Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 202 - 21. oktober 2008 heimskortið Skip úr 13 londum Síðani Faroe Bunkers byrjaði at selja tungolju í summar hava skip í ymiskum støddum og úr mongum ymiskum londum ligið við bryggju í Fuglafirði. Sambært einum yvirliti hava skip úr so ymiskum londum sum Malta, Panama, Ruslandi, Bahamas, Grønlandi, Antigua&Barbuda, Spania, Týsklandi, St. Vincent, Noregi, Danmark og Føroyum vitjað. Týsdagin í farnu viku kom eitt skip úr Monrovia í afrikanska landinum Liberia eftir olju í Fuglafirði. Íalt hava 30 skip keypt tungolju hiðani. fyri at virksemið kann økjast enn meiri. Virksemið hjá Faroe Bunkers var í fyrstu syftu grund­að á føroysk og russ­ isk skip, men seinastu trígg­ ir mánaðirnir hava longu víst, at skip úr øðrum lond­­ um eisini vilja til Fuglafjarð­ ar at keypa olju: Ikki færri enn 30 skip úr íalt 12 ymiskum lond­um hava keypt olju hiðani. ­ Hesa tíðina eru farin omanfyri 25.000 tons av tungolju um bryggjukantin, og tí mugu vit bara staðfesta at Faroe Bunkers hevur fing­ ið eina sera góða byrjan, slær borgarstjórin í Fugla­ firði fast. Samstarv Áðrenn Faroe Bunkers lat fyrstu oljuna, var eitt stórt fyrireikingararbeiði gjørt. Hetta varð av fyrstu tíð eitt samstarv millum stóru vinnuvirkini Havsbrún við sínum framleiðslum og Bergfrost við síni frysti­ goymslu í Fuglafirði. Hjá Bergfrost var stórur áhugi í at fáa russisk skip at leggja veiðuna upp hjá teim­ um, men ein sá samstund­is at neyðugt var at kunna veita teimum aðrar tænastur í sama viðfangi – millum annað oljusølu. Saman við øðrum og góð­ um íleggjarum úr nærum­ hvørvinum vórðu so stig tikin til hesa oljusøluna, sum Fuglafjarðar kommuna umvegis Fuglafjarðar Havn eisini gjørd­ist ein partur av. At so fleiri skip hava skift ella fara at skifta yvir til tungolju í framtíðini, hevur eisini gjørt sítt til at nýggja fyritøkan hevur fingið so góða byrjan. ­ Vit síggja ein serligan áhuga millum farmaskip og leysfarmaskip. Enn hava vit ikki sæð nøkur bingjuskip, men tey munnu fara at koma, vónar Sigurð Simonsen. Pengar í kommunu­ kassan Tað hevur sjálvand­i verið ein kostnaðarmikil íløga hjá Fuglafjarðar Kommunu at gera sítt til, at Faroe Bunkers kund­u fáa bestu umstøður at virka und­ir. Íalt hevur kommunan sjálv brúkt 16 mió krónur í hesa íløguna, umframt tann størra partin sum íleggjar­ arnir hava brúkt til hesa ætlanina. Kommunan hevur ábyrgd­ av at fyribyrgja d­álking og í ringasta føri at basa d­álking. Til hetta krevst útgerð til til­ búgving, og hevur hend­a kostað umleið 2 mió krón­ ur. ­ Men tað er eingin ivi um, at virksemið hjá Faroe Bunkers fer at geva fleiri milliónir í kommunukassan longu komand­i ár, staðfestir ein nøgd­ur borgarstjóri í Fuglafirði. Skip úr 13 ymiskum londum hava longu keypt tungolju frá Faroe Bunkers í Fuglafirði. Týsdagin í farnu viku vitjaði 84 metrar langa farmaskipið »Antarois Breeze« úr liberiska høvuðsstaðnum Monrovia Fuglafjarðar kommuna hevur brúkt nógvar milliónir í íløguna við oljuhavnina. – Vit fara at fáa nógvan pening frá hesum virkseminum í kommunukassan longu komandi ár, væntar borgarstjórin, Sigurð Simonsen Sætta hvør fyritøka hótt av húsagangi Sjælland­ og d­anski høvuðsstaðurin eru ringast fyri, tá talan er um fyritøkur sum kunnu fara í gjald­ssteðg orsakað av fíggjarkreppuni. Hetta vísir ein kanning sum kred­itt­ og analysufyritøkan Experian hevur gjørt. Sambært kanningini hava 17 prosent av d­onsku fyritøkunum nú eina fíggjarstøðu, sum ger at tær kunnu verða hóttar av húsagangi. Hetta er hægsta talið seinastu 11 árini, ið slíkar kanningar hava verið gjørd­ar. Hevur ein fyritøka bæði und­irskot og ein hóttan eginpening, er stórur vand­i fyri húsagangi. Bestu ráðini hjá slíkum fyritøkum eru at hava tætt samband­ við ráðgevarar eins og støða má takast til, hvørt fyritøkan eigur at hald­a fram ella ikki.