Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Hóast norsku skipa­ smiðjurnar hava bíleggingar fyri heilar 65 milliardir krónur, er vinnan á veg niður í ein aldudal SkipaSmíð Árni Joensen arni@sosialurin.fo Bíleggingarbøkurnar á teim­ um norsku skipasmiðjurnar eru ikki tómar, minni enn so, men ein sannroynd er tað, at í ár er tað vorðið al­ samt longri og longri ímill­ um bíleggingarnar. Eitt ann­ að er, at tað er minni enn so vist, at øll tey bíløgdu skip­ ini verða smíðað, tí tað kann meiri enn so henda, at byggiharrin fær ikki ta neyðugu fíggingina, soleið­ is sum umstøðurnar eru broyttar. ­ Vit hava fingið nøkur dimm skýggj upp á luftina, men vit velja at halda okkum til tað jaliga. Næsta ár skulu skipasmiðjurnar lata skip fyri 25 milliardir krónur, í 2010 lata tær skip fyri 22 milliardir og í 2011 fyri 7 milliardir krónur. Hetta eru teir sáttmálarnir, sum eru komnir í rættlag, sigur Egil Holland, stjóri í norska ídnaðarfelagnum, við NTB. Egil Holland vísir á, at norsku skipasmiðjurnar hava ongantíð havt so nógv­ ar bíleggingar áður, og tí verður fallið niður í aldu­ dalin ikki so ógvusligt tey fyrstu árini, sigur hann. Harðari treytir Ulstein­skipasmiðjan er ein av teimum stóru í Noregi við umleið 350 arbeiðspláss­ um. Umsetningurin í ár verður um tríggjar milliardir krónur, og hóast tað er væl meiri enn í fjør, ásannar for­ stjórin, Gunvor Ulstein, at tað er longri ímillum, at nakað nýtt kemur í bílegg­ ingarbókina. – Enn vita vit ikki, hvussu fíggjarkreppan fer at ávirka virksemi okkara, men tað verður ivaleyst truplari at fáa fígging til skip, sam­ stundis sum kravið um egin­ pening verður hert, sigur hon við NTB. Ulstein­skipa­ smiðjan hevur í løtuni bíleggingar fyri sjey milli­ ardir krónur og arbeiði til nakað út í 2011, men stjórin væntar, at ferðin niður í aldudalin fer at byrja í 2010. Enn hava ongar uppsagnir við í skipasmiðjuídnaðinum, men Jan Helge Dyngeland, talsmaður hjá starvsfólk­ unum á Ulstein­skipasmiðj­ uni, ásannar, at tað kann koma. ­ Vit hava sæð uppsagnir í byggivinmnuni og tænastu­ vinnugreinunum, og vit hava ikki gloymt, hvussu stórar trupulleikar smiða­ smíðið hevði fyri bara fáum árum síðani, sigur hann við NTB. Norskt skipasmíð á veg niður í ein aldudal Demich P/F Tórshavn Postboks 378 - Stiðjagøta 2 FO-110 Tórshavn Telefon +298 309 310 demich@demich.fo Demich P/F Vágur Á Marknoyri FO-900 Vágur Telefon +298 37 35 35 demich@demich.fo Demich P/F Runavík Heiðavegur 80 FO-610 Saltangará Telefon +298 445500 demich@demich.fo Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv. Umhvørvisvinarlig orka við hitapumpu frá Demich Fíggjarkreppan fer at gera tað truplari at fáa fígging til at byggja skip, og kravið til eginpeningin verður hert, væntar Gunvor Ulstein Mynd: Ulstein Verft