týsdagur 21. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 21. oktober 2008
27
Stutt Sagt
Googlestjórin
styðjar
Obama
Eric Schmidt, sum er for
stjóri í fyritøkuni Google,
fer í vikuni at kunngera,
at hann vil hava Barrack
Obama til amerikanskan
forseta. Tað skrivar blaðið
Wall Street Journal. Eric
Schmidt sigur við blaðið,
at avgerðin hevur einki
við Google at gera, og at
fyritøkan framvegis er
óheft undir valstríðnum.
Wall
Street
Journal
skrivar, at væntandi fer
Eric Schmidt at kunngera
sín stuðul til Obama, sam
stundis sum aðrir amerik
anskir
vinnulívsleiðarar
fara at gera tað sama.
Blaðið nevnir tó einki um,
hvørjar aðrar vinnulívs
leiðarar talan er um.
Googlestjórnin hevur
annars boðað frá, at hann
verður hjástaddur, tá Bar
rack Obama fer at halda
røðu á veljarafundi í
Florida í kvøld.
Verður ikki
koyrdur úr
Danmark
Annar av teimum báðum
tunesisku
monnunum,
sum eru dømdir fyri at
hava havt ætylanir um at
myrða danska teknaran
Kurt Westergaard, verður
ikki koyrdur úr Danmark,
sum ætlanin annars var.
Hinmaðurin fór sjálv
boðin úr Danmark fyri
nøkrum vikum síðani, sig
ur løgreglan við DRkring
varpið.
Maðurin varð tikin í
februar saman við einum
øðrum manni av tunesisk
um uppruna, og myndug
leikarnir gjørdu av at
koyra hann av landinum.
Men nú hava teir myndug
leikarnir,
sum
umsita
flóttafólkamál, gjørt av, at
maðurin kortini sleppur at
verða verandi í Danmark.
Grundgevingin er, at tað
er ov vandamikið at senda
mannin aftur til Tunesia.
Ístaðin fyri útvísing fær
maðurin tað, sum danir
rópa „tålt ophold“, og sum
ber í sær, at hann sleppur
at veraq í Danmark, men
at hann fær ikki somu rætt
indi sum onnur fólk har.
Eitt nú sleppur hann ikki
at arbeiða, og hann skal
við jøvnum millumbilum
seta seg í samband við løg
regluna.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- At senda republikanararnar at rudda upp í Washington er
sum at senda ein oksa inn í ein glashandil
Hillary Clinton
útlond
- Er tað neyðugt at
skerja framleiðsluna
hálva aðru millión
tunnur um dagin,
so gera vit tað, sigur
OPEC-formaðurin
undan fundinum,
sum verður hósdagin
Chakib Khelil er oljumála
ráðharri í Algeria og for
maður í felagsskapinum hjá
oljuútflytaralondunum
OPEC, og hann er ikki í iva
um, hvat hann og hinir ráð
harrarnir fara at gera, tá teir
hittast til ein framskundaðan
fund hósdagin.
Vit fara at skerja fram
leiðsluna, og skerjingin má
vera so mikið munagóð, at
hon kann tryggja javnvágina
millum útboð og eftirspurn
ing, sigur Khelil við BBC.
Hann ásannar, at einki bein
leiðis mark er ásett enn, men
sigur tó, at er tað neyðugt at
skarva 1,5 millión tunnur av
dagligu framleiðsluni, so
eru OPEClondini til reiðar
at gera tað.
Í summar var oljuprísurin
uppi á 147 dollarum fyri
tunnuna. Nú er hann fallin
niður um 70 dollarar, og tað
er hesum stóra prísfallinum,
sum OPEC ætlar sær at
steðga.
Vit vilja hava støðugan
prís, sum hvørki er ov lágur
ella ov høgur, og eftir
okkara tykki er tað hóskandi
at hava ein prís millum 70
og 90 dollarar fyri tunnuna,
sigur Khelil. Iran hevur boð
að frá, at landið hevur somu
áskoðan sum formaðurin,
men Venesuela hevur sagt,
at landið er fyri at skerja
framleiðsluna meiri enn
hálva aðru millión tunnur
um dagin.
Chakib Khelil dylur ikki
fyri, at hann vil fegin hava
oljulond sum Noreg, Russ
land og Meksiko at skerja
framleiðsluna.
OPEC ætlar at skerja
framleiðsluna
Chakib Khelil er formaður í
OPEC-felagsskapinum
Mynd: Polfoto
Beint áðrenn eitt flogfar
hjá United Airlines skuldi
fara á flog úr London
sunnudagin, bleiv stýri
maðurin tikin, tí løgreglan
í floghavnini hevði ill
gruna um, at hann hevði
kenning. Tann 44 ára
gamli maðurin, sum var
komin at sita í flogfarinum,
fekk boð um at blása í ball
ónina, og tað vísti seg, at
hann hevði drukkið í
meira lagi. Maðurin er
latin leysur, men hann hev
ur misti starvið, og tann
14. januar skal hann í rætt
in, sigur BBC.
Ætlaði sær á
flog við kenning
Maðurin var stýrimaður á einum flogfari hjá United
Airlines
Mynd: Reuters
Í tveir mánaðir hevur
eingin sæð nakað til
norðurkoreanska
leiðaran, og giting-
arnar eru nógvar
Vit hava eingi tíðindi við
víkjandi heilsuni hjá for
manninum, og alt er, sum
tað plagar at vera, sigur
norðurkoreanski embætis
maðurin Honyeon sambært
Reuters. Hann sigur, at teir
almennu fjølmiðlarnir hava
sítt fasta tilfar, og at heimlig
og millumtjóða tiltøk verða
avgreidd sum vanligt.
Men tað er ein sannroynd,
at tann 66 ára gamli norður
koreanski leiðarin hevur
ikki víst seg alment síðani í
august, og tað hevur elvt til
nógvar gitingar. Seinasta
leygardag
skrivaði
tað
størsta blaðið í Japan, at ein
kunngerð var á veg úr
Norðurkorea, og at sambært
henni er Kim Jongil deyður
ella koyrdur frá.
Men tey tíðindini avsann
aðu vælvitandi keldur í Beij
ing í gjár. Kinesisku keldur
nar siga, at tosið um kvett í
Norðurkorea ella at Kim
Jongil er deyður, er tann
beri heilaspuni.
Tað var tann 14. august,
at Kim Jongil seinast var
at síggja alment, og tað
vakti stóran ans, at hann var
ikki hjástaddur, tá Norður
korea hátíðarhelt sín 60 ára
dag tann 9. september.
Kim bleiv tilnevndur eftir
maður hjá pápa sínum, Kim
ilSung, longu í 1980, og
hann hevur sitið við valdið
síðani 1994. Alment er eing
in tilnevndur at taka við eftir
hann. Summi vænta, at tað
verður ein av teimum trim
um synunum, sum hann eig
ur, men onnur vænta, at tað
verður svágurin Jang Spng
taek. Ein møguleiki er, at
ein av teimum máttmiklu
generalunum tekur við.
Framvegis einki
nýtt um Kim Jong-il
Kim Jong-il er ikki sæddur
alment síðani tann 14. august
Mynd: Reuters