Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 202 - 21. oktober 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Birthe Helene Egholm Leo fer til gravar úr kirkj­uni í Innri Nj­arvík í Íslandi fríggj­adagin 24. oktober klokkan 13. Tey ið vilj­a minnast Birthe Helene kunnu lata eina peningagávu á konto í Eik Banka. Dagny Petersen úr Sørvági andaðist á Landssj­úkrahúsinum leygarkvøldið, 73 ára gomul. Jarðarferðin verð­ ur kunngj­ørd seinni. Julia Midjord, fødd Augustinussen úr Vági andaðist leygardagin 18. oktober í Eldrasam­ býlinum á Tvøroyri, 83 ára gomul. Jarðarferin verður lýst seinni Andlát og jarðarferðir Magni Mohr hevur vart Ph.D­ritgerð í Humanari Fysiologi við heitinum „Fatigue development in soccer with special refer­ ence to intense intermittent exercise“. Í samband við Ph.D.­ritgerðina gevur Magni Mohr eisini út bókina við sama navni. Ritgerðin byggir á 13 vísindaligar greinar, ið eru prentaðar í altj­óða vísinda­ ligum tíðarritum. Ritgerðin var gj­ørd á „Department of Exercise and Sport Sciences“ við lærda háskúlan í Keyp­ mannahavn. Vegleiðari var Professor Jens Bangsbo. Tríggir dómarar vóru til verjuna: Professor Carlo Castagna, School of Sport and Exercise Sciences, Faculty of Medicine and Surgery, University of Vergate, Rom, Italia. Associate professor Jørgen Woj­taszewski, Department of Human Physiology, University of Copenhagen, Danmark. Associate professor Kristian Overgaard, Department of Physiology and Sport Sciences, Aarhus University, Danmark. Dagurin 22. oktober. Cordula. Hon var ein av teimum 11.000 moyggj­unum, sum sagt var frá tann 21. oktober. Nakað seinur á sj­óvarfallin­ um, men mín góði vinur, eg ynski tær hj­artaliga tilukku við degnum og mong góð ár afturat. Sj­álvt um tú hevur nátt ein aldur sum halgabók tosar um, tá styrkin er nógv, og hana hevur tú havt. Heimið á Vágsheygnum var eitt væla heim, har manglaði onki, har var nógv j­ørð, bátur og neyst á Borð­ oyarvík og somuleiðis á Vágni, Gj­ógvarenni og Skálanes. Harrin signaði Armgarð og Dáva við 10 børnum, 6 dreingir og 4 gentur, tað er ein stór gáva. Levi er tann 10. Og er sostatt yngstur í røðini. Omma mín og Dávur vóru systkin og sostatt mamma og Levi systkina­ børn. Eg haldi at dávafólkini fylla so nógv, bæði ein og annan veg, har tey eru. Eitt tað fyrsta eg minnist sum smádrongur var, at teir beiggj­arnir plagdu at koma út til okkara og seta seg rundan um køksborðið og syngj­a og tosa um tað, sum hevur virði, tá alt annað má falla, hetta hevði stóra ávirk­ an á mína barnasál. Í 1965, um heystið fór eg at sigla við Levi, tað var við Kletti, og tað er við takk­ semi eg minnist aftur á árini, inntil eg fór á skúla. Tá fór ein stór hending fram í mínum lívi, tað var í august 1967. Vit sigldu inn, høvdu gj­ørt ein góðan túr. Hvussu mang­ an hava vit ikki hoyrt Levi tosa um, tá hann í sunnu­ dagsskúlanum bað Líggj­as á Váli steðga, tí hann vildi avleggj­a ein vitnisburð um sín Harra og Frelsara. Hesin kyndilin hevur brent í góð 60 ár, og hann brennur ongantíð betur enn ídag, at vinna menniskj­u fyri Harran. Levi, eg ynski at takka tær fyri, at tú rópti meg inn á skiparakamarið og tosaði við meg um, at tað mátti ein uppgerð til, skuldi eg til himmals, av uppruna eru vit øll menniskj­u syndarar. Fyrst í 80’unum sigldi Levi uppá Hirtshals, og har sá hann ein stóran tørv at bera tey góðu tíðindi til sínar landsmenn og onnur. Afturkomin á Vágsheyggin var farið at tosa við Selmu Margrethu og samkomuna í Betesda, um hendan stóra akur sum manglaði arbeiðs­ menn og kvinnur. Hann er farin mangar ferðir oman við vegginum við klæðsekkinum á nakk­ anum út á hetta fongríka hav, sum bæði tekur og gev­ ur, nú skuldi farast í eina heilt nýggj­a vinnu, at vinna sálir fyri Harran. Greta hevur einaferð sagt, at Levi hevur mangan tikið brattar avgerðir og soleiðis eisini hesuferð. Hetta var lagt fram fyri Harran um at Hann í ríku náði síni mátti síggj­a fram til tað tey ætlaðu. Avgerðin var ikki løtt, tí tað var nógv at fara frá, 5 børn, ommu og abbabørn, vinir og kenn­ ingar, men avgerðin at tað skuldi farast avstað, út í hetta ókenda varð tikin. Heimið á Vágsheygnum varð læst og tey bæði settu kós móti Hirtshals. Eg haldi, at eg taki ikki munnin ov fullan tá eg sigið at krumtappurin í øllum virk­ seminum á Malta øll hesi árini hevur verið Greta. Hon hevur verið sum ein bøga sum fj­álgar um ungar­ nar, fyrst upp um morgunin og síðst til køj­s um kvøld­ ið. Levi, Greta og børnini, eg síggið stórt í at hava kent tykkum, síðan eg var ein ungur drongur, og hvørj­a ferð tað er lj­ós á sunnara enda á Vágsheygnum, so má eg niðan at heilsa uppá tykkum. Øll hesi árini tit hava verið í Hirtshals hava vit havt eitt tætt samband, og tað takki eg fyri. Levi hevur ein stóran áhuga í at vitj­a samkomur runt í landi okkara, tað hev­ ur hann havt, síðan hann var heilt ungur, at bera tey góðu tíðindi um at enn stendur náðihurðin opin. Tað fall mær í lut at sleppa at vera við fyri nógv­ um árum síðani, og tað eri eg glaður fyri. Havi verið nakrar ferðir inni á Malta ígj­øgnum árini, men sein­ asta heyst fóru nakrir niður at smíða, og eg var ein av teimum, tað má eg siga, at Harrin hevur sæð til tað arbeið, sum hevur verið gj­ørt á Malta. Ævinleikin skal prógva, at tað var gott, at tað var far­ ið út á tann danska akurin, suður á land, umborð á skip­ ini og onnur støð við. Eg veit at tú Levi vilt geva harranum æruna fyri alt. Góði Levi, eg ynski tær alt tað besta framyvir, nú eru nógv ár síðani loggið á Kyrj­kasteini varð avlisið á veg til Grønlands, og nógv er broytt, men Harrin er hin sami, Hann, sum tú hevur roynt at tænt, síðan tú vart ein smádrongur, einaferð kemur avrokningin frá Kongi Konganna, ein serlig heilsan fer til Gretu. Bestu heilsanir Við 2. Sámuelsbók 23. Ørindi 5. Heini Levi Joensen 75 ár Magni Mohr doktari í fótbólti Lesið -so eru tit við!