týsdagur 21. oktober 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 202 - 21. oktober 2008
sjálvandi eisini tvífaldast – um
man væl at merkja ikki fær onkra
lagaligari umfígging.
Men kann man lasta naivu
húskini fyri at hava sett seg fyri
hús, ið tey ikki hava ráð til? Ella
eiga vit at venda kikaran móti
teimum, ið hava selt húskjunum
lánini? Eru bankarnir heilt ósekir
hesum viðvíkjandi?
Mín meting er, at hóast
skuldarbundnu húskini standa
sum teir primeru moralloys
ingarnir – forførdir av einum
órealistiskum dreymi um eini
risahús við garasjum og sam
talukøki á fínastu adressuni í
býnum – so eiga bankarnir eisini
at fáa av grovfílini. Tað eru hóast
alt bankarnir, ið hava serfrøðina
at meta um fíggjarkorini hjá
húskjunum. Við hesi serfrøði
fylgir eisini ein moralsk ábyrgd
um at avtakarin av lánsveitingini
eisini skal hava eitt sømiligt lív –
t.v.s. nøktandi tøkupening eftir
fastar útreiðslur. Eftir øllum at
døma hava allir bankaráðgevar
ikki fylgt hesi moralsku ábyrgd.
Eftir øllum at døma hevur tað talt
meiri at kvinkað
partabrævskursirnar uppeftir og
at skava so nógvan bonus sum
gjørligt til seg sjálvan.
Tað skaðiliga er, at bankarnir
hava ein dupultleiklut. Teir skulu
partvíst skava sum mest av
peningi inn, samstundis sum teir
skulu tryggja, at fólk ikki lána ov
nógv. Hetta er eyðýniliga ein
mótsøgn, ið krevur ein fantast
iskan, moralskan standard. Men
hvussu skal man kunnu liva upp
til hendan standard, um man er í
kapping við aðrar bankar um at
levera eitt nøktandi vinningsbýti
upp á stutt sikt? Tað er neyvan
nakað at siga til, at bankarnir eru
tvingaðir til at fáa pengarnar at
renna so skjótt sum gjørligt. At
hetta so merkir, at húsarhaldini
skulu renna skjótari, er so tann
moralskt ivasama baksíðan av
medaljuni. At summi húsarhald
skulu renna so sjótt, at tey bróta
seg sundur – tað er enntá
beinleiðis moralskt forkastiligt.
Í Føroyum eru vit neyvan
komin so langt enn, men í USA
registrera tey longu nú fleiri
hjúnaskilnaðir og sjálvmorð í
kjalarvørrinum av fíggjar
kreppuni.
Neyðugt at regulera
bústaðarmarknaðin
Trupulleikin er ikki bert einstak
lingarligur, men bygnaðarligur.
Skulu fólk bara nær námind liva
upp til dreymin um egnan
ognarbústað; skulu fólk kunna
fylgja sínum ognarmorali, so
mugu tey laga seg til bygnaðin á
bústaðarmarknaðinum.
Alternativið er, at tey vraka sínar
dreymar og liva eitt lív, ið ikki
livir upp til teirra egna moralsku
fatan um rætt ella skeivt. Tað er
ikki løgið, at fólk í staðin lata
seg draga móti fíggjarligu
vandaskerunum.
Skulu vit fáa ein meiri menn
iskjaligan bústaðarmarknað, so
má regulering til. Tað má
tryggjast, at fólk ikki koma seg í
fíggjarligt óføri – eisini tí at hetta
kann hótta samfelagsbúskapin.
Umframt hetta eigur tað at
tryggjast, at bústaðarmarkn
aðurin í størri mun verður ein
keyparans marknaður, soleiðis at
vit ikki aftur skulu uppliva ein
eftirspurningsriknan uppgang
andi prísspiral, ið hevur gjørt
dreymin um egnan bústað til eina
marru fyri fólk í USA – men
eisini í minni mun í pørtum av
føroyska samfelagnum.
Best hevði verið, um húsarhald
og einstaklingar megnaðu at liva
upp til sínar egnu moralsku
standardir. Men tá tað kemur til
bústaðarmarknaðin eiga vit at
spyrja okkum, um vit ikki eiga at
styrkja hendan moralin við lóg,
soleiðis at tað verður ólógligt at
lokka fólk í fíggjarligt óføri. Man
kann illa ímynda sær, at bank
arnir fara at stramma moralin
upp, tá teir standa í kapping við
aðrar bankar.
Ísland má biðja IMF um hjálp
Fyrrverandi íslendski uttanríkisráðharrin Jón Baldvin Hannibalsson er talsmaður fyri, at
Ísland skal leita sær hjálp hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF. Í einari sending í
ríkisútvarpinum nú um dagarnar segði hann, at stjórnin er fyri at biðja IMF um hjálp, men
at stjórin í tjóðbankanum, Dávið Odsson, liggur í buktini og sigur nei. Jón Baldvin
Hannibalsson segði, at íslendska skútan er strandað, sum hann málbar seg. Hann ásannaði,
at tað kann gerast tungt at koma aftur á beint, men segði, at Ísland hevur einki í at velja
enn at venda sær til IMF eftir hjálp, sjálvt um tað fer at hava treytir við sær. Í gjárkvøldið
frættist so, at IMF hevur bjóðað Íslandi eitt lán upp á seks milliardir dollarar.
Jón Baldvin Hannibalsson (Mynd: Vísir)