Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 203 - 22. oktober 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Orsøkin til, at fleiri, ið skuldu heimaftur 3. januar ikki sleppa, er, at Norrøna skal í dokk fáa nýggjar stabilisatorar. – Vit harmast um støðuna, men fáa onki gjørt, sigur sølu- og marknaðarstjórin á Smyril Line Jólaferð Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line harmast um støðuna, men sigur seg ikki kunna gera nakað við hana. - Vit eru sera hørm um støðuna, men tað er ikki nakað vit kunnu gera nakað við. Um vit skuldu hjálpt hesum umleið 50 fólkunum, ið hava bílagt ferð heim tann 3. januar, hevði tað verið alt ov kostnaðarmikið fyri okkum, fortelur Jákup Sverri Kass. Hann leggur afturat, at fólkini hava møguleika at flyta bilin heim aftur við Blue Water og at hesi fólkini fáa pengar- nar fyri gamla ferðaseðilin aftur. - Broytingin rakar eisini tey, ið skulu niður aftur 8. januar, men til teirra kunnu vit bjóða at koma við 1. januar í staðin, greiðir sølu- og marknaðarleiðarin frá. Sum eisini heldur, at tey eru rættiliga tíðliga úti at fortelja fólki, at tað hesir trupulleikar eru. Nýggjar stabilisatorar Stabilisatorarnir hava verið ein trupulleiki hjá Norrønu, síðan hon var keypt, men tað er hesin trupulleiki, ið nú skal endaliga rættast. - Tað er sjálvandi keðiligt, at ferðafólkini fáa ein nógv dýrari túr, men tað dokking- in er neyðug fyri okkum, so vit til 2009 hava eru trygg við stabilisatorarnar, ið leingi hava verið ein trupul- leiki hjá okkum. Nú fáa vit nýggjar stabilisatorar og vóna, at hesar dokkingarnar verða nógv færri komandi árini. Vit binda satt at siga um heilan fingur, sigur Ják- up Sverri Kass. Norrøna fer í dokk 3. januar, og kemur ikki aftur í sigling fyrr enn 30. januar. Bárður Simonsen úr Havn ætlaði saman við familju síni at halda jól niðri í Dan- mark. Ætlanin var at sigla við Norrønu, tí tað er hópin bíligari enn at flúgva. – Tey skíta á kundan, broyta ferðaætlanina av sínum eintingum, og tí mugu vit umleggja ferðina, sigur Bárður Simonsen Jólaferð Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ætlanin hjá familjuni við tveimum børnum var at halda eini góð jól uttan trupulleikar saman við fastrini hjá børnunum, men hendan ferðin, sum at síggja til var bæði løtt og bílig, gjørdist ein veruligur trupulleiki fyri familjuna. - Alt var klárt. Vit høvdu keypt ferðaseðlarnar, og hetta skuldi kosta okkum 3600 krónur, fyri alla ferðina. Men í gjár fingu vit boð frá Smyril Line, at hetta ikki fór at bera til, tí Norrøna var sloppin í dokk eina viku fyrr enn væntað, greiðir Bárður Simonsen frá. Ætlanin hjá barna- familjuni var at fara niður við Norrønu 18. desembur og upp aftur 3. januar, men nú ber ikki til at koma upp aftur tann 3. januar. Kunnu flyta bilin Tað, sum Bárður Simonsen er mest argur um, er, at Smyril Line uttan hóvasták broytir ferðaætlan sína. - Tað má vera soleiðis, at Smyril Line sigur nær skip- ið skal í dokk, og so verður tað soleiðis. Tey hava givið tilboð at flyta bilin heim- aftur, men tá má eg eisini syrgja fyri at fáa bilin til Hanstholm, og so mugu vit flúgva uppaftur. Hetta gerst beinanvegin meira enn dupult so dýrt, og hevði staðið heilt illa til, varð mann noyddur at siga við børnini, at tey ikki sluppu at vitja fastur sína, men vit fara niður. - Eg haldi bara tað er so óskilligt, at hetta skal vera so. Vit mugu uppaftur áðr- enn 5. januar tí vit skulu til arbeiðis, men hevði Smyril Line bara sagt frá beinan- vegin, so hevði mann heldur kunna fyrihildið seg til tað, sigur Bárður Simonsen. Halda fólk fyri spott Í løtuni heldur Bárður Sim- onsen ikki nógv um Smyril Line. Hann heldur at tað er at halda fólk fyri spott at gera soleiðis. - Tey søgdu, at alt skuldi bera til, og nú mugu vit broyta so øgiliga nógv á túr- inum. Vit mugu syrgja fyri at keypa dýru flogferða- seðlarnar, frakta bilin til Hanstholm og soleiðis sleppa vit endiliga heim. Hetta er eitt veruligt dømi uppá, hvussu fyritøkur kunnu útnytta sína mono- polstøðu. Tey skíta á kundan og tænastustøðið er null, sigur Bárður Simonsen. Ongin jólasigling hjá Norrønu Smyril Line bindur um heilan fingur Smyril Line hevur avlýst tveir túrar eftir jól, tí skipið skal í dokk at gera stabilisatorarnar. Hetta kemur óvart á hjá nógvum ferðarfólkum, ið velja at fara uttanlands ella at koma heim at halda jól