mikudagur 22. oktober 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin 22. oktober 2008
Nýggj bilmodell koma alla tíðina á marknaðin, og ymiskt er hvar
bilverksmiðjurnar velja at presentera sínar nýggju bilar fyri bilfor
handlarum og tíðindafólki.
Nú upplivdu vit at ein av heimsins størstu bilaframleiðarum, týska
Volkswagenkonsernin, valdi at presentera sín mest týðandi bil,
VW Golf, í grannalandi okkara, Íslandi. Teir brúktu umleið 50 milli
ónir krónur (danskar krónur) í Íslandi, og millum 1.500 og 2.000
tíðindafólk vitjaðu landið.
Tá er tankin ógvuliga nærliggjandi, um hetta ikki eisini kundi latið
seg gjørt í Føroyum. Tað hevði ført við sær at í túsundatali av fólki,
bilforhandlarum, importørum og motorjournalistum høvdu komið
higar. Bilverksmiðjurnar brúka milliardir av krónum til at gera eitt
nýtt bilmodell, tí er marknaðarføringin av sera stórum týdningi.
Tað er av alstórum týdningi hjá fyriskiparunum, at tað verður ein
góð uppliving. Gestirnir skulu búgva væl og uppliva okkurt ið er
sermerkt fyri landið. Vit hava eitt vakurt land og góðar vegir til
royndarkoyring av nýggjum bilum, bæði til býarkoyring og fjalla
vegir.
Tað mest grundleggjandi í øllum hesum er, at vit fáa stabila
flogferðslu, annars kunnu vit gloyma alt um slík tiltøk, ið føra við
sær, at fólk í túsundatali koma higar til lands um árið. Vónandi
kemur ein nýggjur flogvøllur at liggja soleiðis fyri at flogfør við
nýggjastu og mest framkomnu lendingartólum so gott sum altíð
kunnu lenda. Hetta eigur at lata seg gera, um eingi fjøll eru
nærhendis.
Tað sum vit eisini mangla í løtuni er t.d. størri hotellkapasitet. Brúk
er fyri stórum hotelli við øllum hentleikum og møguleika fyri at
havt tíðindafundir og presentatiónir av nýggjum bilmodellinum.
Eitt sum eisini hevur stóran týdning í hesum sambandi er at vit fáa
eina fløgu gjørda, soleiðis at testkoyrararnir kunnu brúka innbygdu
navigatiónsskipanirnar til at koyra eftir fast løgdum rutum.
Hesar bilpresentatiónir kundu verið alt árið eisini uttan fyri vanligu
ferðavinnusesongina. Umframt bilpresentatiónir kundu vit skipað
fyri ráðstevnum av øllum sløgum og øðrum tiltøkum.
Tað er eingin ivi um, at um vit í Førouym gera neyðugu íløgurnar,
fáa vit eisini samsvarndi stórar inntøkur, við tað at fólk í túsundatali
vitja land okkara.
Magnus Gunnarsson
Bilpresentatiónir í Føroyum
BILAR – serblað í Sosialinum okt. 2008
ÚTGEVARI
Sp/f Sosialurin
BLAÐFÓLK
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
LÝSINGASØLA
Høgni Thomsen
hogni@sosialurin.fo
MYNDAFÓLK
Álvur Haraldsen
Magnus Gunnarsson
LÝSINGAGERÐ
Kári við Rættará
kari@sosialurin.fo
PRENT
P/F Prentmiðstøðin
UPPLAG
8.000
Innihaldsyvirlit
Síðan 1995 hevur Sosialurin havt
fastan bilteig í blaðnum. Teigurin
er í blaðnum hvønn mikudag.
Endamálið er m.a. at kunna um tað
sum rørir seg á bilamarknaðinum,
bilasøgu og um ferðslutrygd.
Síðan 2000 hevur Sosialurin á
hvørjum ári givið út serbløð um
bilar.
C Sosialurin 2008
s. 4 Auto Service
s. 6 Bilasølan
s. 8 VR Bilar
s.10 Wenzel
s.12 Nordbil/Nordcar
s.14 Aston Martin
s.15 Reyni Service
s.16 Berg Motors
s.18 Brimborg í Reykjavík
s.19 Hekla í Reykjavík
s.20 Bilar í Reykjavík
s.21 General Motors OnStar
s.22 Ivan Johansen Bilar
s.23 A.H. Jensen
s.24 Better Place
s.26 Lancia
s.28 Hindustan
Bilblaðið oktober 2008
VW Golf varð presenteraður í Reykjavík frá 8. til 26. september 2008