týsdagur 21. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 202 - 21. oktober 2008 ]
Sunset byrjar aftur
Kappingin í Sunset-deildini í hondbólti hevur ligið
still, meðan kvinnulandsliðið hevur spælt í Sheffield,
men í annað kvøld verður aftur lagt fyri. Dystirnir eru
tá tveir í tali. Á Skála kemur VB á vitjan hjá StÍF, og í
Havn verður dystur millum Kyndil og Tjaldur.
Gleða seg til Sylla
Fyri góðum tveimum mánaðum síðan gjørdi Amed Davy Sylla,
sum áður hevur roynt seg í ÍF og B36, avtalu við Toda Jónsson
og FC Amager. Framherjin hevur líka síðan bíða eftir neyðugu
pappírunum, og av somu orsøk hevur hann framvegis sín fyrsta
dyst fyri felagið til góðar. Nakað, sum venjarin Michael
Madsen er argur um. - Tað harmar meg, at vit skulu bíða so
leingi – hann er komin higar við konu og tveimum børnum, og
tað er synd, at hann bara sleppur at venja. Hann er í góðari
venjari, og eg gleði meg til at síggja hann í dysti, sigur
Michael Madsen við Amagerbladet.
Tað sær ógvuliga
svart út hjá ÍF Før
oyum í Seriu 1, sum
nú ikki longur einsa
malt kann avgera
lagnu sína í deildini
Fótbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað byrjaði annars væl, tá
ÍF Føroyar spældi dyst
ímóti Bk. Viktoria um viku-
skiftið. Palli Augustinussen
legði útisetarnar á odda
miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Men so megnaði ÍF Føroyar
ikki at skapa stórt meira.
Góða spælið teir vístu
fyrstu løtuna gloymdu teir
burtur, og lótu teir Viktoria
sleppa inn í dystin. Heima-
menninir í Fælledparken
trýstu støðugt føroysku
leikararnar, og eitt korter
fyri leiklok bragdaði hjá
teimum. Tvey mál innan-
fyri eina lítla løtu var nóg
mikið at punktera ÍF
Føroyar, sum ikki megnaði
at svara aftur.
Tapið kemur ógvuliga
dátt við. Nú kann ÍF Føroy-
ar ikki longur avgera lagnu
sína sjálvt. Sum støðan er í
løtuni, flyta fimm lið niður
í Seriu 2. Og á einum tíggj-
unda plássi er liðið undir
niðurflytingarmarkinum –
trý stig aftanfyri Rødovre.
Tað merkir, at ÍF Før-
oyar skal vinna á Tårnby,
samstundis sum Viktoria
skal vinna á Rødovre í
ársins seinasta leikumfari,
um ÍF Føroyar skal hava
eitt lið í Seriu 1 komandi
kappingarár.
Jógvan Martin Olsen
hevur ætlanir um at
venja útlendskt felag
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
- Eg havi verið í sambandi
við fleiri feløg, men eg
kann ikki staðfesta fyri tær,
um feløgini hava verið
donsk.
Komandi tvey árini fer
venjarin hjá Víkingi ætlandi
at eita Jógvan Martin Olsen.
Fyrrverandi føroyski lands-
liðsvenjarin og samansetta
felagið gjørdi avtalu í farnu
viku, og toftamaðurin fer
nú at hugsa um uppgávuna
at vinna gøtufólk og leirvík-
ingar í altjóða fótbólt. Men
tað verður kanska eisini
seinasta føroyska uppgávan
hjá Jógvani Martin Olsen á
hesum sinni.
- Ætlanin er at royna
venjaraevnini í útlandin-
um. Tað er framtíðarætl-
anin. Eg havi einki ynski
um eitt serstakt land, so eg
er opin fyri øllum møgu-
leikum, sigur Jógvan Mart-
in Olsen við bold.dk.
Komandi venjarin hjá
Víkingi fer í desember
undir Pro-Licence venjara-
útbúgvingina, sum er hin
hægsta hjá UEFA.
Jógvan Martin
vil víðari
ÍF Føroyar
liggur til
niðurflyting
Jógvan Martin Olsen verður
venjari hjá Víkingi tey bæði
næstu árini
Eingin ivi er um, at
Cristiano Ronaldo
er stórfavorittur at
vinna gylta bóltin
hjá France Football.
30 spælarar eru á
nomineringslistanum
– av hesum sjey
spaniólar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
So hvørt sum enn eitt árs-
skifti nærkast, nærkast eis-
ini tíðin, tá bestu fótbólts-
spælararnir í 2008 skulu
kjósast.
Ein tann mest virda at-
kvøðugreiðslan av øllum er
gylti bólturin hjá France Foot-
ball, har ítróttartíðindafólk
úr Europa kjósa besta spælar-
an í europisku kappingunum
farna árið. Áður varð atkvøðu-
greiðslan avmarkað til bert at
fevna um europiskar spælar-
ar, men seinnu árini hevur
kravið bert verið, at spælarin
spælir í onkrari av europisku
ligunum.
Ronaldo ovast
Tá tosað verður um móttak-
ara av gylta bóltinum í ár,
so er eingin ivi um, at
Cristiano Ronaldo úr Man-
chester United er stórfavor-
ittur til heitið. Hóast byrj-
anin upp á nýggja kapping-
arárið hevur verið tarnað av
skaða, so vóru avrikini und-
an hesum av slíkum slag, at
hann dróg yvirskriftir um
allan heim. Og ikki bert
fyri møguliga metskiftið til
Real Madrid.
Í Onglandi hevur hann
longu vunnið tað, sum vinn-
ast kann, og í Europa hevur
hann longu fingið gylta
skógvin fyri mongu mál
síni í seinasta kappingarári.
Og nú bíða tey flestu so
bara eftir, at hann eisini fær
gyltu bóltarnar frá bæði
France Football og í FIFA-
atkvøðugreiðsluni,
har
landsliðsvenjarar kring all-
an heim greiða atkvøðu.
EM-heitið vigar nógv
Tá móttakarin av gylta bóltin-
um skal finnast, verður ofta
hugt eftir, hvørjum spælar-
arnir hava rokkið við feløgum
ella landsliðum sínum.
Ikki minst telur landsliðið
nógv, tá endaspæl er á skrán-
ni, og 2008 er einki undantak
í so máta. Sponsku europa-
meistararnir hava nevnliga
sjey mans á listanum, og er
hetta nógv meira, enn nakað
av hinum londunum hevur.
Eisini er vert at bíta merki
í, at tað serliga eru spælarar,
sum gera um seg í ensku
Premier League og sponsku
La Primera, sum eru á list-
anum. Ikki færri enn 22 av
spælarunum
á
listanum
koma úr heusm báðum deild-
unum. Og bara tríggir eru úr
italsku Seriu A, sum annars
plagar at telja heilt nógvar
kandidatar til gyltu kúluna.
Ronaldo og sjey spaniólar
Fótbóltur
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 07 Vestur
26
20
-
2
-
4
108
33
75
62
2 AB
26
20
-
1
-
5
96
32
64
61
3 VB/S
26
18
-
2
-
6
59
27
32
56
4 TB
26
16
-
4
-
6
62
22
40
52
5 Víkingur
26
9
-
3
-
14
34
70
-36
30
6 B68
26
7
-
4
-
15
49
63
-14
25
7 HB
26
5
-
9
-
12
29
51
-22
24
8 NSÍ
26
6
-
5
-
15
46
72
-26
23
9 EB/S
26
6
-
2
-
18
27
87
-60
20
10 KÍ
26
5
-
4
-
17
33
86
-53
19
Hondbóltur
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
4
4
-
0
-
0
109
96
13
8
2 Neistin
4
3
-
0
-
1
127
115
12
6
3 StÍF
4
2
-
1
-
1
89
83
6
5
4 H71
4
2
-
0
-
2
113
100
13
4
5 Kyndil
4
0
-
1
-
3
89
113
-24
1
6 KÍF
4
0
-
0
-
4
91
111
-20
0
Teir 30 bestu
Emmanuel Adebayor (Arsenal), Togo
Sergio Agüero (Atletico Madrid), Argentina
Andrei Archavine (Zénith Saint-Pétersbourg), Russland
Michael Ballack (Chelsea), Týskland
Karim Benzema (Lyon), Frakland
Gianluigi Buffon (Juventus), Italia
Iker Casillas (Real Madrid), Spania
Cristiano Ronaldo (Manchester United), Portugal
Didier Drogba (Chelsea), Fílabeinsstrondin
Samuel Eto’o (FC Barcelona), Cameroun
Cesc Fabregas (Arsenal), Spania
Fernando Torres (Liverpool FC), Spania
Steven Gerrard (Liverpool FC), Ongland
Zlatan Ibrahimovic (Inter Milan), Svøríki
Kaka (Milan AC), Brasil
Frank Lampard (Chelsea), Ongland
Lionel Messi (FC Barcelona), Argentina
Pepe (Real Madrid), Portugal
Franck Ribéry (Bayern Munchen), Frakland
Wayne Rooney (Manchester United), Ongland
Marcos Senna (Villarreal), Spania
Sergio Ramos (Real Madrid), Spania
Luca Toni (Bayern Munchen), Italia
Edwin Van der Sar (Manchester United), Holland
Rafael Van der Vaart (Hambourg SV/Real Madrid), Holland
Ruud Van Nistelrooy (Real Madrid), Holland
Nemanja Vidic (Manchester United), Serbia
David Villa (Valencia CF ), Spania
Xavi (FC Barcelona), Spania
Youri Zhirkov (CSKA Moskva), Russland
FAKTA
Cristiano Ronaldo er
uttan iva stórfavorittur
at gerast fremstur, tá
ítróttartíðindafólk kring
Europa greiða atkvøðu
um at kjósa ársins
fótbóltsspælara í 2008