týsdagur 28. august 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 28. august 2001
15
ÍF rætt og slætt vant
burtur úr TB, og
undirstrikaðu týði-
liga, at teir hava ætl-
anir um at spæla í
bestu deildini kom-
andi kappingarár
2. DEILD
Jákup Mørk
Lagt var upp til tann heilt
stóra fótbóltsdystin, tá TB
vitjaði í Fuglafirði leygar-
dagin. Á pappírinum kundi
verið líkt til, at hesin dyst-
urin væl kundi gerast av-
gerðandi fyri uppflytingar-
vónirnar hjá hesum báðum
liðunum, og tað var hann
sum so eisini.
Í øllum førum staðfesti
stórsigurin hjá fuglfirðing-
um, TB neyvan hevur nak-
að at siga, tá spurningurin
um gull og silvur skal svar-
ast. Meira sannlíkt tykist, at
hesin verður svaraður, tá
Skála vitjar í Fuglafirði á
næst seinasta leikdegi.
Klassamunur
Málini siga ikki altíð so
nógv, men leygardagin var
stórsigurin ein stór undir-
strikan av muninum, sum
var millum liðini bæði.
Í fyrra hálvleiki var mun-
urin kanska ikki heilt so
stórur, og serstakliga mið-
skeiðis
í
hálvleikinum
megnaðu tvørámenninir at
leggja eitt ávíst trýst á
vertirnar, tá teir fleiri ferðir
spældu seg ígjøgnum í
borðunum.
Í seinna hálvleiki gjørdist
munurin tó alt sjónligari.
Fuglfirðingar tóktist vera
nógv betri fyri kropsliga.
Teir settu meira ferð á spæl-
ið, og gestirnir fingu als
ikki fylgt við í hesum.
Dysturin varð í roynd og
veru avgjørdur, tá Jan
Jørgensen tiðliga í seinna
hálvleiki varð leiktur leys-
ur, og tá tvørámenn seinni
fingu leikara riknan av
vølli fyri tvær ferðir upp í
slag at vera ov seinu við
taklingunum, gjørdist tað
heilt vónleyst.
Fuglfirðingar settu nú
ferðina nakað niður, men
hóast hetta, og hóast teir
spardu allar skiftisleikarar-
nar til næst besta liðið, so
megnaðu teir kortini at seta
trumf á við trimum málum
afturat, harav serliga tey
bæði seinastu vóru ein
fragd fyri eyga.
Heini Heinason var mað-
urin aftan fyri 5-0 málið.
Eftir at Rógvi Róin stakk
inn um verjuna, drógv
Heini fyrst framvið einum
verjuleikara og málverja-
num, áðrenn hann úr spísk-
um snýttti seinasta verju-
leikaran við at rulla bein-
leiðis í málið, heldur enn at
rulla tvørturum.
Bárður á Lakjuni fekk
seinasta orðið, tá hann tærr
inni undir málinum sera
hegnisliga nýtti hælin at
stýra bóltinum inn um púra
sakarleysa TB-málverjan.
Vónirnar
Sums sagt, so var talan um
klassamun, og eftir dygga
ósigurin
stendur
helst
greitt, at tað heldur ikki
verður í ár, at tvørámenn
skulu gera sær vónir um
uppflytan.
Í løtuni hevur liðið heldur
ikki tær dygdirnar, sum
skulu til fyri at standa seg í
deildini. Heldur ikki hóast
teir nú hava styrkt um liðið
við at fáa Sasja Radosavlje-
vic við aftur. At kalla allan
dystin var hann hildin sera
væl av Torstein Joensen, og
seinastu løtuna mátti TB so
spæla uttan jugoslavan,
sum noyddist skaddur av
vøllinum.
Fuglfirðingar tykjast hin-
vegin hava sett beina kós
móti gullmerkjunum, sum
eisini geva beinleiðis at-
gongd til bestu deildina.
Byrjanin upp á árið var
heldur trilvandi, men sein-
astu dystirnar hevur kósin
verið bein, og hóast teir enn
eru á øðrum plássinum á
stigatalvuni, so kunnu teir
sjálvir gera av, hvør lagna
teirra verður.
ÍF-TB 6-0 (2-0)
1-0: Eyðolv Petersen
2-0: Torstein Joensen
3-0: Jan Jørgensen
4-0: Jan Jørgensen
5-0: Heini Heinason
6-0: Bárður á Lakjuni
Sjey av teimum ellivu,
sum vóru við til at
vinna á Eysturríki í
1990, hava seinastu
vikurnar gjørt um seg
í fremstu røð
VETERANAR
Jóannes Hansen
Eitt fótbóltslív í fremstu
røð man í miðal liggja um
eini tólv ár. Hjá teimum
flestu tekur tað sína tíð at
koma á toppin. Summir
gevast, meðan teir eru á
toppinum, aðrir duga at
trappa spakuliga niður, og
so eru tað teir, sum gevast
fleiri ferðir, men sum ikki
kunnu halda seg burtur frá
fótbóltinum ella um av øðr-
um verða kroystir at fara
uppí aftur.
Orsøkirnar eru ivaleyst
ymiskar, men tað er ein
veruleiki,
at
síðani
summarsteðgin hava sjey
av teimum ellivu, sum í
1990 vóru við til at vinna
1–0 á Eysturríki, tikið lut í
bestu deildini í Føroyum.
1–0 sigurin í Landskrona
12. september í 1990 verð-
ur framvegis mett at vera
størsta sensatiónin í fótbólti
yvirhøvur í øllum heimi-
num og til allar tíðir.
Hetta mikukvøldið hevði
Páll Guðlaugsson valt hesar
ellivu at umboða Føroyar:
Jens Martin Knudsen – Jul-
ian Hansen, Mikkjal Dan-
ielsen, Jóannes Jakobsen,
Tummas Eli Hansen, Jan C.
Dam – Allan Mørkøre,
Abraham Hansen, Torkil
Nielsen, Kári Reynheim –
Kurt Mørkøre.
Eingin útskifting varð
framd, og tí sótu á beinki-
num allar 90 minuttirnar
Kaj Leo Johannesen, Poul
Enok Hansen, Magni Jarn-
skor, Jens Erik Rasmussen
og Gunnar Mohr. Tá í tíðini
var landsliðið mannað við
sekstan og ikki átjan spæl-
arum, sum ásetingarnar nú
siga er mest loyvda talið.
Jens Martin hevur alla
tíðina síðani spælt í fremstu
røð, og nú umboðar hann
sama felag, sum hann
gjørdi í 1990. Í kvøld skal
hann verja NSÍ málið ímóti
HB.
Sunnudagin var Jan C.
Dam á B68 miðvøllinum,
og Kurt Mørkøre skoraði
eitt mál fyri KÍ ímóti B71. Í
tí dystinum setti Kári Reyn-
heim seg sjálvan á B71 lið-
ið beinanvegin eftir steðg-
in. Tá vágamenn av øllum
alvi stríddust fyri at varð-
veita leiðsluna ímóti B36,
varð Torkil Nielsen settur
inn. Torkil skoraði einasta
málið í Landskrona fyri
ellivu árum síðani. Ta ferð-
ina syrgdi hann sjálvur fyri
møguleikanum, og sunnu-
dagin var um reppið, at
superveteranurin
aftur
gjørdist stóri málskjúttin,
men royndin fór dygst
skeivu megin stólpan.
Allan Mørkøre er fram-
vegis á landsliðnum, og tað
er møguleiki fyri, at hann í
kvøld fer at stríðast ímóti
einum av hinum miðvallar-
unum frá Landskrona tíð-
ini. Tá NSÍ vann 2–1 á KÍ,
var Abraham Hansen, sum
nú eitur Løkin, mitt á mið-
vøllinum, og har verður
hann kanska eisini í kvøld.
Jóannes Jakobsen hevur
ikki spælt í ár. Men næst-
síðsta sunnudag var hann á
dómaraseðlinum, tá B68
var á Sandi. Hann var eyka-
málverji, men kom ikki inn.
Tummas
Eli
Hansen
plagar at hjálpa B36 í 3.
deild, meðan Julian Hansen
og Mikkjal Danielsen gera
lítið við fótbóltin.
Virkin bonkur
Tað er eisini áhugavert at
staðfesta, at fleiri av teim-
um fimm, sum vóru á
beinkinum fyri ellivu árum
síðani, framvegis eru í
fremstu røð. Her verður
ikki minst hugsað um
Magna Jarnskor, sum fram-
vegis hevur orku at renna
sum eingin annar, og sum
er liðformaður hjá GÍ, og
um Jens Erik Rasmussen,
sum spælir við Leiftri í Ís-
landi. Har hevur hann sama
venjara, Páll Guðlaugsson,
sum hann hevði á landslið-
num fyri ellivu árum síð-
ani.
Poul Enok Hansen doyði
longu 16. desember í 1991.
Gunnar Mohr er toppskjútti
hjá HB í 2. deild, har Kaj
Leo Johannesen ofta er
málverji.
Kanska hevði tað verið
eitt hugskot, at okkurt av
yngru landsliðunum bjóð-
aði Landskrona hetjunum
av. Tak meg ikki í tí, men
tað hevði neyvan verið so
stórur munur.
ÍF-TB 6-0 (2-0):
Full-ferð-ingar
Heini Heinason hevur í ár
styrkt um álopspartin hjá ÍF.
Leygardagin gjørdist talan
um eitt mál til kvika
áleyparan, men hann var við
í nógvum av tí, sum fyrifórst
á TB-hálvuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Landskrona ger um seg
Torkil Nielsen var aftur at
síggja á vøllinum
sunnudagin, og var hepni við
stóru hetjuni frá 1990,
gjørdist hann eisini hetja í
Miðvági anno 2001
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 164 - 28. august 2001
Vágbingar, HB og
toftamenn eiga stóran
lut í avgerðini, um
FM heitið skal enda í
Gøtu ella í B36
SAMANUM
Jóannes Hansen
Tað nærkast alt meiri enda-
spurtinum í landskapping-
ini. Burtursæð frá onkrum
einstøkum umfari, so verð-
ur tað í Føroyum bara spælt
í landskappingini í fýra
mánaðir – í mai, juni, au-
gust og september. Kom-
andi vikuskifti er lands-
dystur á skránni – Føroyar
og
Luksemburg
skulu
spæla. Fimtanda umfarið
verður spælt 9. september,
og tá september verður
liðugur, verður landskapp-
ingin liðug. Átjanda umfar-
ið er á skránni á mikkjals-
messu, sum er leygardagin
29. september.
Fjúrtanda umfarið var
turbulent, bæði framman-
undan vikuskiftinum og
meðan
dystirnir
vórðu
spældir. Í NSÍ vóru teir ikki
blíðir um avgerðina, at
dysturin hjá teimum ímóti
HB skuldi útsetast til í
kvøld.
Fyri uttanfyri standandi
tykist tað undarligt, at tað
ikki skuldi bera til hjá HB
at vera við hús fyrr enn á
døgurða leygardagin, tá teir
høvdu spælt í Eysturríki
hóskvøldið. Ongantíð áður
hevur flogferðslan verið so
títt millum Føroyar og um-
heimin, sum hon er nú.
Hóskvøldið fór Atlants-
flog úr Vágum og til Jugo-
slavia við ferðalagnum,
sum hevði verið og vitjað
GÍ. Tað mátti verið lag á
manni hjá HB at fingið
Magna Arge at tikið HB
ferðalagið upp í Eysturríki,
tá flogfarið hjá Atlantsflog
alíkavæl kom tómt siglandi
norður av Balkan. Tað
hevði neyvan verið dýrari,
enn at fara tøssandi í bussi
úr Eysturríki og til Keyp-
mannahavnar og at vera í
danska høvuðsstaðnum í
eitt samdøgur. Tað hoyrir
tíðini hjá abba Magna Arge
– Buss Óla – til og ikki nú-
tíðini at ferðast upp á handa
mátan.
Nú skulu NSÍ spælararnir
úr arbeiði á døgurða í dag
fyri at spæla í Gundadali í
kvøld. Tað vil siga, at teir
missa ein hálvan arbeiðs-
dag, tí HB ferðalagið kom í
Vágar leygardagin og ikki
fríggjadagin, sum tað snilt
átti at borið til at komið.
Tað ber væl til at skilja, at
teir í NSÍ eru argir.
Spurningurin
er
so,
hvussu tað fer at tørna út á
vøllinum. NSÍ megnaði at
koppa KÍ, sum fyri stuttum
vann á HB í Gundadali. HB
hevur ikki vunnið síðani 1.
juli, tá teir vunnu 4–1 í
Miðvági. Men so skal eisini
leggjast afturat, at HB eigur
ein útsettan dyst á heima-
vølli ímóti GÍ. Hann er
ásettur at vera mikudagin
12. september.
Áminningin
Stóri turbulensurin sunnu-
dagin var í Miðvági, har tað
enn eina ferð varð dyggi-
liga undirstrikað, at eingin
dystur er avgjørdur, fyrr
enn hann er spældur. Tað
varð fylgt væl við í Gøtu og
fleiri aðrar staðir. Tá FS
Vágar var á odda, kom tað
sjálvsagt væl við í Gøtu,
har heimaliðið var framm-
anfyri. Men so vendist alt á
høvdið. B36 vann, og GÍ
misti sigurin.
Um B36 ikki hevði
megnað at vunnið í Vágum,
so hevði talan verið um
mest óvæntaða úrslitið á
árinum. Í fimta umfarinum
setti B36 met, tá teir vunnu
15–0 á FS Vágum. FS Vág-
ar er øðrvísi fyri nú, enn
teir vóru 27. mai, men kort-
ini varð tað ikki roknað við,
at B36 skuldi fáa nakrar
sum helst trupulleikar í
Vágum. Nú vóru teir hjart-
ans fegnir um tepra sigurin,
og hann gjørdist eyka kær-
komin, tá tað frættist, at
gøtumenn vóru dragnaðir
eitt sindur, tí teir ikki høvdu
megnað meiri enn javnleik
ímóti VB, sum – akkurát
sum so mangan áður –
hevði gott tak á tí í Gøtu.
Dreymurin
Fyrr í summar noyddist VB
venjarin, Popczynski, at
sita á beinkinum, tá VB
spældi innleiðandi umfarið
í Europa Cup fyri meistar-
ar. Tað harmaðist pólverjin,
sum segði seg altíð hava
droymt um at fáa høvi at
spæla í tí kappingini. Tá
hann sunnudagin javnaði til
1–1 í Gøtu, var tað sam-
stundis orsøkin til, at GÍ
misti tvey stig. Tað kann í
síðsta enda fara at vísa seg,
at tað verður hesin stiga-
missurin, sum fer at gera, at
GÍ ikki vinnur FM heitið og
harvið ikki komandi ár fær
atgongd til Europa Cup fyri
meistaralið. Og so fer tað
aftur at ganga úr yvir Pop-
czynski!
Tað hevur ljóðað leingi,
at GÍ hevur gjørt avtalu við
Popczynski um, at hann
skal spæla við teimum
komandi ár. Í síðstu viku
legði Fregnir tíðindini á
borðið – teir søgdu seg
hava væl vitandi, men
ónevndar keldur. Vit hava
skilt, at avtala er gjørd mill-
um GÍ og VB venjaran,
sum sunnudagin var eirind-
arleysur ímóti komandi lið-
feløgunum.
Popczynski
skoraði, og vit kunnu bara
ímynda okkum, hvussu tað
hevði kenst hjá honum,
vágbingum og hjá gøtu-
monnum, um GÍ málverjin
hevði bjargað skotinum,
ella um bólturin hevði farið
við síðuna av málinum.
Ivaleyst høvdu mong í
akkurát hasi støðuni latið
uppgávuna at skjóta brots-
sparkið til onkran annan,
men tað gjørdi Popczynski
ikki.
B68 og HB
stóran leiklut
Spurningurin um tað verð-
ur 1997 meistarin B36, ella
um tað verður 1996 meist-
arin GÍ, sum verður í best
hýri á mikkjalsmessu, er
framvegis opin.
Felags fyri bæði liðini er,
at tey eiga dystir eftir ímóti
bæði B68 og HB. Vágbing-
ar spældu GÍ eitt puss
sunnudagin, og teir hava
eisini møguleika at spæla
B36 eitt puss. Eingin ivi er
um, at teir í B36 sera fegnir
ynskja sær at hava vunnið
FM heitið, áðrenn teir í
síðsta umfarinum skulu til
Vágs.
B68 syrgdi sunnudagin
fyri, at bronsukrónurnar
komu uppaftur nærri Toft-
um. Og annan sunnudag
hava toftamenn tann fyrra
av tveimum møguleikum at
spæla biðlunum til FM
heitið eitt puss. Tá skal B68
í Gundadal at spæla ímóti
oddaliðnum B36. Tað hevur
fleiri ferðir verið havt á
lofti, hvussu stóran týdning
John Petersen hevur fyri
B36. Sunnudagin var sjón
fyri søgn, at tað ikki er so
lætt hjá B36, tá liðformað-
urin ikki hevur sentralan
leiklut. Ímóti B68 verður
John Petersen ikki við.
Á hinari síðuni er tað
hugaligt hjá B36 at stað-
festa, at ungir spælarar,
sum eru uppaldir í felag-
num, sunnudagin vóru við
til at syrgja fyri, at øll stig-
ini komu til Havnar. Klæm-
int Matras, Niels Joensen
og Heini í Skorini teljast
ímillum hesar.
Í næstsíðsta umfarinum
skal GÍ á Svangaskarð, og
tá kann støðan verða heilt
undarlig hjá B68. Møgu-
leikin hjá teimum fyri
UEFA Cup komandi ár er
treytaður av, at tað verður
GÍ og ikki B36, sum vinnur
FM heitið. B68 sigur á GÍ
fer sjálvandi at minka um
FM
møguleikarnar
hjá
gøtumonnum, men enn er
leingi til, at tann støðan
kann taka seg upp.
HB eigur dystir í Gunda-
dali bæði ímóti GÍ og B36.
Avrikini hjá HB í lands-
kappingini nógvu tey síðstu
umførini hava ikki boðað
frá, at teir skulu hava
møguleika at gera nakað
við oddaliðini, men serliga
tá grannarnir eru mótstøðu-
liðið, kann roknast við
dyggum HB avriki ímóti
B36. Tann dysturin verður á
skránni sama dagin, sum
GÍ fer at spæla á Toftum.
Miðjan
Omanfyri varð nevnt, at
B68 er nærri bronsuni nú,
enn teir vóru undan fjúrt-
anda umfarinum. Tað er
rætt. Nú eru klaksvíkingar
á fjórða plássinum, sum er
besta støðan, teir hava havt
higartil í ár. KÍ fær í síðsta
umfarinum vitjan av B68.
Felags fyri hesi bæði liðini
er, at tey hava torførar upp-
gávur komandi umførini.
Sama dagin, sum B68 skal í
Gundadal at spæla ímóti
B36, skal KÍ til Eiðis. Við
4–0 tapinum á norðoyar-
stevnu í huga verður tað
neyvan torført hjá Tomislav
Sivic at seta sína spælarar
upp, men uppgávan verður
torfør. Í triði síðsta umfari-
num fær KÍ vitjan av B36,
og so skulu teir vestur í
Vágar.
Klaksvíkingar
kunnu
koma í somu støðu ímóti
B36, sum B68 kann koma í
ímóti GÍ. Um KÍ tekur stig
frá B36, so kunnu teir har-
við sjálvir missa Europa
Cup møguleikan. KÍ slepp-
ur bara í Europa Cup kom-
andi ár, um B36 verður
meistari. B36 hevur sum
steypavinnari longu vunnið
rættin til UEFA Cup, men
um teir vinna FM, so fer
steypamøguleikin til KÍ,
sum tapti finaluna ímóti
B36.
NSÍ og HB, sum spæla í
Gundadali í kvøld, hava
ikki havt nakað serligt
kappingarár, men við ein-
um
góðum
endaspurti
kunnu bæði feløgini væl
røkka fjórða plássinum,
men tað verður sera torført.
Á pappírinum tykist HB
eiga fleiri lættar dystir á, tí
teir skulu spæla ímóti trim-
um teimum niðastu liðun-
um. Tað kann hava við sær,
at HB endiliga fer at sleppa
av sjeynda plássinum og
kanska fer at flyta fleiri
pláss upp. Men dystirnir
ímóti botnliðunum bera
eisini møguleika við sær
fyri, at t. d. EB/Streymur
kann fara upp um HB.
EB/Streymur má mestast
at hoyra við til miðliðini.
Teir kunnu hvørki røkka
bronsuni ella flyta niður,
men teir hava format at
spæla
mótstøðuliðunum
eitt puss. Ikki minst á Møl-
ini, tá KÍ og VB koma at
vitja. Hjá EB/Streymi verð-
ur tað kanska mest spenn-
andi at fara í Gundadal at
dúva upp á kontramøgu-
leikar ímóti HB.
Botnurin
B71 er framvegis niðast og
harvið á beinleiðis niður-
flytingar plássinum. Eina
løtu sunnudagin sá tað út í
Klaksvík, sum um teir
kanska skuldu fáa stig, men
tað eydnaðist ikki. Tað er so
typiskt fyri botnlið. Kortini
eiga sandoyingar ikki at
verða heilt avskrivaðir. Tað
skal ikki meiri til, enn at
teir vinna ein dyst, so eru
teir frammanfyri FS Vágar
(um hesir ikki vinna).
Og tað er avgjørt ikki
púra ómøguligt at ímynda
sær, at B71 fer at fáa stig.
Teir eiga HB á Sandi (tað
kann meiri enn so enda
málleyst!), so skal B71 til
Vágs, har teir í fjør vóru
teir einastu, sum megnaðu
at koppa FM vinnarunum. Í
næstsíðsta umfarinum fær
B71 vitjan av NSÍ. Um teir
kunnu rokna við nøkrum í
síðsta umfarinum, tá teir
skulu til Gøtu, veldst um,
hvussu tað tá fer at standa
til hjá GÍ.
Vágamenn iðra seg gular
og grønar um, at teir ikki
vunnu á B36. Tað er væl
skiljandi. Torkil Nielsen
hevði møguleikan at økja
um leiðsluna til 2–0. Hevði
tað eydnast, so hevði dyst-
urin verið avgjørdur FS
Vágum til fyrimunar. Ann-
an sunnudag hevur FSV
aftur møguleikan ímóti ein-
um oddaliði, tí tá skal GÍ
vestur til Miðvágs. At B36
næstan brendi seg í Vágum
eigur at hava við sær, at GÍ
so at siga fer at binda um
heilan fingur.
Tað er lagt upp til spennandi endaspurt
Gøtumenn snávaðu í oddastríðnum, tá teir heldur óvæntað mistu stig á heimavølli móti VB. Samstundis fekk B36 vent dystinum
í Miðvági, soleiðis at munurin í oddinum øktist, tá alt kom til stykkis
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
14