týsdagur 21. oktober 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 202 - 21. oktober 2008
Í Grønlandi hevur
verið grindadráp.
Hetta kemur væl við
hjá føroyingum har
yviri. Ein av hesum
er Kári við Stein, sum
dag fyri dag greiðir
frá teimum seinastu
fiskivinnutíðindunum
2. oktober
Í morgun kom Polar Amaroq
kom inn at landa. Teir hava gott
320 tons inni henda túrin. Regina
C er í Manitsoq og landar í dag.
3. oktober
Polar Amaroq loysti á middegi til
nýggjan túr. Aftaná kom ein lítil
kanadiari at landa svartkalva.
Teir hava um 80 tons inni.
Tasermiut er inni í Aasiat og
landar. Teir hava um 300 tons
inni. Sum eg skilji hava tit ongar
grindir fingið í ár. Men í dag
keypti eg mær uppí ein kagga av
grind og spik. Prísurin var 30 kr.
pr. kg. Grindin kemur sunnan úr
Kangamiut, sum liggur norðan
fyri Manitsoq. Har hava teir
hildið grindina til. Sum eg havi
fingið upplýst vóru hvalirnir 62
í tali. Eg kókaði í kvøld av
grindini. Hetta var ein heilt
góður døgurði. Bædi grindin og
spikið eru ógvuliga feit.
6. oktober
Í dag er eitt lítið lot av norði.
Natarnaq kom inn at landa í
morgun. Teir hava gott 400 tons
inni. Teir flestu av bátunum hava
verið norðuri á 72 stig og roynt.
Slagið hevur verið útmerkað.
7. oktober
Í morgun loysti Natarnaq til
nýggjan túr.
9. oktober
Akamalik kom inn at landa í
morgun. Hetta tørnið hava teir
rokast. Teir hava knapt 1.400
tons í 42 dagar fyri gott 25 mill.
Hetta er óført. Polar Nattoralik er
inn í Nuuk og landar eisini í dag.
Teir hava 400 tons inni henda
túrin. Polar Assik hevur gjørt
tveir góðar og skjótar túrar.
Tilsamans hava teir fingið 130
tons av ísaðum rækjum.
10. oktober
Lossingin hjá Akamalik gekk
strúkandi. Teir vóru útlossaðir kl.
0400 í morgun. Teir loystu í
morgun tíðliga til nýggjan túr.
Frætt er frá Atlantic Enterprice,
at teir hava fiskað svartkalva
kvotuna lidna og eru farnir at
fiska rækjur. Fiskaríið er
brúkiligt, 50 tons um samdøgrið.
Teir hava ligið á 58 stig og roynt
á 130 favna dýpi.
13. oktober
Qaqqatsiaq kom inn at landa í
morgun. Teir hava knapt 500 tons
inni.
14. oktober
Qaqqatsiaq loysti til nýggjan túr í
morgun tíðliga.
15. oktober
Í dag kom Polar Qaasit inn at
landa. Teir hava 400 tons inn og
Polar Amaroq kom inn til Nuuk
at landa í morgun. Polar Assik
hevur landað í Aasiaat í gjár.
16. oktober
Í dag kom Polar Nanoq inn til
Aasiat at landa svartkalva.
20. oktober
Markus hevur beint landað í
Nuuk. Við tí, teir hava
millumlanda í Egedesminde,
hava teir hendan túrin 980 tons
eftir 25 døgum. Túrurin
frammanundan var eins góður.
Tískil hava teir seinastu tveir
mánaðirnar avreitt fyri 30
milliónir.
Skipari hendan túrin er Pauli
Olsen úr Havn. Hann er sonur
Magnus á Báruni, kendur
útróðrarmaður í Havn.
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Grind í Grønlandi