mikudagur 22. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 203 - 22. oktober 2008
Ternubúðin hevur
leingi havt ætlanir um
at lata upp handil á
Kirkjustræti í Hoyvík.
Í núverandi byggi
uppskoti verður søkt
um loyvi til frávik.
Býráðið hevur sett seg
í samband við íbúgv
arnar har, og nógv
hava sýnt sína ónøgd
Byggiviðurskifti
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Erling Bech, ið hevur staðið
fyri hesari bygging av einari
nýggjari Ternubúð, var sera
frustreraður. – Eg havi brúkt
fimtan ár uppá at fáa grund
stykkið, sjey um at fáa skeyt
ið og 1½ um at fáa byggi
loyvi, greiddi hann frá.
Handilin kemur at liggja
á horninum niðan á Løg
mannabreyt í Hoyvík, við
síðuna av samkomuhúsinum
Oasuni. Kravið til handilin
er, at tveir pbásar eru fyri
hvørjar 50 fermetrar, hetta
kravið er serstakt fyri hetta
økið og rímiliga nýtt, fyrr
var tað ein fyri hvørjar 40
fermetrar
Øll ónøgd
Hans Suni Eiriksfoss, ið
hevur málið undir hond hjá
Byggi og Býskipanardeild
ini hjá Tórshavnar Komm
unu, greiddi frá, at neyðugt
var at spyrja tey, ið tað
ávirkar, tá søkt verður um
frávik. Vit hava sett okkum
í samband við tey, ið búgva
á Kirkjustræti 113, sum vit
skulu. Hesi eru síðan farin
um alt Kirkjustræti við
einum blaði, og tað vísir
seg at vera ein stór ónøgd
har. Øll, frá húsið 1 til 59
hava skrivað undir.
Støðan har er, at tá tiltøk
eru í Oasuni og kirkjuni,
standa bilar í heilum úti á
vegnum. Hetta er til vanda
fyri tey, ið ferðast til gongu,
og til óneyðugt stríð hjá
teimum, ið búgva har og
skulu seta sínar bilar, meta
íbúgvarnir. Júst hesi viður
skifti gera tað enn torførari
hjá teimum at góðtaka, at
handilin hevur enn verri
parkeringsviðurskifti
enn
upprunaliga ætlað.
Ætlanin hjá kommununi
er eisini at planta trø í
økinum. – Vit eru fegin um,
at Tórshavnar Kommuna
hevur sett sum krav, at runn
ar/trø skulu plantast í einum
5 metra greira, stóð millum
annað í svarinum frá íbúgv
unum, uppá skrivið frá
býráðnum. Men í byggiupp
skotinum hjá Ternubúðini,
má eitt sindur av økinum,
avsett til trøini nýtast til
parkering.
Í trongum skóm
At íbúgvarnir eru ónøgdir,
kom óvart á Erling Bech, ið
einki hevði hoyrt um hetta
frá kommununi. Nógv stríð
og arbeiði hevur ligið aftan
fyri arbeiðið við hesum
grundstykki, og frávikini
eru sera lítil. Einans trý
parkeringspláss vanta í krav
inum til økið. Geirin, ið er
ætlaður til trø, var uppruna
liga partur av hansara øki.
Orsøkin til at, hann má líða,
er einans fyri at fáa fleiri
parkeringspláss. Talan er
eisini bara um nakrar skurð
ir, so bilarnir passa inn.
Gjøgnum longu tíðina, ið
hann hevur stríðst við hes
um øki, hevur býráðið verið
ósamstarvsvillugt. Millum
annað segði hann, at 450
fermetrar eru farnir av
økinum, júst til hendan geir
an, ið hann nú verður lagdur
undir at oyðileggja. Tað er
ikki meira enn rímiligt, at
hann fær loyvi at taka eitt
sindur aftur til parkering,
metti hann. Serliga, tá
krøvini í júst hasum økinum
eru so sera hørð.
Næsti leikur
At umstøðurnar í økinum
eru sum tær eru, metir hann
ikki hava nakað við sín
handil at gera. Bæði Oasan
og kirkjan og møguligi
Ternuhandilin fáa gagnnýtt
parkeringsøkið hjá hvørjum,
hetta skuldi bøtt um umstøð
urnar, ístaðin fyri tí øvugta.
Afturat legði hann eisini,
at byggiuppskotið einans er
vegleiðandi. Einki er enda
ligt í verandi løtu, men ynski
ligt hevði verið at fingið alt
uppá pláss, sum skjótast.
Avgerðin
í
málinum
liggur
hjá
Tórshavnar
Kommunu, ið tekur málið
upp á fundi, mánadagin 27.
oktobur. Hóast øll, ið búgva
á Kirkjustræti, hava skrivað
undir, vera ikki allar undir
skriftirnar tiknir fyri fult.
Einans tey, ið eru beinleiðis
ávirkað av hesum.
Eystursíðan av nýggja handilsbygninginum á Kirkjustræti
Rokast á sild
Tað eru ikki bara teyu føroysku nót6askipini, sum fáa
væl av sild í hesum døgum. Eisini íslendsk skip, sum
royna á Vesturlandinum, hava fingið væl av sild.
Morgunblaðið skrivar, at trý skip fingu nógva sild heilt
inni við land við Stykkishólm í gjár. Eitt av skipunum
fekk 450 tons og eitt annað 300 tons í einumn kasti. Í
fjør fingu íslendsk skip eisini sild vestanfyri um hesa
tíðina, men prísurin á sild er munandi hægri nú enn tá.
Sambært Morgunblaðnum fáa skipini umleið 30
íslendskar krónur fyri kilo.
Gevast at sigla
Fíggjarkreppan rakar nú ferjusiglingina ímillum Dan
mark og Noreg. Norska reiðaríið KystLink kunngjørdi
í gjár, at felagið gevst við at sigla millum Langesund í
Noregi, Hirtshals í Danmark og Strømstad í Svøríki.
Tann seinasta ferðin er í kvøld. KystLink hevur roynt at
fáa 50 milliónir norskar krónur í nýggjum peningi,
men til fánýtis og noyðist tí at gevast. Hóast KystLink
gevst, er framvegis ferjusamband millum Hirtshals og
Noreg, tí reiðaríið Color Line hevur rutu til Larvik og
Kristiansand. Norrøna siglir sum kunnugt millum
Hanstholm og Bergen.
Øll eru ósamd
Ætlanin er, at nýggja Ternubúðin kemur at liggja á horninum við síðuna av samkomuhúsinum Oasuni. Trupulleikin er, at trý parkeringspláss vanta, fyri at náa krøvini í økinum.
Mynd: Jens Kristian Vang