týsdagur 28. august 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 • Týsdagur • 28. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hetjurnar
frá Lands-
krona
Síða 15
Í Runavík kenna tey
seg sera illa viðfarin
av FSF. – Vit verða
slettis ikki eftirspurd-
ir, sigur formaðurin í
felagnum um avgerð-
ina at flyta dystin
millum HB og NSÍ
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum vit nevndu í leygar-
dagsblað okkara, so tóktust
runavíkingar alt annað enn
nøgdir um, at dysturin mill-
um HB og NSÍ, sum skuldi
verið leiktur sunnudagin,
varð fluttur til týsdagin.
Serstakliga var venjarin
illur um, at at hann fríggja-
dagin á middegi framvegis
ikki visti, nær dysturin
skuldi spælast, men sum
kunnugt, so varð hetta stað-
fest seinni sama dag.
Illa viðfarin
Hetta er tó ikki tað einasta,
sum runavíkingar eru illir
um. Yvir høvur kenna teir
seg sera illa viðfarnar av
kappingarstjóranum, og á
heimasíðuni
hjá
NSÍ,
www.nsi.fo, er samrøða við
formannin, Jákup Morten-
sen, har hann greitt gevur
til kennar, at hann er harm-
ur um viðferðina. Tað sama
segði hann eisini við Sosi-
alin, tá vit sunnukvøldið
fingu orðið á hann.
- Eg kann bara siga, at vit
kenna okkum serdeilis illa
viðfarnar av kappingar-
stjóranum í hesum máli-
num. Vit fingu fyrst ein
fyrispurning frá HB, um at
flyta dystin. Vit vildu ikki
ganga hesum á møti, og
síðani frætta vit einki, fyrr
enn vit fríggjadagin eftir
døgurða fáa eitt faks, har
tað stendur, at dysturin
verður leiktur týsdagin, sig-
ur Jákup Mortensen.
- Tað er serliga tað, at tú
við hesum tekur allan
diskussiónsrætt frá felag-
num. Sjálvandi hevur kapp-
ingarstjórin heimild til at
skera ígjøgnum, men tað er
sera harmiligt, at hann als
ikki tekur feløgini við upp á
ráð í viðgerini av málinum.
Hóast vit avvístu fyrispurn-
inginum frá HB í fyrstu
syftu, so hevði man helst
kunna funnið eina loysn,
sum var til at liva við, um
so var, at partarnir tosaðu
saman um málið, men tað
verður so ikki gjørt.
- Hetta gongur eisini út
yvir aðru deild hjá okkum.
Nakrir leikarar skuldu ætl-
andi niður av fyrsta liði,
men tað fáa teir ikki gjørt,
tá teir ikki kunnu leypa dyst
um. Ein loysn kundi verið,
at dysturin varð leiktur
mánakvøldið, og at vit so
fingu loyvi at flyta spælarar
niður.
Formaðurin sigur víðari,
at hann væl dugir at síggja,
at fyrireikingarnar hjá HB
miseydnaðust men hann
heldur tó ikki, at hetta kann
nýtast sum umbering.
- HB hevur nú í nógv ár
tikið lut í europeisku kapp-
ingunum, so teir áttu at
vita, hvussu ferðingin aftur
og fram skuldi skipast.
Ikki fyrstu ferð
Annars er Jákup Mortensen
sera beiskur inn á framferð-
arháttin hjá kappingarstjór-
anum. Ikki bara í hesum
málinum, tí runavíkingar
vóru eisini noyddir at flyta
dyst fyrr í ár.
- Tað var dysturin móti
FS Vágum, sum vit noydd-
ust at flyta. Trupulleikin var
ikki at flyta dystin, men tá
dystarskráin hjá okkum
gjørdist sera tøtt, vildu vit
broyta ætlaðu ásetingina av
dystinum. Hetta tí vit um
sama mundi skuldu spæla
báðar
hálvfinalurnar
í
steypakappingini móti KÍ.
- Ta ferðina legði kapp-
ingarstjórin bara hornið á,
mitt í eini samrøðu, og so
var púra ógjørligt at fáa fat-
ur á honum aftur. Hann tók
ikki telefonina, og so komu
boðini um dystarflyting á
sama hátt sum hesaferð.
Bara sum eitt diktat.
- Tað haldi vera ein so-
mikið ófólkaligan fram-
gangsmáta, at tað undir
ongum umstøðum kann
góðtakast.
Reglur eiga at gerast
At enda spurdu vit so eisini
formannin í felagnum, um
NSÍ ætlar at fara víðari við
hesum málinum, og um so
er er, hvat felagið ætlar at
gera. Á heimasíðuni hjá
felagnum verður nevnt, at
ein møguleiki kundi verið
at reist misálitisváttan móti
kappingarstjóranum á kom-
andi aðalfundi, men somik-
ið langt tykist Jákup Mort-
ensen ikki ætla sær at fara.
- Eg haldi tað vera av
stórum týdningi, at vit fara
eftir bóltinum og ikki eftir
manninum í hesum máli-
num. Eg havi so ongar per-
sónligar ætlanir um at
leggja eftir Børge B. Han-
sen, tí vit skulu øll virka í
felag í hesum umhvørvi-
num framyvir.
- Eftir mínari fatan ræður
fyrst og fremst um, at vit
finna út av, hvussu vit
kunnu skipa ein fastan leist,
soleiðis at feløgini longu
við ársbyrjan vita, hvussu
farast skal fram, tá feløg
luttaka
í
europeiskum
kappingum. Tað ber ikki til,
at tað hvørja ferð skulu
fremjast broytingar mitt í
kappingarárinum.
- Tað, sum tað snýr seg
um, er at vit eru troyttir av
at vit áhaldandi verða igno-
reraðir av kappingarnevnd-
ini hjá FSF, og vit ætla okk-
um so ikki at lata málið fara
fram við uttan víðari, sigur
Jákup Mortensen at enda.
Krzystof
fer til VB
Seinastu tíðina hava leysasøgur gingið um, at
venjarin hjá VB, Krzystof Popczynzki, er á veg til
Gøtu, har hann skal spæla fótbólt komandi árið.
Vit hava áður roynt at fingið hesi tíðindi
váttað, men hetta hevur tíverri ikki eydnast okkum, og
sum tað sæst aðra staðni í blaðnum, so vórðu tíðindini
avsannað so seint sum sunnukvøldið.
Beint áðrenn døgurða fingu vit tó tíðindini
váttað av formanninum í GÍ. Svenn Olsen sigur, at
sáttmáli nú er skrivaður við Krzystof Popczynzk.
Orsøkin til, at teir ikki hava vilja váttað tíðindini áður
er, at allir partar í málinum ikki vóru kunnaðir, men
formaðurin sigur nú, at alt hetta er komið í rættlag.
Talan verður tó ikki um, at Krzystof skal
venja gøtumenn, soleiðis sum hann hevur gjørt tað í
Vági. Johan Nielsen, sum burtur sæð frá einum lítlum
millumspælið miðskeiðis í nítiárunum hevur vant GÍ
síðani 1989, hevur longt sáttmálan við GÍ, og ætlandi
verður hann framvegis venjari í Gøtu tey bæði
komandi árini.
-jm
Kenna seg illa viðfarnar
Jákup Mortensen heldur tað
vera tiltrongt, at greiðar
reglur verða gjørdar fyri,
hvussu farast skal fram, tá
føroysk feløg eru úti í Europa
og royna seg
13
12
Nr. 164 - 28. august 2001
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Havn hevur
havt fleiri smámál at
taka sær av hetta viku-
skiftið. Tvær fráboðanir
eru komnar um herverk.
Fríggjakvøldið hevði
onkur gjørt seg inn á ein
bil, sum stóð parkeraður
fyri náttina við farstøð-
ina, og motorhjálmurin
var illa farin. Tað er ikki
vanligt, at løgreglan
hevur nakra hóming av,
hvør fremur øll hesi
herverkini, men í hesum
føri, heldur hon seg vita,
hvør stendur aftanfyri
ógerðina.
Í Steinatúni hevur
onkur brotið neonskelt-
ið hjá kioskini. Hetta
hendi leygarnáttina.
Svína til av bili
Onkur hevur vent sær til
løgregluna um viku-
skiftið og gramt seg um
ein bil, ið ikki hevði víst
ansni fyri teimum gang-
andi.
Viðkomandi var illa
dálkaður, tá ein bilur
koyrdi í ein hyl á veg-
num. Persónurin fekk
nummarið og meldaði
til løgregluna. Bilførar-
in kann vera ákærdur
fyri brot á ferðslulógina,
tí allir hava »forplikt-
else overfor gående«
sambært lógini.
Annars hevur løgregl-
an ikki fangað nakran,
ið hevur koyrt ov skjótt
ella við kenning hetta
vikuskiftið. Tveir per-
sónar hava verið og
sovið rúsin av sær inni í
klivanum, og tað er
minni enn vanligt.
LØGREGUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Um vikuskiftið fekk
løgreglan í Klaksvík frá-
boðan um ein bilførara,
ið hevði koyrt vitleyst í
miðbýnum. Løgreglan
fekk nummarið á bil-
inum og royndi at elta
hann, men tað eydnaðist
ikki at finna føraran
aftur.
Tað er sum so einki
óvanligt, at førarar koyra
skilaleyst í býnum, og
tað verður fráboðað løg-
regluni, men tað er ikki
altíð, at fólk fáa numm-
arið við.
Sunnumorgunin fekk
løgreglan í Klaksvík
fráboðan um húsaófrið í
býnum. Fólk vórðu bliv-
in heldur heit, og tí helt
onkur tað vera neyðugt
at tilkalla løgregluna. Tá
hon kom á staðið var
støðan ikki so álvarsom,
at hon var noydd at
skilja partarnar.
Fleiri innbrot hava
verið í handlum í
Niels Finsensgøtu í
Havn um vikuskiftið.
Fýra ferðir hava tjóv-
ar verið uppá spæl.
Fríggjanáttina brutu
ótangar seg inn í
Beauty Line, har
8.000 krónur eru
tiknar
INNBROT
Stefan í Skorini
Innbrotstjóvar hava veru-
liga gjørt um seg hetta
vikuskiftið.
Fyritøkan
Beauty Line kendi sviðan
av hesum. Fríggjanáttina
hava óbodnir gestir verið á
gátt og tikið 8.000 krónur
úr kassanum.
Innbrotstjóvarnir
eru
slopnir inn gjøgnum eitt
lítið vindeyga í kjallara-
hæddini hjá Radiohandlin-
um, har Beauty Line heldur
til.
Síðani eru teir farnir í
pengakassan, sum er brotin
upp, og peningurin er tikin
úr. 8.000 krónum fingu teir
hendur á, og tað er ikki so
galið fyri eina nátt.
Annars er einki tekin um
herverk á staðnum. Teir
hava bara tikið peningin og
sloppið sær burtur. Løg-
reglan veit einki at siga um
gerningsmenninar. Eingi
vitni eru funnin enn, og tí
er ilt at siga nakað hesum
viðvíkjandi.
1.000 krónur í nátt
Sunnunáttina hava inn-
brotstjóvar aftur verið í
penganeyð.
Hesuferð
gjørdu teir meira um seg
við at bróta inn í trimum
støðum. Løgreglan fekk
fráboðan um hetta mána-
morgunin.
Fyrst varð farið í verk-
staðið hjá Radiohandlinum,
ið er í kjallaranum í Niels
Finsensgøtu 16. Har var
einki at taka, og tí fóru
menn víðari til Beauty Line
í sama bygningi, sum enn
einaferð var offur fyri
innbroti. Har var allur pen-
ingurin longu tikin, og tí
hildu tjóvarnir fram.
Farið varð í grannahúsini,
har handilin Thomas Dam
Búnýti er at finna. Endiliga
fingu
gerningsmenninir
hendur á reiðum peningi.
1.000 krónur vórðu tiknar
úr kassanum, og her endaði
náttarútferðin. Eisini hesu-
ferð sluppu tjóvarnir inn
gjøgnum eitt lítið vindeyga
aftanfyri.
Løgreglan sigur seg hava
ein væl grundaðan illgruna
um, at hetta eru somu per-
sónar, sum hava framt hesi
trý innbrotini. Framferða-
rhátturin er tann sami, og
tey eru eftir øllum at døma
framd beint eftir hvønn
annan.
Heldur ikki í hesum før-
inum er tað eydnast løg-
regluni at fáa nakra ábend-
ing at ganga eftir. Hyggja
vit at teimum innbrotum,
sum eru framd seinastu
tíðina, so sleppa innbrots-
tjóvar oftast væl frá slíkum
lógarbrotum.
ARBEIÐSÓHAPP
Stefan í Skorini
Sunnukvøldið
klokkan
hálvgum níggju hendi eitt
arbeiðsóhapp á bryggjuni í
Tjaldavík, sum er nakað
sunnanfyri Øravík í Suð-
uroy.
Tveir mans arbeiddu við
at lossa alifóður av tveim-
um lastbilum, tá óhappið
hendi. Brádliga fær last-
bilurin yvirbalansu, og
hann
koppar
omanyvir
menninir. Báðir royna at
leypa á sjógv undan bil-
inum, men tann eini er ov
seinur. Hann kemur at
liggja undir bilinum.
Tíbetur fekk maðurin
ikki álvarsamt mein av
óhappinum. Hann breyt
bara beinið, meðan hin
slapp snikkaleysur. Teir
sluppu sostatt væl frá tí.
Orsøkin til at bilurin
koppaði var hon, at undir-
lendi har lastbilurin stóð,
ikki var nóg trygt. Fóturin á
lastbilinum, sum verður
nýttur at stuðla uppundir
bilin meðan lossað verður,
glíður í lendinum, og tí
koppaði lastbilurin.
8.000 krónur stolnar
í innbroti
Hesin bygningurin í Niels Finsensgøtu hevur havt tvey innbrot um vikuskiftið, og grannahúsini hjá Thomas Dam hava eisini
staðið fyri skotum
Eltu bil í Klaksvík
Herverk við
farstøðina
Maður lá undir lastbili
C
M
Y
K
12