týsdagur 21. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 202 - 21. oktober 2008
184 metrar langa
liberiska farmaskipið
»Antarois Breeze«,
sum týsdagin lastaði
tungolju í Fuglafirði,
er enn eitt dømi um,
at Faroe Bunkers er
við at gerast kent
kring allan heimin.
– Vit síggja stórar
møguleikar í hesum
virkseminum, sigur
Sigurð Simonsen,
borgarstjóri í Fugla
firði
Oljusøla
Orð&myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fuglafjørður: - Fyritøkan
hevur longu víst, at grundar-
lag er fyri henni. Og vit
vænta í roynd og veru at
kunna selja millum 70 og
80.000 tons um árið, sigur
ein bjartskygdur borgar-
stjóri.
Fuglfirðingar
eru
so
smátt farnir at venja seg við
at stór skip leggja at við
oljubryggjuna í býnum. Her
steðga tey nakrar tímar og
fara síðani fult lessað við
tungolju til fiskiskap ella
víðari út í Atlantshavið við
farmi sínum.
Her er fyrst og fremst tal-
an um lasting av tungolju,
men lítil ivi man vera um,
at virksemið hjá Faroe
Bunkers fer at spjaða seg til
aðrar fyritøkur í Fuglafirði
og fer at kasta pening av
sær í økinum.
Síðani Faroe Bunkers
byrjaði at selja tungolju í
byrjanini av juli mánaði, er
tungolja í stórum tali til
eina stóra nøgd av skipum
farin um bryggjukantin.
- Eg verði ikki kløkkur,
um dupult so nógv tungolja
verður seld hiðani um nøkur
ár, sigur Sigurð Simonsen.
Grundarlag
Tá farið varð undir Faroe
Bunkers fyrr í summar var
tað sjálvandi við einum
ávísum spenningi, um nú
tørvurin fór at gerast eins
stórur og ætlanin miðaði eft-
ir.
Hóast
fyritøkan
bert
hevur verið á marknaðinum
í slakar tríggjar mánaðir,
hevur hon longu víst, at
grundarlag er fyri henni –
og at góðir møguleikar eru
Tungolja setir Fuglafjørð á
Úr Kyrrahavinum
á Fuglafjørð
Eitt dømi um at Fuglafjørður av sonnum er komin á
heimskortið, er dømið um stóra hollendska
frystiskipið sum keypti tungolju frá Faroe Bunkers
fyrr í summar.
Skipið hevði roynt úti fyri peruansku strondini í
Kyrrahavinum, men eftir at kvota teirra var uppi har,
avgjørdi reiðaríið at skipið skuldi í Norðuratlantshavið
at royna.
Hollendska reiðaríið hevði onkursvegna hoyrt um
møguleikan at keypa olju hjá Faroe Bunkers, og valdi
at royna hesa loysnina, samstundis sum teir kundu
skifta manning.
Ikki nóg mikið við tað, at skipið keypti hundraðtals
tons av olju. Nú teir kortini vóru á Fuglafirði, kundu
teir tað sama keypa trolútgerð frá Vónini.
- Hetta er eitt gott dømi um tann týdning sum Faroe
Bunkers kann koma at hava fyri okkum. Hetta fer
uttan iva at kasta pening av sær í framtíðini, slær
borgarstjórin Sigurð Simonsen fast.
Fyrispurningar
hvønn einasta dag
- Tað gongur ikki dagur at vit ikki fáa fyrispurningar
um sølu av tungolju, sigur Janus Rasmussen, stjóri í
Faroe Bunkers.
Hann er samdur við borgarstjóranum í, at Fugla-
fjørður av álvara er komin á heimskortið, tí áhugin fyri
fyritøkuni er stórur og alsamt vaksandi.
Støddin á skipunum sum vilja keypa »føroysku«
tungoljuna er ymisk, úr sløkum 200 metrum og upp í
væl omanfyri 300 metrar.
Tann stóri spurningurin og avbjóðingin er, um hesi
skipini kunnu leggja at í Fuglafirði ella í framtíðini
fara at kunna gera tað. Ein forðing og avmarking í
hesum er kortini hon, at sleipikapasateturin ikki er
nøktandi í dag.
Janus Rasmussen verður í starvi hjá Faroe Bunkers
henda mánaðin at enda.
- Stórur áhugi er fyri virkseminum hjá Faroe Bunkers, sigur
Janus Rasmussen, sum bert verður stjóri í fyritøkuni henda
mánaðin út
Duga illa at samráðast um løn
- Danskir leiðarar duga ikki nóg væl at samráðast um sína egnu løn. Teir halda
veruliga at teir duga, men kenslurnar fara ofta við teimum. Tað heldur í øllum
førum stjórin, Keld Jensen í Marketwatch, ið er ein altjóða ráðgevingarfyritøka
við sergrein í samráðingarteknikki. – Nógvir leiðarar eru ótilvitaðir og
ódugnaligir í samráðingarstøðum. Teir ímynda sær, at hetta er nakað sum teir
duga, tí at teir sum leiðarar hava roynt hetta nakrar ferðir. Men flestu teirra hava
ikki lært at nýta samráðingar sum eitt professionelt amboð, og teir hava tí ikki
gjørt sær greitt, hvat teir ætla sær, sigur hann. Teir gerast ístaðin kenslubornir og
beinleiðis stoyttir, um teir ikki fáa tað sum teir ynsktu sær.