týsdagur 28. august 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 28. august 2001
17
Endiliga eydnaðist
tað hjá Marcello at
skora, men avrikið á
Svangaskarði var ikki
serliga sannførandi
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Toftamenn eru boysnir.
Síðani
teir
í
áttanda
umfarinum taptu 2–0 í
Gøtu hava teir fingið fult
hvøja ferð burtursæð frá tá
teir vóru í Vági. Tá endaði
tað við javnleiki.
Sunnudagin var uppgáv-
an torfør. Tað tóktust teir
vita á Toftum. B68 vann,
men tað var alla tíðina
spennandi. So tepur leiðsla
er lítið at halda um, og hó-
ast EB/Streymur ikki var so
málsøkjandi í 2. hálvleiki,
so lúrdi møguleikin alla tíð-
ina fyri, at tað skuldi eydn-
ast teimum at fáa javn-
leikin,
sum
teir
vóru
komnir eftir.
Einasta málið kom mið-
skeiðis í 2. hálvleiki, og tal-
an var um eitt sera vakurt
mál. Heimaliðið royndi alla
tíðina at spæla tolið og at
toga spælið heilt út í
síðurnar. Tað eydnaðist við
hvørt, men trupulleikin var,
at ofta vóru sendingarnar
ikki nóg nevyar.
Í álopsmyndingini, sum í
síðsta enda bar sigursmálið
við sær, riggaði tað heilt
væl. Sjøtul varð settur á
aftarlaga í vinstru, so varð
spælt diagonalt. Jákup Eli
Olsen dró eitt sindur inn,
Messias, sum var sera
sannførandi í miðverjuni,
yvirlappaði,
innleggið
skrúvaði eitt sindur frá mál-
inum, og við handara stólp-
an tveitti Marcello seg fram
og stútaði inn um Gunnar á
Steig, sum annars stóð seg
væl.
Einki var at undrast á, at
málskjúttin hevði ilt við at
reisa seg aftur. Tað mundi
vera ein øgiligur lætti hjá
honum. Í fjør var Marcello
alla tíðina væl upplagdur,
og hann skoraði eina rúgvu
av málum. Í ár hevur ikki
gingið væl. Tær seinastu
ferðirnar hevur hann ikki
verið ímillum teir fyrstu
ellivu, og so fekk hann eitt
fínt mál.
Ágangandi
Tað var kanska roknandi
við, at EB/Strymur fór at
koma á Svangaskarð fyri at
liggja aftarlaga á vøllinum
og dúva upp á møguleikan
fyri kontraálopum.
Bergur Magnussen er
snúðin. Í staðin fyri at gera,
sum tað varð roknað við, so
var EB/Streymur framrætt-
að og ágangandi fyrstu løt-
una. Og tá var tað, at teir
vóru næst við at fáa mál.
Sorin Anghel er ein fínur
álopsspælari. Tað hevur
hann víst aftur og aftur, og
tað vísti hann aftur hesa
ferð. Tíðliga hevði hann eitt
gott langskot, sum Kjartan
Nesá noyddist at benda út
til horna, og miðskeiðis í
fyrra umfarinum sneiddi
hann fleiri av, áðrenn hann
úr seytjan metrum og eitt
sindur til vinstru sendi flatt
og dygst framvið handaru
stólparótini.
Í
2.
hálvleiki
var
EB/Streymur meiri í leik-
lutinum, sum teir plaga at
vera í. Onkra ferðina vóru
teir skjótir fram við fleiri
spælarum, eftir at teir
høvdu steðgað B68 álop-
um, men teir komu ikki
nærri enn nær við og
næstan.
Opnaðu síðurnar
B68 megnaði ikki at vísa
støðugt og gott spæl. Fróða
Benjaminsen er týdningar-
miklasti maðurin í fram-
rættaða spælinum. Tað sást
eisini hesa ferð, men ikki
so væl, sum tað ofta hevur
gjørt. Knút Vesturtún lá so
at siga alla tíðina tætt í
landsliðsmanninum.
Hans Fróði Hansen stýrdi
verjuni væl, og so royndu
toftamenninir aftur og aftur
at koma ígjøgnum í borð-
unum. Í 1. hálvleiki eydn-
aðist tað ikki so ofta, men í
2. hálvleiki var tað lættari.
Arnold Joensen breyt
fleiri ferðir ígjøgnum aftar-
laga á EB/Streyma hálvuni,
hann kom til baklinjuna,
men einki kom burturúr
innleggunum.
Síðstu løtuna kom Krist-
ian Poulsen í álopið í staðin
fyri Marcello. Fyrrverandi
unglingalandsliðs spælarin
hevur verið skaddur alt
hetta kappingarárið, og í
fjør
var
hann
eisini
darvaður nógv av skaðum.
B68: Kjartan Nesá – Oleif
Joensen,
Hans
Fróði
Hansen, Messias Perreira –
Jann Ingi Petersen, Arnold
Joensen, Fróði Benjamin-
sen, Jan C. Dam, Jákup Eli
Olsen – Súni Fríði Johann-
esen, Marcello Marcellino
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Jákup Martin Joen-
sen, Andrzej Pacek, Ólavur
Poulsen, Alfred Jacobsen,
Esmar Eiðisgarð – Ronnie
Samuelsen, Knút Vestur-
tún, Eyðfinnur Joensen –
Jón Sigurd Gleðisheygg,
Sorin Anghel
Við einum sigri í
Gøtu fekk B36 vent tí
vánaligu gongdini í 2.
deild og hevur nú
aftur samband við
oddaliðini. GÍ er í
álvarsomum vanda
fyri niðurflyting
2. DEILD
Jákup Mørk
Hóast GÍ var á odda tvær
ferðir í fyrra hálvleiki, so
megnaði B36 kortini at
vinna sannførandi, tá sam-
anum kom. Sigurin hjá úti-
liðnum var uppiborin, hóast
fyrri hálvleikur var javnur,
og bæði liðini søktu at mál-
unum hjá mótpartinum.
Við sigrinum hálaði B36
seg tvey pláss uppeftir til
triðja pláss á stigatalvuni,
meðan GÍ enn er rótfest í
botninum.
GÍ legði hart út
Tað var annars GÍ, ið legði
harðast út í dystinum. Hans
Erik Danielsen legði GÍ
framum tíðliga í dystinum,
men Heðin Joensen svaraði
skjótt aftur. Hann var
spældur djúpt og dróg
framvið einum verjuleik-
ara, áðrenn hann sendi
framvið málverjanum.
GÍ kom tó aftur framum.
Málverjin hjá B36 misti eitt
innlegg, sum datt fyri
føturnar á pólverjanum
Marek Wiegel, ið hevði lætt
við at senda í málið.
Tað eydnaðist tó havnar-
monnum at javna fyri hálv-
leik. Bólturin varð snittaður
víðari til Ragnar Poulsen,
ið skoraði trygt.
Í seinna hálvleiki var tað
tó B36, ið stýrdi øllum,
sum fór fram á vøllinum.
Fyrst var tað Tórálvur Poul-
sen, ið legði B36 framum
fyri fyrstu ferð í dystinum.
Hann trýsti ein verjuleik-
ara, so at afturleggingin
gjørdist vánalig, og síðani
vann hann bóltin av mál-
verjanum og legði bóltin í
netið.
Helgi Justinussen gjørdi
tað til 4-2, tá honum varð
bjóðað eitt opið mál, Páll
Horn økti til 5-2 og Mortan
Johannesen sló sigurin
fastan við síðsta málinum
til 6-2.
B36 við aftur
B36 hevur vunnið seg upp-
aftur á eitt heiðursmerkja-
pláss, har teir hava verið
fyri tað mesta í ár. Eftir
tveir ósgirar á heimavølli
var tað umráðandi hjá B36
at fáa ein sigur í land, og
tað eydnaðist. Við sigrinum
fóru havnarmenn framvið
bæði TB og HB upp á triðja
pláss.
Gøtumenn eru hinvegin
illa fyri á aftasta plássi.
Fýra dystir eru eftir, og GÍ
skal helst hava ein sigur frá
einum av hesum dystunum.
GÍ – B36 2-6 (2-2)
1-0: Hans Erik Danielsen
1-1: Heðin Joensen
2-1: Marek Wiegel
2-2: Ragnar Poulsen
2-3: Tórálvur Poulsen
2-4: Helgi Justinussen
2-5: Páll Horn
2-6: Mortan Johannesen
B68 heldur í
bronsuni
GÍ – B36 2-6 (2-2)
B36 hevur samband við oddin
Frøin var stór á Marcello, tá hann endiliga aftur slapp at royna seg sum málskjútta hjá B68
17
16
Nr. 164 - 28. august 2001
Gøtumenn mistu eitt
týðani fet í odda-
stríðnum, tá VB í
seinastu løtu av dysti-
num fekk brotsspark
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tá vágbingar í fjør vitjaðu í
Gøtu, var talan um ein dyst,
sum hevði alstóran týdning
fyri, um tað skuldi eydnast
vágbingum at vinna fyrsta
meistaraheitið í søgu felag-
sins.
Sunnudagin vóru leiklut-
irnir býttir um. Tó at talan
ikki á nakran hátt er um
møguleikan fyri fyrsta FM-
heitið til GÍ, so hevði dyst-
urin alstóran týdning í
oddastríðnum, har GÍ og
B36 kapprenna um fremsta
sessin, nú fýra umfør eru
eftir at leika í bestu deild-
ini.
Opin dystur
Fyrstu løtuna av dystinum
var tað tó líkt til, at tað vóru
vágbingarnir, sum vóru
oddalið, tí frá fyrstu løtu av,
vóru tað teir, sum í nógv
størri mun søktu á GÍ
málið.
Møguleikar spurdust eis-
ini burturúr, og millum
annað hevði Kryztof Pop-
czynski eitt skot úr átta
metra fjarstøðu, sum brast í
stólpan og út aftur í spælið.
GÍ kom tó hampuliga
skjótt á rætta lagið, og eis-
ini teir høvdu sínar møgu-
leikar. Teir báðar størstu
hevði Helgi L. Petersen,
men fyrst hevði Bjarni eina
framúr góða bjarging, tá
Helgi royndi seg við skoti
úr stuttari fjarstøðu, og
seinni var Bjarni aftur á
staðnum, tá Helgi royndi
seg við stútara.
Avgerandi avgerðir
Í seinna hálvleiki helt dyst-
argongdin frá fyrra hálv-
leiki fram. Spælið úti á
vøllinum var hampuliga
javnt, men tað vóru fram-
vegis vágbingarnir, sum
høvdu tær vandamiklaru at-
sóknirnar. Serliga Birgir
Jørgensen hevði nakrar
heilt góðar møguleikar, har
í øllum førum ein kann
roknast fyri ein rættur
stjóri, men í málið vildi
bólturin so ikki.
Gøtumenn svaraðu tó eis-
ini aftur, og teir vóru alt
annað enn nøgdir um, at
linjudómarin veittraði fyri
rangstøðu, tá Henning Jarn-
skor stútaði í netið, eftir at
Janik hevði brotið ígjøgn-
um í borðinum, fyri síðani
at leggja innfyri. Helst varð
flaggið havt á lofti, tí Óli
Hansen var rangstaddur í
teirri støðuni, so heldur ikki
tá fekst mál burturúr.
Tá gøtumenn so endiliga
fingu lagt seg á odda, vóru
tað tó vágbingarnir, sum
mótmæltu dómaraavgerð-
ini, sum førdi til málið.
Hans
Pauli
Petersen
royndi at sleppa framvið
Jóan Paula Olsen í VB
brotsteiginum. Vágbingar-
nir vildu vera við, at Jóan
Pauli bara var fyrri maðurin
á bóltinum, men tá Hans
Pauli datt, peikaði dómarin
á brotssparksblettin. Vág-
bingar vóru í øðini, og sum
skilst á lagnum, hevði einki
forgjørt verið í, um fleiri
gul kort vórðu havd á lofti
fyri ógvusligu mótmælini,
men har kom so einki ann-
að enn munnligar ávaring-
ar.
Hvussu var og ikki, so
var
Henning
Jarnskor
ósvikaliga tryggur, tá hann
skeyt úr 11 metrum, og so
skuldi GÍ bara verja sein-
asta korterið.
Aftur brotsspark
Vágbingar royndu, sum
vera man, at leggja trýst á
hesar seinastu fimtan min-
uttirnar. Heilt vandamikið
gjørdist tað tó ikki, fyrr enn
vísarin var farin væl um teir
90 minuttirnar, og hesa ferð
vóru tað gøtumenn, sum
vóru í øðini.
Magni Jacobsen sendi
ein langan bólt fram í brots-
teigin, og tá Krzyztof
royndi at fáa fatur á, varð
Bartal Eliasen dømdur fyri
at skumpa pólverjan í rygg-
in, soleiðis at vágbingar nú
eisini fingu loyvi at royna
seg úr 11 metrum.
Sum skilst úr Gøtu, so
eru fólk ymisk á máli um,
hvussu rættvíst hetta seinna
brotssparkið var. Onkur
helt, at dómarin helst
royndi at kompensera fyri
brotssparkið, sum hann
hevði givið GÍ fyrr í dysti-
num, men alt hetta tóktist
tó ikki at nerva vágbingar-
nar. Kryztof tókm sær
sjálvur av brotssparkinum,
og við seinasta sparkinum í
dystinum, sendi hann í
meskarnar.
Tað tykist sum lagnunnar
speisemi,
at
Krzyztof
skuldi skora móti gøtu-
monnum.
Leysasøgur
ganga um, at pólverjin skal
spæla við GÍ komandi
kappingarár, og um so er,
var mál hansara kanska ein
forðan fyri luttøku í euro-
peisku meistarakappingini
komandi ár.
Tað skal tó leggjast aftur-
at, at enn er hetta heldur
ikki meira enn leysasøgur.
Sunnukvøldið hittu vit for-
mannin í GÍ, Svenn Olsen,
á máli, og hann segði seg
einki kenna til, at Krzyztof
skal spæla við gøtumonn-
um komandi ár.
Eitt sprell afturat
Við javnleikinum mistu
gøtumenn at síggja til eitt
sera týdningarmikið stig í
oddinum, har B36 nú er
fimm stig undan, tó at
havnarmenninir hava leikt
ein dyst fleiri.
Hetta setur tó krav um, at
skulu gøtumenn gera sær
vónir um gullmerkini, skal
B36 í øllum førum tapa ein
dyst, samstundis sum gøtu-
menn vinna allar sínar dyst-
ir.
Akkurát hvar B36 skal
missa síni stig, kann sum so
gera
gøtumonnum
tað
sama, men eftir dystin
sunnudagin vóna teir helst,
at vágbingar kunnu gera
okkurt sprellið á seinasta
leikdegi. Tá kemur B36 á
vitjan í Vági, og sum støðan
á stigatalvuni er í løtuni, so
skulu vágbingar helst vinna
hendan dystin, um teir eis-
ini skulu fáa atgongd til Eu-
ropa komandi ár.
GÍ-VB 1-1 (0-0)
1-0: Henning Jarnskor (br.)
75
1-1: Krzystof Popczynski
(br.) 90
Dómari: Lassin Isaksen
(KÍ)
GÍ: Hallur Hansen – Bartal
Eliasen,
Pól
Ennigarð,
Leivur Hansen – Poul
Henning Jacobsen, Zdzi-
slaw Janik, Magni Jarnskor,
Jóan Petur Olsen, Henning
Jarnskor – Helgi L. Peter-
sen, Óli Hansen
VB: Bjarni Johansen – Pre-
drag
Zivkovic,
Eyðun
Jacobsen, Magni Jacobsen
–
Palli
Augustinussen,
Marek Vierzbicki, Michael
í Lágabø, Krzystof Pop-
czynski, Jón Pauli Olsen -
Robert Cieslewicz, Birgir
Jørgensen
GÍ-VB 1-1 (0-0):
GÍ misti í seinastu løtu
Predrag Zivkovic og hinir í
VB royndu at trýsta seg
longur niðan, eftir at GÍ var
komið á odda, og at enda
eydnaðist teimum eisini at
fáa brotsspark og harvið
javnleik
Mynd: Jonhard Hammer
HB misti aftur stig
um vikuskiftið, og
eru nú niðri á einum
fimta plássi
2. DEILD
Jákup Mørk
Fyri bert tveimum vikum
síðani, var fótbóltslagi av tí
besta á 2. deildarliðnum hjá
HB.
Liðið var tá á odda í
deildini, og tos um heiðurs-
merki, og kanska enntá úr
gulli, var at hoyra millum
leikararar.
Í dag er støðan tó heldur
tó øðrvísi. Tosað verður
kanska framvegis um heið-
ursmerki, men hesi verða
neyvan úr gulli, og í øllum
førum skal betrast um úr-
tøkuna á vøllinum, um so
skal verða.
Høvdu allar
møguleikar
Leygardagin tók HB móti
Sumba, sum í sín part hev-
ur havt eitt rættiliga vón-
brótandi kappingarár.
Hetta sá heldur ikki út til
at batna leygardagin, tí bert
fáir minuttir vóru leiktir, tá
HB hevði lagt seg á odda.
Ingi Rasmussen spældi
djúpt til Eyðun Samuelsen,
og av fimm-metra horni-
num bankaði álopsmaðurin
bóltin upp undir nettakið.
Hóast talan ikki var um
nakra
veruliga
leikliga
yvirvág, so hevði HB hópin
av møguleikum til at avgera
dystin næstu løtuna. Ikki
minst høvdu teir báðir,
Eyðun
Samuelsen
og
Gunnar Mohr, sínar møgu-
leikar, men líka mikið
hvussu teir so royndu, so
vildi bólturin ikki inn um
mállinjuna.
Eisini í seinna hálvleiki
helt hendan gongdin fram.
Ta einu ferðina eydnaðist
Eyðuni at fáa bóltin fram
við málverjanum, men í
evstu
løtu
kom
ein
sumbingar skreiðandi inni
a strikuni, sog so var tann
vandin av.
Tað var tó líkt til, at talan
skuldi gerast um ein tepran
heimasigur, men brádliga
fekk Sumba eitt mál mest
sum burtur úr ongum. HB
misti á veg í álop, og eftir at
sumbingarnir høvdu spælt
seg niðan eftir vøllinum,
endaði alt við, at Rene
Thomsen smekkaði til úr
20 metrum, og brádliga var
javnleikur á máltalvuni.
Takk fyri seinast
Við javnleikinum fingu
sumbingar á ein hátt takkað
fyri seinast. Tá HB vitjaði í
Sumba, var tað neyvan
rættvíst, at teir fingu stig
við sær, og í so máta mundi
javnleikurin kennast søtur
hjá sumbingum, sum tó
ikki kundu nýta stigið til
serliga nógv.
Hinvegin høvdu HB-leik-
ararnir alstóran tørv á stig-
um. Liðið er nú dottið aftur
á fimta plássið á stigatalv-
uni, so í løtuni røkist ikki
fyri heiðursmerkjum. Teir
eiga tó framvegis møgu-
leikan at avgera sjálvir, tí
komandi vikurnar hava teir
dystir móti bæði B36 og TB
og fæst full úrtøka úr hes-
um, verður medaljutosið
aftur aktuelt.
HB-Sumba 1-1 (1-0)
1-0: Eyðun Samuelsen
1-1: Rene Thomsen
HB-Sumba 1-1 (1-0):
HB vónin viknar
C
M
Y
K
16