týsdagur 28. august 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
Vágamenn høvdu all-
ar fortreytirnar fyri
at skapa eina veruliga
senstión, tá teir í 80
minuttir høvdu B36 á
knøunum. Hepnið
spældi tó við B36
hendan dagin, og full-
komuliga óuppiborið
fingu teir at enda
togað ein tepran sigur
til høldar
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
B36 er størsti favorittur á
árinum, skrivaðu vit í leyg-
ardagsútgávu okkara undan
dystinum millum FS Vágar
og B36.
Hóast omanfyri stand-
andi útsøgn, og hóast B36 í
allar mátar má roknast sum
eitt sterkari lið enn FS Vág-
ar, so skuldi B36 hava eina
stóra hjálpandi hánd frá
frúnni Fortunu, áðrenn tað
sunnudagin eydnaðist teim-
um at fáa trý týdningarmik-
il stig við í førningin á
heimferðini.
Málið gav ein skelk
Vágamenn løgdu bragdliga
fyri í dystinum, og minutt
vísarin hevði heldur ikki
verið meira enn eina ferð
runt, so høvdu teir eisini
lagt seg á odda. Tór-Ingar
Akselsen var kvikari enn
nakar B36’ari, tá bólturin
varð lyftur inn um verjuna,
og eftir at hann hevði lyft
bóltin upp um Trónd Vatn-
hamar, kom Sonni Johan-
sen við fullari ferð og
smekkaði bóltin seinastu
leiðina í kassan.
Sjálvt tað, at FS Vágar
legði seg á odda, var sjálv-
andi heldur óvæntað, men
hinvegin mundu tey flestu
framvegis rokna við, at B36
fór at koppa dystinum á, tí
framvegis restaðu 89 min-
uttir av fótbólti.
Tað, sum veruliga var
merkisvert, var, at tað veru-
liga kom panikkur í odda-
liðið eftir málið. Heldur
enn at sláa kalt vatn í blóðið
og koyra sítt egna spæl,
hildu teir áhaldandi fram
við at oysa bóltarnar niðan
á vágahálvuna. Fyri tað
mesta varð siktað eftir John
Petersen, men hann var sera
væl ansaður alla tíðina, og
fekk tí ikki gjørt stórvegis
við bóltarnar.
At kalla ongan tíð varð
nøkur roynd gjørd at nýta
skjótleikan hjá Heðini, ella
at fáa tann vanliga so væl-
spælandi miðvøllin við í
álopspartinum. Heldur ikki
gjørdu teir stórvegis fyri at
fáa sett leikferðina uppeftir,
og tá vágamenn so eisini
gjørdu sítt, fyri at seinka
spælinum, megnaðu teir
alla tíðina at varveita
skipanina á liðnum.
Hetta gjørdi eisini, at
heimaliðið so at siga fekk
stongt brotsteigin. Onkra
einstaka ferð slapp B36
ígjøgnum í síðunum, men
neyvleikin á innleggunum
var ongan tíð nóg góður, og
tí hevði Arturas Ramoska
sín helst stillisligasta hálv-
leik, síðani hann kom til
Føroya í vár.
John sá reytt
Móti endanum av hálvleiki-
num kom veruligt rok í.
Dysturin hevði fram til tá
verið rættiliga hart spældur,
og fleiri rættiliga grov frí-
spørk høvdu verið, um-
framt at tað ofta líktist
veruligum tvídysti millum
summar av mótstøðumonn-
unum.
Ikki minst hevði John
Petersen verið offur fyri
nógvum fríspørkum, og í
seinasta minuttinum undan
steðginum kókaði yvir.
Hann og Jákup Joensen
høvdu gjøgnum allan fyrra
hálvleik verið í hornatøk-
um, og ikki bert meðan
bólturin var hjástaddur.
Brádliga lá John á vøllinum
og kikaði eftir ondini, tí
hann var sligin. Dómarin
hevði tó einki sæð, og
kundi tí ikki gera nakað,
men linjuverjin sá so, hvat
fór fram, tá John var komin
á føtur aftur. Meðan hann
stóð og trætaðist við Hann-
us Olsen, hálvgum stútaði
hann ímóti liðskiparanum
hjá FS Vágum, og dómurin
var harður. Ostaskorpan
kom úr reyvalummanum,
og so sá av álvara svart út
hjá havnarmonnunum.
Høvdu allar
møguleikar
Neyvan hava orðini frá B36
venjaranum verið blíð í
hálvleikinum, og fyrstu løt-
una eftir steðgin tóktist eis-
ini, sum um tað nú var ein
sjónlig ætlan við spælinum
hjá árstalsfelagnum.
Heldur enn bara at lossa
niðan í høvdið á vágaverj-
uni, royndu teir nú at senda
út í borðini, har Heðin á
Lakjuni og Bjarni Prior so
skuldi senda innfyri, men
tað var tó so sum so við
møguleikunum, sum spurd-
ust burtur úr hesum. Ein
heilur tími var liðin av
dystinum,
áðrenn
B36
spældi seg fram til fyrsta
veruliga málmøguleikan,
men í tveimum royndum
eydnaðist tað ikki Klæminti
Matras at senda fram við
Arturas Ramoskas.
Í hinum endanum gjørd-
ust vágamenn alt meira
vandamiklir í mótálop-
unum, so hvørt sum B36
flutti fólkið longur niðan á
vøllin.
Tór-Ingar Akselsen var
eina ferð púra leysur eftir
misskiljing í B36-verjuni,
men skeyt við síðuna av.
Sonni Johansen, Elfinn
Ørvarodd og endurrisni
Torkil Nielsen høvdu eisini
sínar stóru møguleikar, tá
teir sluppu leysir av miðj-
um vølli, men antin fekk
Tróndur Vatnhamar vart
fyri, ella var skotroyndin ov
óneyv, soleiðis at bólturin
streyk beint fram við máli-
num.
Kostaði nógv
At vágamenn ikki megnaðu
at umseta hesar møguleikar
til mál, skuldi vísast seg at
gerast sera kostnaðarmikið,
tí sum kunnugt, so megnaði
B36 tvær ferðir seinastu
tíggju minuttirnar at senda
bóltin inn um mál-linjuna.
Teir høvdu ligið fram við
fleiri ferðir, og ikki minst
eftir at Bjarni Prior varð
skiftur út við Niels Joen-
sen, kom ferð á uppspælið í
síðunum.
Tað var eisini júst Niels,
sum átti seinasta fótin á, tá
B36 vann seg upp á javnt.
Vágamenn vóru ikki nóg
ansnir við at dekka upp, tá
B36 átti innkast. Bólturin
endaði hjá Heðini á Lakj-
uni, sum annars var ein stór
hóttan allan seinna hálv-
leik. Hann smekkaði bóltin
hart og flatt innfyri, og tá
verjan ikki fekk ruddað
burtur, var Niels skjótur á
staðnum og smekkaði bólt-
in upp undir nettakið, so-
leiðis at FM vónin hjá
felagnum
varð
endurs-
stovnað.
Málið setti veruliga ferð
á B36-leikararnar, sum nú
veruliga fóru at trúgva
uppá, at tað skuldi eydnast
at venda einum dysti, sum
langt síðani átti at verið av-
gjørdur. Teir trýstu enn
meira á, og bert fýra min-
uttir seinni var bólturin aft-
ur í málinum. Heini í
Skorini vann eitt fríspark í
vinstra miðvallarborði, og
tá Heðin sendi diagonalt
móti handaru stong, var
Klæmint Matras fyrstur á
bóltinum í dysti við fleiri
viðleikarar, og sendi í mál-
ið til 2-1.
Seinastu løtuna av dysti-
num tóku B36’arnir seg
nakað aftur á vøllin. Verjan,
sum størsta partin av seinna
hálvleiki hevði verið sum
ein opnahjallur, varð tett,
og vágamenn høvdu onga
veruliga atsókn á málið
seinastu løtuna.
Lagnan hjá botnliðum
Í nógvar mátar var dysturin
rættiliga symptomatiskur
fyri ein dyst, har toppur og
botnur møtast.
B36 var stórfavorittur at
vinna, og hóast tað neyvan
hevur verið tilvitað, so hava
teir
helst
onkursvegna
undirmett mótstøðumenn-
inar. At hesir so løgdu seg á
odda alt fyri eitt, ørkymlaði
teir svørt/hvítu somikið
nógv, at teir ongan tíð funn-
ið vanliga spæl sítt fram.
At teir so kortini megn-
aðu at vinna, var helst júst
orsakað av, at eydnan ofta
hevur tað við at fylgja
oddaliðunum, meðan hon
ikki leggur so nógv í botn-
liðini. Vágamenn høvdu
allar møguleikar at avgera
dystin til egnan fyrimun, og
mett eftir dystargongdini,
høvdu teir so sanniliga eis-
ini uppiborið trý stig.
Tað fingu teir ikki, og tá
B36 megnar at fáa trý stig
burtur úr einum slíkum av-
riki, sum teir sýndu sunnu-
dagin, so er ilt at ímynda
sær, hvussu teir skulu bera
seg at, fyri at missa stig.
Dómarin
Tað er ikki ofta, at hesar
síður verða nýttar til at við-
gera avrikið hjá dómaran-
um í dysti, men allar reglur
hava síni undantøk.
At tað so verður gjørt
hesaferð, er bert út frá teirri
sannroynd, at avrikið hjá
dómaranum
sunnudagin
var so langt ífrá á tí støði-
num, sum bæði leikarar og
áskoðarar rokna við til ein
fótbóltsdyst í bestu deild-
ini.
B36
leikararnir
vóru
kanska mest uppøstir um
útvísingina av John Peter-
sen, men slíkt vil so altíð
vera ein spurningur um,
hvussu dómarar og hjálpar-
dómarar síggja støðuna.
Nakað annað - og tað er
av alstórum týdningi – er,
at tað als ikki var nøkur
linja at hóma í dømingini.
Til tíðir sluppu spælarar
nærum ótarnaðir at jarð-
leggja hvønn annan, uttan
at nøkur onnur avleiðing
enn fríspark fylgdi við.
Nakað sum viðførdi, at
spæli til tíðir gjørdist rætti-
liga ófantaligt fyri ikki at
siga rátt. Eina løtu í seinna
hálvleiki valdi dómarin so
brádliga at geva trimum
vágamonnum gult kort,
men tá ein B36-leikari stutt
eftir gjørdi eina sera ljóta
eftirtakling ímóti Tór-Ing-
ari, hendi einki. Akkurát
hvar linjan hjá dómaranum
verður løgd, er sjálvandi
ymiskt frá dysti til dyst,
men tað er sera týdningar-
mikið, at leikararnir á yms-
um liðunum greitt fáa at
vita, hvar markið gongur.
Uppgávan hjá dómara-
num er annars at leiða dyst-
ir, men til hetta krevst ein
ávísur autoritetur av dóm-
aranum, og tað var sera tor-
ført at fáa eyga á sunnudag-
in. Tað var ongan tíð soleið-
is, at dómarin gav til kenn-
ar, at »her er tað eg, sum
geri av«, og tí høvdu leik-
ararnir onga sum helst virð-
ing fyri honum. Ein virð-
ing, sum annars eigur at
vera ein sjálvsagdur partur
av spælinum. Harafturat er
tað so avgjørt ikki við til at
gera ein fótbóltsdyst áskoð-
aravinarligan, at eitt lið í
nærum samfullar 90 min-
uttir sleppur at nýta út við
hálvan minutt um hvørt
málspark, og annars dríggj-
ar sær allar deyðbólts-
støður. Hetta seinasta verð-
ur ikki sagt fyri at niður-
gera vágamenn, tí sjálvandi
arbeiddi tíðin fyri teir, tá
teir vóru á odda, men tað er
dómarans
uppgáva
at
syrgja fyri, at hetta ikki
verður gjørt.
Nú var talan um ein ung-
an dómara, sum ikki hevur
tær stóru royndirnar við
døming í bestu deildini, so
møguliga er hetta nakað,
sum kemur við tíðini, ella
var talan kanska bert um
ein ringan dag hesa ferð.
Vónandi var bara talan um
tað seinasta, tí nóg gott var
avrikið so undir ongum
umstøðum.
FS Vágar-B36 1-2 (1-0)
1-0: Tór-Ingar Akselsen 1
1-1: Niels Joensen 80
1-2: Klæmint Matras 84
Dómari: Páll
Augustinussen (VB)
Dysturin í tølum
FS Vágar: Arturas Ramos-
kas - Ruslan Screlea, Vlad
Osipov, Jákup Joensen - Per
Joensen, Tór-Ingar Aksel-
sen, Jón Nielsen, Hannus
Olsen, Elfinn Ørvarodd -
Birgir
Joensen,
Sonni
Johansen
B36: Tróndur Vatnhamar –
Fróði Clementsen, Egil
Zachariasen,
Arnbjørn
Danielsen – Bjarni Prior,
Klæmint
Matras,
Jens
Kristian Hansen, Jan Gutte-
sen, Magni á Lakjuni –
John Petersen, Heðin á
Lakjuni
FS Vágar-B36 1-2 (1-0)
Hepnið fylgir oddinum
Klæmint Matras var
stríðsfúsin sum vant, og
hesa ferð gjøridst hann
eisini match-vinnari fyri
B36
John Petersen er vanliga ein týðandi liður av B36-spælinum, men
sunnudagin varð hann snøgt sagt tikin úr spælinum, og endaði dystin
eftir trý korter, tá dómarin rak hann av vølli
Dómarin í dystinum, Páll
Augustinussen, var fleiri ferðir mál-
talva fyri verbalu skotroyndunum frá
bæði leikarunum og áskoðarum
Nr. 164 - 28. august 2001
19
18
Nr. 164 - 28. august 2001
19
C
M
Y
K
18