týsdagur 21. oktober 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 202 - 21. oktober 2008
Nú mentanin er í hásæti á
Runavíkarleiðini, hevur 37
ára gamla Yan Jingrui úr
Beijing í Kina framsýning
við málningum í blómu
handlinum Orkis á Glyvr
um. Tá Yan Jingrui hoyrdi,
at mentan skuldi á breddan
í heimbygdini, bjóðaði hon
sær til at vísa føroyingum
dømi um kinesiska mentan
við málningum sínum. Í
mun til í Føroyum, har olju
málningar eru vanligir, eru
vatnlitir vanligari í Kina.
Yan Jingrui hevur búð á
Glyvrum seinasti fýra árini,
tí hon giftist føroyskum
manni. Hon hevur onga
veruliga
listaútbúgving,
men hevur lært at mála í
frítíðini, tá ið hon búði í
Kina. Tá Yan Jingrui ikki
málar,
siglir
hon
við
Norrønu í summarhálvuni
og arbeiðir í fiski um
veturin.
Yan Jingrui hevur áður
havt framsýning í Føroyum,
í býráðshøllini í Runavík í
2006 og á tveimum Lions
Club framsýningum: Í Eyst
uroynni á vári í 2007 og í
Müllers Pakkúsi í Havn á
Ólavsøku í 2008.
Framsýningin í Orkis er
opin til 26. oktober, tá hand
ilin er opin. Yan Jingrui
sjálvt er at hitta millum kl.
11 og 13 allar dagarnar.
Grønlendingar í málneyð
Nógvir grønlendingar, sum fara til Danmarkar, hava ilt við at skilja tað
danska mkálið og at tosa tað, og tað kann mangan vísa seg at vera sera
óheppið og heldur ikki sørt vandaleyst. Britta Gjelstrup, sum er leiðari á
verkstaðnum Oqqumut í Esbjerg, sigur við blaðið JydskeVestkysten, at
grønlendingar, sum skulu tosa við ein málsviðgera ella ein lækna í
Danmark, eiga at hava rætt til at hava tulk hjástaddan. Britta Gjelstrup
ásannar, at hetta hendir ikki ofta, men vísir á, at tað kann hava sera
óhepnar avleiðingar, at partarnir ikki skilja hvør annan.
Tá Yan Jingrui hoyrdi, at mentan skuldi á breddan í heimliga umhvørvinum, bjóðaði hon sær til
at vísa føroyingum dømi um kinesiska mentan við málningum sínum
Orkis hevur prýtt framsýningarhølið við blómum og lutum úr handlinum
Í Kina eru
vatnlitsmyndir úr
náttúruni og úr
gerandisdegnum
vælumtóktar
Litfagrir prýðislutir
verða hildnir at
geva eydnu, langt
lív og framburð
Kina myndir
á Glyvrum