Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 164 - 28. august 2001 Nr. 164 - 28. august 2001 11 Bygdaráðið heldur tað verða óforsvarligt við tveimum skúlum í Mikladals kommunu, og avgerðin hjá teimum viðvíkjandi skúlanum á Trøllanesi er endalig SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein Bygdaráðið í Mikladali hevur tikið sína avgerð um skúlan á Trøllanesi, og tann avgerðin verður ikki broytt. – Vit hava nú í nógv ár satsað upp á skúlan í Mikladali, og vit halda, at tað er óforsvarligt nú at fara at gera skúlan á Trøllanesi í stand eisini, sigur Christian Andreasen, sum er ein av teimum trimum bygdaráðs- limunum í Mikladals kommunu. Hinir báðir limirnir í bygdaráðnum eru burtur- staddir í løtuni. – Skúlin í Mikladali er í góðum standi, og vit hava til dømis keypt teldur til skúlan. Hinvegin er skúlin á Trøllanesi ikki hildin sum skúli seinastu mongu árini, og vit halda ikki, at tað er ráðiligt fyri kommununa at fara at seta hann í stand nú, sigur hann. Kláraðu einki sjálvi Nýggja bygdaráðið í Mikladali kolldømdi av- gerðina hjá fráfarandi bygdaráð um at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. – Gamla bygdaráðið hevði málið um skúlan á Trøllanesi fyri í 1997, men tað varð tað felt, og einki varð gjørt við skúlan øll hesi árini. Á seinasta fund- inum áðrenn tey løgdu frá sær, avreiddu tey hetta málið, sum tey ikki kundu semjast um, til nýggja bygdaráðið, sigur Christian Andreasen – Fólk á Trøllanesi still- aðu ikki upp til kommunu- valið, og tey atkvøddu blankt á valinum. Tí hava tey sjálvi sett seg uttan fyri ávirkan og standa nú á síðulinjuni og krevja nakað, sum tey ikki sjálvi kláraðu at fáa í lag, sigur Christian Andreasen. Trøllanesfólk høvdu meirilutan í gamla bygda- ráðnum, meðan tað einans eru fólk úr Mikladali, sum nú eru í bygdaráðnum. Skeiv mannagongd Christian Andreasen held- ur, at skeiv mannagongd er brúkt í málinum um skúlan á Trøllanesi. – Tá Torbjørn Jacobsen tók avgerðina um at lata skúlan á Trøllanesi uppaft- ur, visti hann um støðuna hjá bygdaráðnum. Vit høvdu sagt honum frá okk- ara avgerð, og hann fekk eisini grundgevingarnar fyri avgerðini, sigur Christ- ian Andreasen. – Hóast tað tekur hann avgerðin um at lata skúlan uppaftur, og tað halda vit er púra burturvið, sigur hann. Christian Andreasen staðfestir, at teirra avgerð er endalig, og at einki verð- ur gjørt meira við málið. Hvat so við børnunum, sum eru tikin úr skúlanum? – Tað fáa vit sum bygda- ráð einki gjørt við. Vit hava sent fráboðanina til mynd- ugleikarnar, og teir mugu taka sær av tí, sigur hann. – Skúlagongdin á Trølla- nesi hevur riggað sera væl øll hesi árini, og tí er eingin orsøk at broyta hetta. Sama íløgu Christian Andreasen held- ur, at búskaparpolitikkurin í landinum forðar fyri, at skúlin á Trøllanesi skal ger- ast í stand og takast í nýtslu. – Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sigur, at tvær kommunur, sum eru grann- ar, skulu ikki gera somu íløgu, men heldur sam- starva um tær. Í hesum før- um er talan um at gera somu íløgu á tveimum støðum í somu lítlu kommunu, og tað kann ikki verða rætt, sigur bygda- ráðslimurin í Mikladali. – Vit halda, at hetta málið varð avgreitt fyri langari tíð síðani, og tað visti Menta- málastýrið av. Tí er tað løgið, at teir nú mæla til at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur, sigur Christian Andreasen. Avgerðin er endalig Bygdaráðið í Mikladals kommunu hevur avgjørt, at skúli skal bara verða í Mikladali og ikki á Trøllanesi, og tann avgerðin er endalig Seinasta vikuskiftið vitjaði umsitingarligi leiðarin fyri Nordisk Kulturfond í Føroy- um. Skulu føroyingar fáa fleiri pengar úr grunninum, so krevur hetta, at betri um- sóknir verða skrivaðar MENTAN Heri á Rógvi Seinasta vikuskiftið var umsitingarligi leiðarin fyri Nordisk Kulturfond í Før- oyum. Umframt ymsar fundir, so vóru ørindini eis- ini at halda ein fyrilestur fyri føroyingum, har tosað varð um hvat og hvussu viðvíkjandi umsóknum um stuðul. Sosialurin fangaði svian í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin. Navnið er Mats Jønsson, og starvið er sum áður nevnt umsitingarligur leið- ari fyri Nordisk Kultur- fond. Sjálvt heitið umsit- ingarligur leiðari er ikki tað almenna heitið, men heldur eitt starvsheiti, sum undir- ritaði sjálvur hevur snøgg- að til. Á visitkortinum hjá Mats Jønsson stendur »Special Adviser«. Arbeið- ið hjá honum snýr seg nú einaferð um at umstita inn- komnu umsóknirnar, sum verða senda Nordisk Kul- turfond. Eisini fæst hann við at fyrireika ymiskt og av og á halda fyrilestrar. Svii Sjálvur er Mats Jønsson svii. Hann er sjálvur triðja starvsfólki hjá Nordisk Kulturfond. Tað er Nordisk Ministerråd, sum stendur fyri grunninum. Mats Jøns- son er úbúgvin lærari. Hann hevur eitt ótal av royndum frá tílíkum mill- umlanda arbeiði. Grunnur- in letur hvørt einari 26 mió í stuðuli. Tað heldur ikki hissini uppgáva, sum Mats og hini í umsitingarliga partinum av Nordisk Kulturfond hava. Hvørt ár koma einar 1000 umsóknir. Tað eru tvær innlatingafreistir um árið. Uppgávan hjá Mats og hinum er síðani at viðgerða allar umsóknir og leggja tær, sum lúka treytirnar fyri nevndina. Tað er nevndin, ið í hvørjum einstakum føri skal taka avgerð, um tann einstaka umsóknin skal fáa eina játtan ella ikki. Norðurlendskt meirvirði Tað eru nakrar treytir, sum verða settar, um ein um- sókn um stuðul skal verða gingin á møti. Fyrsta treyt- in er, at umsóknin umfatar eitthvørt samstarv millum í minsta lagi trý norðurlond. Umsóknir, ið einans umfata tvinni ella minni norður- lond verða sendar aftur beinanvegin við teirri frá- boðan, at eingin stuðul verður givin. Eisini eru nakrar treytir viðvíkjandi roknskapi, sum eisini skulu verða hildnar. Grunnurin raðfestir fyri hvørji fimm ár, hvørji men- tunarliga áhugamál grunn- urin serliga skal røkja. Ì hesum sambandi nevnir Mats Jønsson, at útnorður, t.e. eitt nú Føroyar, altíð verður raðfest ovarliga. – Tað hevur alstóran týdning at roynt verður at skapa eitt norðurlendskt meirvirði í einum og hvørj- um, sum vit skulu veita stuðul til, sigur Mats Jønsson. Mats sigur eisini, at tað somuleiðis hevur týdning, at eitt nú føroysk mentan eisini knýtur bond við hinar kantarnar av norðurlendska samstarvinum, her verður einamest sipað til Finnland. Eitt nú kann verða víst á framførsluna av Macbeth, sum eftir ætlan skal vera í Føroyum fyrst í komandi ári. Her verða so at siga all- ir endar av norðurlendska samstarvinum knýttir sam- an, og hetta er nakað, sum tey í Nordisk Kulturfond dáma. Grunnurin veitir stuðul til at kalla øll endamál. Tó verður ikki veittir stuðul til byggingar ella umvælingar. Tá hann verður spurdur um, hvat føroyingar skulu gera fyri at fáa størri part av stuðulskrónunum, so ljóða boðini greitt: Føroyingar, eins og øll onnur, skulu skriva betir umsóknir. Tá tosað verður betri umsókn- ir, so verður sipað til, at greitt verður nágreiniligt frá, hvussu hetta, sum sókt verður um, eitt nú kann skapa norðurlendskt meir- virði eins og at umsóknin er fyndug og byggir á realist- isk mál. Nevndin, sum tekur endaligu avgerðirnar um hvør skal fáa stuðul, hevur eitt føroyskt umboð; Jóann- es Dalsgaard umboðar øll tey sjálvstýrandi økini í norðurlendska samstarvin- um. Mars og september Umsóknarfreist er tvær ferðir um árið; 15. septem- ber og 15. mars. Einar tríggjar mánaðir seinni fáa so teir ymsu umsøkjarnir at vitja, um júst teirra umsókn er gingið á møti. Mats Jønsson vónar at síggja nógvar og góðar føroyskar umsóknir hesuferð, tí her er ein møguleiki hjá føroysk- um mentunarlívi at fáa eitt sindur av kærkomnum pengum. Um tað er onkur, sum kanska kundið havt áhuga at søkt, so ber til at kaga út á alnetið á nordiskkultur- fond.dk. Leiðarin fyri Nordisk Kulturfond: – Skrivið betri umsóknir – Føroyski fólkaskúl- in krevur í dag væl brynjaðar og eldhug- aðar lærarar. Men nógvir lærarar mis- trívast, ónøgdin er stór og fleiri leita eftir øðrum avbjóðingum. Vit eiga at taka hetta í álvara og kanna eftir, hví so er, fyri at gongdin kann vend- ast, sigur Emmy S. Joensen, skúlastjóri í Miðvágs-Sandavágs- skúla og næstfor- kvinna í Føroya Lær- arafelag FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Føroyski fólkaskúlin hevur verið í andaleypi síðani nýggja fólkaskúlalógin varð samtykt á løgtingi í 1997. Nú fýra ár eru liðin síðani nýggja lógin kom, fáa skúlarnir framvegis ikki nóg stóra játtan soleiðis at krøvini, ásetingarnar og ætlanirnar lógin leggur upp til, kunnu verða fylgt. Hetta skapar sum vera man stóra órógv innan skúlagátt. – Nógvir trupulleikar eru í skúlanum í dag, men tann størsti er, at vit ikki fáa nýggju lógina at virka. Hon leggur upp til nógvar koll- veltandi broytingar. Lærar- ar í dag skulu í nógv størri mun vera ígongdsetarar og vegleiðarar enn fyrr. Árs- ætlanir skulu gerast fyri hvønn flokk og næming sær, elstu flokkarnir skulu gera tvungnar tvørfakligar verkætlanaruppgávur, og nú skulu menningarætlanir eisini gerast. Hetta krevur nógv av lærarum og alt fer í gongd uttan at nøkur eftir- meting er ella nakað sam- skifti er millum skúlafólk, skúlar og Mentamálastýrið um royndir av hesum ymiska, sigur Emmy S. Joensen, skúlastjóri í Mið- vágs-Sandavágsskúla og næstforkvinna í Føroya Lærarafelag. Foreldur í dag fylgja væl við, hvat hendir í skúlan- um. – Tað er ógvuliga posit- ivt. Hinvegin seta nógv for- eldur spurnartekin við tað sum lærarin ger, og summi foreldur taka sum givið, at lærarar átaka sær nakrar uppgávur, mangan uppal- ingarligar uppgávur, sum foreldrini í grundini eiga. Sum lærari renni eg meg ofta í, at næmingar gloyma bøkurnar eftir, ikki lata uppgávur inn, møta illa upp, fara í feriu í úrtíð og so framvegis, uttan at for- eldur, sum eru nógv meiri krevjandi í dag, taka hetta í álvara. Tá er tað trupult at vera eldhugaður lærari. Børn eru nógv fríari í atferð í dag yvir fyri foreldrum og skúla. Í sjálvum sær er tað eingin trupulleiki um tey læra at hógreiggja sær í einum felagsskapi. Sum oftast læra tey tað, men vit mugu ásanna, at tann upp- alingarligi parturin tekur meiri og meiri pláss, orku og tíð í skúlanum. Í onkrum føri hava vit verið noydd at heita á serkunnleika fyri at fáa ein flokk at virka, sigur Emmy S. Joensen. Stór ónøgd Tað er so sum so við trivn- aðinum hjá lærarum í før- oyska fólkaskúlanum í dag. Nógvar orsøkir er til tað. Trupulleikarnir í fólkaskúl- anum gerast meiri sjónligir, og onkustaðni er rætt og slætt ruðuleiki, tí samsvar er ikki millum virksemi skúlans og játtanina. Onnur viðurskifti gera eisini sítt til, at lærarar ikki støðast væl í lærarayrkinum, eitt nú at teir í størri og størri mun eru noyddir at átaka sær uppalingarligu uppgávuna yvir fyri næmingum. – Fleiri og fleiri lærarar tosa um at royna okkurt annað. Nógv arbeiða sum lærarar í tvey-trý ár, royna so okkurt annað og koma síðani aftur, tí eitt nú pensjónsviðurskiftini eru rættiliga góð hjá lærarum. Eftir mínum tykki er tað sera umráðandi at taka hes- ar ábendingarnar í álvara og kanna eftir, hvat tað er, sum ger lærarayrkið so møtimikið. Gongdin má vendast, sigur Emmy S. Joensen. Skal gongdin vendast, er umráðandi í fyrstu atløgu, at hugt verður eftir lærara- útbúgvingini og hvat fyri fortreytir ein lærari skal hava fyri at virka í føroyska fólkaskúlanum í dag, sigur Emmy S. Joensen. – Tað er positivt, at lær- araútbúgvingin nú verður endurskoðað. Hon gevur sum er ikki tær fortreytir, sum nýggja fólkaskúlalóg- in krevur av lærarum í dag. Í fleiri førum eru vit noydd at senda nýklæktar lærarar á skeið ella eftirútbúgving fyri at kunna átaka læru- greinir, nýggja lógin ásetur. Læraraskúlin eigur eisini at styrkja starvsvenjingina, soleiðis at lærarar betur vita, hvat rørir seg í skúlan- um. Plástur á sárið Í løgmansrøðuni á ólavsøku verður sagt, at føroyski fólkaskúlin skal ovast á breddan komandi ár. Ljós skal varpast á skúlan og viðurskifti innan skúlagátt, og arbeiðast skal fram ímóti, at virksemi og játtan sampakka. Góð orð, men næstforkvinnan í Føroya Lærarafelag tekur tey við stórum fyrivarni. – Veit ikki um hatta er valagn ella plástur uppá sárið eftir stóru orrustina sum hevur verið um skúlan í hesum árinum, men eg havi ilt við at trúgva so føgrum orðum. Tað skapar í øllum førum ikki álit at taka grundarlagið undan eftirútbúgvingini av fólka- skúlalærarum í vár og so í summar boða frá, at skúlin skal raðfestast hægri. Hin- vegin vóni, at okkurt hend- ir. Emmy S. Joensen mælir landsstýrismanninum til at lurta eftir skúlafólki soleið- is at skeiva gongdin, sum hevur valdað í fólkaskúlan- um seinastu árini, verður vend. – Eg vil mæla landsstýr- ismanninum til at byrja við at lækka næmingatalið í flokkunum, soleiðis at lær- arar hava betri tíð og um- støður at vera um børnini. Foreldur og næmingar ynskja jú eldhugaðar lærar- ar. Eftirútbúgvingin má styrkjast og raðfestast, og læraraútbúgvingin skal ger- ast betri. Hugt eigur eisini at vera at kynsbýtinum millum lærarar, sum kundi verið javnari. Ein stór ábyrgd liggur á lærarum fyri at gera skúlan betri, heldur Emmy S. Joensen. – Myndugleikar, skúlin og foreldur seta stór krøv til læraran, men lærarin skal eisini duga at seta krøv, loysa frá posabandinum og ikki góðtaka alt. Lærarar skulu í nógv størri mun enn nú seta orð á trupulleikarn- ar. Tað, sum ikki er í lagi, skal rættast, áðrenn farið verður víðari og har mugu og eiga lærarar at ganga undan. Tørvar nýggjan íblástur Lærarar leita út um skúlans gátt sum ongantíð fyrr, teir flestu eftir øðrum avbjóð- ingum, men tó ikki so fáir eftir nýggjum íblástri fyri betur at kunna røkja lærara- starvið, sum teimum dám- ar. Tað eru 14 ár síðani Emmy S. Joensen varð út- búgvin lærari og í níggju ár hevur hon verið skúlastjóri. – Eg havi alla tíðina stúrt fyri at steðga upp sum lær- ari og stjóri. Sum leiðari skalt tú seta í gongd og fáa tínar starvsfelagar at trív- ast. Ætlanin hevur ongantíð verið, at eg skuldi vera stjóri so leingi. Eg havi trivist væl, men nú tørvar mær nýggjan íblástur. Tí umhugsi eg at fara í far- loyvi og útbúgva meg meiri innan skúlaskap, sigur Emmy S. Joensen at enda í viðtali. Emmy S. Joensen, skúlastjóri og næstforkvinna í Føroya Lærarafelag: Lærarar mistrívast í skúlanum – Myndugleikar, skúlin og foreldur seta stór krøv til læraran, men lærarin skal eisini duga at seta krøv, loysa frá posabandinum og ikki góðtaka alt, sigur Emmy S. Joensen, skúlastjóri í Miðvágs- Sandavágsskúla og næstforkvinna í Føroya Lærarafelag Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 11 10