Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 202 - 21. oktober 2008 KroniKK Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur Tað er vorðið alsamt meiri vanligt í Føroyum at tosa opið um moral. Moralur er – eitt sindur einfaldað – atburðs­ regulering. Ofta tosa vit um rætt og rangt, tá vit tosa um moral, men undir øllum umstøðum sigur moralur okkum hvat vit skulu gera og hvat vit ikki skulu gera. Moralur er so at siga ein óskrivað lóg – ein lóg, ið er galdandi, uttan at hon er niðurskrivað. Í Føroyum hava vit enntá eitt rák, har summir politikarar ynskja at “umseta” moral til lógir, t.d. við at banna sam­ kyndum parlagi, seta pornofiltur á føroyskt Internet – ella øvut at forða fyri diskriminatión av sam­ kyndum ella loyva føroyskum bryggjaríum at bryggja sterkt. Her skal ikki takast støðu til hvørt konservativur, liberalur ella kanska sosialistiskur moralur eru best ella verst. Her skal hinvegin vísast á, at tað er eitt alternativ til moral – nevniliga amoralur. At vera amoralskur er stutt sagt at vera líkaglaður og bara lata fólk gera sum tey gera. Hetta ljóðar í fyrstu syftu frálíkt, tí á hendan hátt verða allir borgarar frælsir at gera júst sum teimum lystir. Men tað er ikki heilt so einfalt. Føroyski ognarmoralurin Føroyingar eru rættiliga ekstremir, tá tað kemur til bústaðir. Verður samanborið við hini norðurlondini, eru Føroyar klárt á odda, tá tað kemur til fólk, ið búgva í sínum egnu húsum. Sethús eru framvegis vanligasti bústaðarhátturin, men sjálvt tey, ið velja íbúðir framum, ynskja helst at keypa sær ognaríbúðir heldur enn at leiga. Hetta hevur sjálvandi nakað við vánaliga leigu­ og lutamarknaðin í Føroyum at gera, men umvent so hevur vánaligi leigu­ og lutamarknaðurin í Føroyum eisini nakað at gera við vantandi eftirspurning av leigu­ og lutabústøðum. Man kann siga, at nógvir før­ oyingar hava ein “ognarmoral” – ein moral um at tað er rættari at eiga enn t.d. at leiga. Atburðurin “at eiga” er sera dominerandi, og tað hevur bæði nakað við tryggleika, uppsparing og sosialan kontinuitet at gera. Tað er trygt at vita, at man ikki kann verða blakaður út, um útleigarin knappliga vil brúka bústaðin til okkurt annað. Tað er eisini trygt at vita hvussu tekniski standurin á bústaðnum er, og at man sjálvur kann gera nakað við tað, skuldi okkurt gingið fyri. At eiga sín bústað er eisini ein relativt stabil uppsparing í realum virðum, ið ikki uttan víðari fúka upp í globala jetstreymin, um ein fíggjaróðn skuldi rikið framvið. Ognarbústaðir skapa eisini ein sosialan kontinuitet, tí at fólk búgva longri á sama staði og fáa tí møguleika at knýta tættari bond við lokalsamfelagið. Lokalsamfelagið verður ment av hesum, eins og einstaklingarnir fáa eina tryggari tilveru. Ognarleysir húseigarar – eitt óhugnaligt paradoks Tað skal ikki avvísast, at “ognarmoralurin” hevur nógvar samfelagsgagnligar síður. Trupulleikin er, at hjá nógvum ognarum er hetta vorðið ein illusión – ein brostin dreymur – heldur enn ein veruleiki. Nær kann man sigast at eiga sín bústað? Um man hevur niður­ goldið síni lán, so er eingin ivi um, at tú ert ognari. Men um tú júst hevur keypt ein bústað, men enn ikki hevur goldið serliga nógv niður – kanska tí tú hevur valt eina skipan við avdráttarskáa – ert tú so at meta sum ognari? Um stutta tíð verður kanska vanligt við 40 ella 50 ára niðurgjaldstíð, soleiðis at fólk í realitetinum ongantíð koma upp á turt, men í besta føri fara á pensjón við einari ikki alt ov høgari rentubyrðu. Lesur man útlensk bløð og kjaktorg um húsafíggingarkreppuna, sæst, at fólk so smátt farin at tosa um 100 ára niðurgjaldstíð! Í prinsippinum hevur tú tá øll rættindi, ið ognarin hevur – so leingi tú væl at merkja megnar at svara hvørjum sítt. Men í praksis ert tú einki annað enn ein forvaltari av húsunum vegna tann, ið hevur lænt tær pengarnar til bústaðin. Tað er í síðsta enda lánsveitarin, ið eigur húsini, og hetta verður realiserað gjøgnum innloysing av pantinum tann dagin tú sum lánskeypari ikki kanst liva upp til sáttmálan við lánsveitaran. Gaman í vilja bankar ofta hjálpa tær við t.d. at leingja fíggingaráramálið. Men tað vilja koma tíðir, tá bankarnir ikki kunnu hjálpa tí illa stadda “ognaranum”. Slíkar tíðir eru í dag, og stava tær frá ameri­ konsku “sub­prime kreppuni”, har hundraðtúsundtals familjur eru riknar frá húsi og heimi, tí tær av neyð hava fingið sær “sub­prime húsalán”, ið eru lán við vánaligum treytum – m.a. hægri rentu yvir langt sikt. Tað syrgiliga er júst, at tað eru tey við vánaligastum kredittvirði, ið fáa sær hesi lánini. Tað er ómetaliga synd í hesum fólkum – eingin ivi um tað. Umvent kann man eisini taka eina meiri kyniska støðu og siga, at tey sjálvi hava skyldina í at tey hava lænt seg uppum bæði skorstein og flaggknapp. Hesir neyðars amerikanarar, ið ikki hava hugsað seg nóg væl um. Hesi neyðars fólk, ið hava sæð burtur frá tí common sense búskaparmorali, ið krevur at man setur “tering eftir nering”, eru kanska í veruleikanum ómoralsk fólk, ið fyri at røkja sítt egna ego hava sett bæði seg sjálvi og globala fíggjarkervið í eina sera ringa støðu. Amoralskir bankaráðgevar Tað er neyvan heilt skeivt at lasta einstaklingarnar fyri vantandi moralskt støðufesti. Tað er heldur ikki skeivt at lasta vanlig fólk fyri at keypa sær hús í Havn fyri millum 2 og 3 miljónir krónur. Tað er ómoralskt at seta seg í eina stóra skuld, um hetta ikki samsvarar við hvat ein kann gjalda aftur. Man skal jú ikki gloyma, at um man keypir eini hús fyri 2½ miljón, so vil longdin á láninum ofta vera 30 ár – í praksis meiri, um man sleppur at umfíggja hjá øðrum fíggingarstovnum. Langa afturgjaldstíðin gevur eina risastóra rentubyrðu, ið ger, at endaligi prísurin á húsinum vil vera tann tvífaldi av tí áljóðandi prísinum – ella meiri. Og um fólk ikki megna at gjalda avdráttirnar niður, men einans megna at gjalda renturnar, so er talan í veruleikanum um, at fólk leiga frá bankunum. Renta verður bert ein nýggjur formur fyri leigugjald. Uppaftur verri er tað, tá rentan fer upp, t.d. til tað tvífalda. Tá vil mánaðarliga rentan/leigan Húsafígging og moralur Ísland ger kvetti eystanfyri Tað kemur íslendsku fiskivinnuni væl við, at norðmenn og russar eru vorðnir samdir um at økja toskakvotuna í Barentshavinum 20 prosent næsta ár. Vísir skrivar, at Ísland eigur knappliga tvey prosent av kvotuni, og tískil sleppa íslendsk skip at veiða næstan 10.000 tons av toski í Barentshavinum næsta ár, skrivar blaðið. Norðmenn og Russland hava havt eina reglu, sum sigur, at kvotan kann hækka í mesta lagi 10 prosent eftir einum ári, men hesaferð verður hækkingin tvær ferðir so stór. Orsøkin er, at sambært ICES er stovnurin betur fyri enn hildið. Toskurin í Barentshavinum er væl fyri, sigur ICES (Mynd: Vísir)