Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 202 - 21. oktober 2008 Berghiti er ein av møguleikunum við hitapumpum. Skipanin kallast vatn til vatn, tí tað er vatn og spritt, ið verður ført niður í holið. Hinar eru luft til luft og luft til vatn. Niðri í holinum upptekur kalda blandingin hita úr berginum og gerst nøkur stig heitari. Síðani verður hitaða blandingin pumpað upp í hitapumpuna, har orka frá SEV trýstir veskuna saman, so enn meira hiti fæst burturúr. Vanligt er, at mann leggur blanding niður í holið, ið er eini 4 stig, og tá blandingin kemur uppaftur er hon eini 9 stig. Tá veskan er trýst saman og verður latin út í sjálva hitaskipanina í húsinum er hitin heili 55 stig. Stóri fyrimunurin við berghita í mun til aðrar hitapumpur er, at bergið heldur umleið sama temperatur alt árið, harnæst kann øll skipanin verða løgd soleiðis at hvørki veður ella nakað annað ávirkar hana, og tí gerst viðlíkahaldið bíligari enn við øðrum líknandi skipanum. Kursfallið kom óvart á Størsti bankin í Danmark, Danske Bank, viðgongur nú, at bankin var ikki fyrireikaður til, at virðið á partabrævamarknaðinum fór at blíva so ógvusligt, sum tað hevur verið teir seinastu mánaðirnar. Morten Kongshaug, sum er partabrævaserfrøðingur hjá Danske Bank, skrivar í einari frágreiðing, at bankin noyðist at biðja síni viðskiftafólk um umbering fyri, at hann ikki var fyrireikaður. Tí má bankin nú biðja viðskiftafólk um mumbering fyri, at tey fingu ikki ta røttu vegleiðingina í nóg góðari tíð, skriv Morten Kongshaug. Soleiðis riggar berghiti úr jørðini 350 krónur meturin at gera tað. Til samans kostar ein skipan við berghita eina 140.000 krónur, men við varandi oljuprísum megnar eitt húsarhald eftir tíggju árum at vinna peningin inn aftur. Tá talan er um virkir er tíðin styttri, tí har er orkunýtslan størri, og fleiri hol vera gjørd til somu skip­ an, fortelur Petur Egholm. Hann leggur afturat, at ein annar fyrimunur við berg­ hita er, at øll skipanin kann goymast burtur, og á tann hátt sparir mann upp til 15 prosent í streymkostnaði til skipanina. Nógv fæst burturúr Ofta fær varandi orka eisini skotið í skógvarnar, at mann fær so lítið burturúr, men tað metir Petur Egholm ikki. ­ Vónin hjá okkum er, at eitt tílíkt 200 metrar djúpt hol kann geva líka nógva orku um árið sum 3500 litrar av olju. Tað er umleið tað sama, sum eitt vanligt húsarhald nýtir í eitt ár. Í kostnaði dettur oljurokn­ ingin burtur, men rokningin frá SEV verður eina hálva oljurokning hægri, so helvt­ in verður spard í rakstrar­ kostnaði. Harumframt kann skipanin eisini uttan trupul­ leikar setast saman við einari skipan við vatnborn­ ari sólorku. Tað er tá mann við solorku hitar vatn upp í tangar, og á tann hátt fæst enn meira burturúr, sigur Petur Egholm. Høvdu nakrar trupulleikar Tá holini vóru gjørd vóru ymiskir trupulleikar. Serliga var tað vantandi fíggingin, ið nú er veitt av nýtarunum av berghitanum og eisini hevur Jarðfeingi víst stóran áhuga fyri tiltakinum. Men við sjálvari boringini vóru eisini onkrir trupulleikar. Til dømis bleiv borurin fast­ ur tá eitt av holunum hjá Jarðfeingi var borað. Bor­ urin var so fastur, at ein serfrøðingur úr Svøríki mátti koma til Føroyar at loysa trupulleikan. Petur Egholm, ið hevur staðið fyri arbeiðinum við berghita í Føroyum, metir, at stórir og góður møguleikar eru fyri hesi hitaskipan í Føroyum Arbeiðið við at fáa hita úr berginum byrjaði í junimánaði, og nú eru fimm bygningar kring landið, ið nýta berghita