða elorku
burturúr vindi.
Tórshavnar kommuna
eigur at miðja ímóti skjót
ast gjørlig at útvega neyð
uga politiska heimild at
seta upp vindmyllur í hósk
andi stað í kommununi at
útvega borgarum sínum o.
ø. umhvørvisvinarliga og
reina orku – orku sum ikki
er tengd at kostnaðarmikl
ari útlendskari, umhvørvis
dálkandi olju. Kommunur
eins og onnur í samfelagn
um hava skyldu at royna at
verja okkara felags luftum
hvørvi, so eisini okkara
eftirkomarar kunnu njóta
eina góða og reina luft.
Sum er verða bert 5,9%
ella 15,8 MWh av elorkuni
hjá SEV framleidd við
vindravmagnsútbúnaði/
vindmyllum í Neshaga í
Eysturoynni og hjá SP/f
Røkt í Vestmanna (Kelda
SEV 2007). Hagtøl hjá
SEV vísa somuleiðis, at
samlaða elorkuframleiðsl
an var 269,3 MWh í 2007.
Tølini vísa, at parturin av
samlaðu elorkufram
leiðsluni í landinum, ið
verður framleiddur
burturúr vindorku, er alt ov
lágur. Vit mugu tí leggja
okkum eftir í nógv størri
mun enn nú at nýta
umhvørvisvinarliga vind
orku til elframleiðslu. Vind
ur og vindorka trýtur sum
kunnugt ikki í Føroyum.
Í dag hevur SEV í alt 7
vindmyllur á (660 KWh x
6 og 150 KWh x 1) ella í
alt 4.110 KWh.
Um Tórshavnar komm
una setir t.d. 5 vindmyllur
av hóskandi stødd upp
(sambært upplýsingum
hjá SEV er hóskandi stødd
á vindmyllum í Føroyum
1.000 KWh) kundu hesar
vindmyllur helst framleitt
meira enn tað dupulta av tí
elorku, ið SEV fær burtur
úr vindorku í dag.
Upplýst verður, at íløgu
kostnaðurin fyri 5 vind
myllur vildi verið uml. í alt
uml. 20 mió. kr. Slík vind
mylluíløga kundi verið
spjadd út yvir ávíst tíðarbil
so sum t.d. 3 ár.
Tórshavnar kommuna
kann óivað selja eina
komandi elvindorkufram
leiðslu til SEV til somu
treytir sum Sp/f. Røkt í
Vestmanna. Soleiðis vildu
borgararnir í Tórshavn og
restin av landinum fingið
gagn av reinari elvindorku
megi frá høvuðsstaði land
sins, Tórshavnar
kommunu.
Tórshavnar kommuna og vindorka
ingrid s.
Henriksen
Ætlanin hevur leingi verið
við lóg at leggja allar
kommunurnar saman í
færri og størri eindir. Nógv
tøl hava verið nevnd, og
siga vit sjey, so er tað helst
eitt nøkulunda miðaltal.
Ætlanin er eisini, at
hesar kommunur skulu
vera javnbjóðis partar av
samfelagnum. Tað má so
merkja, at tær vera nøku
lunda javnar í inntøku
grundarlag, og harvið
íbúgvaratali. Men ber hetta
til sum støðan er ídag?
Tórshavnar Kommuna
telur ídag umleið 20.000,
íbúgvar, og svarar tað runt
roknað til 40% av føroya
fólki. Samstundis verður
snakkað um eisini at leggja
Vestmanna og Kvívík
undir Tórshavnar Komm
unu. Vit fara nú at nærkast
50% av føroya fólki.
Skulu vit so hava sjey
javnbjóðis kommunur,
mugu kvinnurnar uttanfyri
Tórshavnar kommunu
verða eitt sindur raskari at
eiga børn, tí nú mangla
eini 125.000, føroyingar í.
Og tað er bara uttanfyri
Tórshavnar kommunu. Vit
mugu eisini rokna við, at
meðan hinar kommunurnar
stríðast við at veksa, veks
ur Tórshavnar kommuna.
Hitt alternativið er, at
landið verður skipað í ein
ans tvær kommunur, men
tá gevur tað sjálvandi onga
meining at hava
kommunur.
Kanska er einasta loysn
in at hyggja nærri eftir
støddini á Tórshavnar
kommunu. Skal hon nú
vera so stór sum hon er? Er
tað rætt at tráða eftir at
leggja so nógv lendið undir
seg sum gjørligt, ella eiga
vit heldur at endurskoða
okkara leiklut sum
høvuðstaður?
Havnin er Havnin,
mentunar og vitanarmið
depil. Og dygd hennara
kemur best fram, um vit
hava nakrar virkisførar
gannakommunur at kapp
ast og samstarvað við.
Petur í gong
Tvær kommunur, ella?
Av tí at ein og hvør kann
fara inn á alnótina og
síggja porno, halda summi,
at vit eins væl kunnu geva
tað frítt at selja tað sama í
øllum handlum, sum selja
bløð. Vit kunnu eisini
finna allan harðskap á al
nótini. So er spurningurin,
um eisini tað er ein grund
til at selja harðskapsbløð?
Hvat slag av logikki skulu
vit nýta, tá ið vit gera av,
hvussu lóggávan skal vera?
Eiga vit ikki at finna útav,
um tað er gott at hava tílikt
í samfelagnum, áðrenn vit
geva tað frítt?
Eg vil gjarna gera vart
við, at sjálvt lítil skúlabørn
kunnu finna tað sama á
alnótini, sum tey vaksnu
kunna finna har. Er tað
harvið sjálvsagt, at tílíkt
eigur at vera atkomiligt í
skúlanum?
Tá ið handilsfólk og tíð
indafólk skulu lýsa ”veru
leikan”, gangur altíð illa.
Handilsfólkini vilja verja
sín rætt at vinna pengar.
Tíðindafólkini vilja verja
sín rætt at skapa arbeiðs
pláss til sína egna stætt.
Soleiðis eru treytirnar, um
teir skulu yvirliva. Og polit
ikarnir eru noyddir at vísa
miðlavaldinum virðing,
annars kunnu teir koma í ta
støðu, at journalisturin spyr,
um teir vilja avtaka pressu
frælsið, soleiðis sum banka
stjórin varð spurdur, tá ið
hann helt fyri, at pressan
ikki átti at borið misvísandi
tíðindi.
Tí eiga øll at finna útav,
hvat vit veruliga tosa um.
Onkur sigur, at porno skal
fylla ein tørv. Er tað møgu
liga so, at porno ger tann
tørvin størri, sum maður
frammanundan ikki fekk
nøktað? Tað eru fólk til,
sum vita meira um hetta
enn allir handilsmenn,
politikarar og pressufólk
tilsamans vita, so hví ikki
spyrja sálarfrøðingar, sum
hava granskað hetta serliga
evni? Sálarfrøðingar, ikki
”sexologar”, tí tað hevði
verið sum at fara til ein
fimleikalærari, tá ið tú átti
at farið til lækna.
Eru færri neyðtøkur
framdar í teimum londun
um, har porno er frí sølu
vøra? Ella færri harðskaps
mál? Hava fólk fingið sunn
ari fatanir um, hvussu vit
kunnu liva saman? Er nak
að godt komið burturúr?
Helst er einasti fyrimunur
in, at vit kunnu bjóða tí
”kristna fanatismuni” av, at
vit kunnu fáa veruligt
”frælsi” frá forboðum.
Men hetta er ein misskilj
ing. Kynslívið er ikki
ókristiligt. Tað er ótrúskap
ur og tílíkt, kynsligt lóg
loysi, sum er ”ókristiligt”.
Bert tað! Og hvat gott
kunnu vit síggja í lygn og
ótrúskap, sum eru onnur
orð fyri sama fyribrigdi?
Sig mær tað!!
Føroyingar eiga at herða
lóggávuna. Ein sjúklig
mynd av, hvat kynslívið er,
skapar altíð eina handils
vøru. Og tey handilsfólk
ini, sum opna slíkar ”fyri
tøkur”, hava ikki mjúkar
hendur. Striptease er
byrjanin til skøkjutrælkan,
tann dagin oljupengar
floyma inn yvir okkara
neyðars land. Hvørt stað,
har oljuvirksemið hevur
dálkað gøtusteinarnar,
líður undir avleiðingarnar
av, at eingin lóggáva er. Er
lóggávan ikki nóg greið,
hevur løgreglan einki stýr
ingsamboð. Um løgreglan
ikki hevur heimildir at gera
neyðuga arbeiðið, hvør
skal so verja okkum?
Í staðin fyri at geva
Mammon alla hondina,
eiga vit at binda um heilan
lítlafingur. Porno er eitt sár
í lítlafingur.
Nú veit eg væl, at tað hjá
teimum flestu er sera
óvanligt at hugsa um at
avmarka ”frælsið” hjá tí
einstaka, enntá frælsið at
skaða onnur. Palleba skal
ikki vera lógartrælur, hann
eigur at kunna velja sjálv
ur. Hevur tú umhugsað at
hugsa teg um? Vit hava
eina ferðslulóg, men fram
vegis henda vanlukkur.
Hvat um vit onga lóg
høvdu? Frælsi at skaða teg
sjálvan ella onnur er eitt
vánaligt frælsi.
Logisk porno
tHorbjørn
brocHs
viðmerkingar