Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 202 - 21. oktober 2008 Flestu føroyingar, ið fara uttanlands at lesa hægri lestur fara til Keypmannahavnar í hesum ørindum. Nógvir aðrir møgu­ leikar eru kortini fyri lesnaði á danskari jørð, og hesa vitanina ynskja tey á lærda háskúlanum í Ålborg nú at gera vart við á FAROEXPO í Runavík. – Vit hava longu fleiri føroysk lesandi her hjá okkum. Men vit vildu fegin havt nøkur fleiri, sigur verkætlanarleiðarin Hans Jørgen Broder­ sen úr Ålborg Lestur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Runavík/Ålborg: Tað kann tykjast sum langur vegur úr Føroyum til fjórstørsta býin í Danmark. Fyri Hans Jørgen Broder­ sen er ikki talan um langan veg, um ein ungdómur hugs­ ar um at fáa sær eina út­ búgving á hægri stigi. Frá at hava verið ein býur sum á mangar mátar var kendur fyri sítt skipasmíð, er eingin ivi í dag um, at býurin í dag er ein lestrar­ býur burturav. Hesum veruleika vita nógvir føroyingar longu av, men fyri verkætlanarleiðarin á lærda háskúlanum er fáa enn fleiri føroyingar hagar at lesa. ­ Í dag eru omanfyri 14.000 lesandi í Ålborg, teirra millum nógvir føroy­ ingar. Her hjá okkum finst ein breið vifta av útbúgv­ ingum, sum eisini eru hósk­ andi fyri tykkara unga fólk, sigur Hans Jørgen Broder­ sen í stuttum viðtali við Sosialin. Bæði útlendskar og før­ oyskar fyritøkur eru á stóru stevnuni, sum verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík. Sosialurin hevur eisini sín bás á stevnuni. Føroyskur áhugi Eitt er sjálvandi at hava ein lærdan háskúla í so stórum býi. Annað er, hvat hesin skúlin og mangir aðrir hava at bjóða teim lesandi. Júst her kann lærdi háskúl­ in gerast svarið uppá undir­ vísingarætlanirnar hjá nógv­ um føroyingum í framtíðini. Her er eisini talan um út­ búgvingar, sum føroyingar sjálvir fara at kunna gera nyttu av í framtíðini. Sjálvur er Hans Jørgen Brodersen verkfrøðingur, og hann er tí vitandi um nógv viðurskifti, sum hava áhuga hjá teimum, ið ynskja at fara undir ein lestur av slíkum slagi ella stigi. Eitt av teimum meiri spennandi evnunum á skúl­ unum er deildin, ið fæst við orku og orkumøguleikar í framtíðini. Ein av hesum møguleikum er bylgjuorka, sum enn er óroynd her á landi, hóast møguleikarnir eru teir bestu til ein slíkan tørv. ­ Vit hava helst tað størsta laboratoriumið til hetta í øllum Europa. Og eg meti avgjørt, at hetta átti at havt áhuga millum føroyingar nú og í framtíðini, sigur hann. Taka fegnir ímóti føroyingum í Ålborg FAKTA Lærdi Háskúlin í Ålborg byrjaði í 1974, men hevur í dag eina deild í Esbjerg og í Keypmannahavn. Í 2006 vóru 14.185 lesandi, 2000 í starvi og við eini fíggjarætlan uppá 1,4 mia krónur. Endamál teirra er í trimum – at undirvísa, granska og samstarva við vinnulívið. Heimasíða teirra er www.aau.dk Leita eftir skipasmiðju Ein onnur spennandi ætlan, sum er í umbúna á skúlanum, er ein serlig skipan við laminati til skipsskrokkar, og sum haraftrat setur størstu krøv til trygdina. Á skúlanum hava tey fingið patent uppá hetta laminatið, men tað ið teimum vantar er einhvør fyritøka, ið hevur hug at royna hetta í veruleikanum. - Vit leita í roynd og veru eftir eini skipasmiðju, ið hevur hug at kanna eftir, um hetta virkar í praksis, og ikki minst um tað kann nýtast til skrokkin á skipum og bátum sum sigla í tykkara baldruta farvatni, sigur Hans Jørgen Brodersen spentur á málinum. Henda serliga skipanin við laminati skal roynast á landi, millum annað í vindmylluveingjum, men er uttan iva eisini væl hóskandi til bjargingarbátar og vanlig skip. - Hetta átti tí at havt áhuga hjá føroyingum at granska nærri í, slær hann fast. - Vit vilja fegin hava fleiri føroyingar at lesa í Ålborg, sigur Hans Jørgen Brodersen, prosjektleiðari. Í dag er Ålborg kendur sum lestrarbýur burturav Bæði føroyingar og útlendingar taka lut á FAROEXPO. Fundir eru alla tíðina, har roynt verður at tosa seg til sættis um einhvørja avtalu Fluttu úr 47 londum til Føroya Íbúgvatalið í Føroyum vaks við 261 persónum fyrstu átta mánaðirnar í ár. Vøksturin er burðaravlopið, ið var 196 og nettotilflytingin, sum var 65 persónar. Íbúgvatalið 31. august 2008 var 48.658. Fyrstu átta mánaðirnarí ár fluttu 1.126 persónar til Føroyar úr 47 londum. Størsti parturin, 799 persónar, fluttu til Føroya úr Danmark. 327 persónar fluttu til Føroya úr øðrum londum enn Danmark. 1.061 persónar fluttu úr Føroyum til 32 lond. Størsti parturin, 894 persónar, fluttu úr Føroyum til Danmarkar. 167 persónar fluttu úr Føroyum til onnur lond enn Danmark. Sí flyting til og úr Føroyum á www.hagstovan.fo Javnaðarflokkurin í Klaksvík gjørt lista Verðandi býráðslimir stilla uppaftur fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar kommunu. Sjey fólk eru á listanum. Valevnini hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið í Klaksvík eru hesi: Signhild V. Joensen, Ragnar Joensen, Tummas J. Lervig, Jákup Mikkelsen, Sigrid Mikkelsen, Søren Olsen, Eyðgunn Samuelsen.