Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin 22. oktober 2008 Eftir 12 ár á marknaði­ num er Peugeot Partner nú komin í eini heilt nýggjari útgávu, sum er bæði størri og rúmligari enn forgangarin. Bilurin er praktiskur og familju­ vinarliga innrættaður Tann sera væl umtókti vøru- og familjubilurin Peugeot Partner er komin í eini í heilt nýggjari og størri útgávu. Nýggi Partner er munandi størri enn forgangarin, og innrættingin er sera liðiligari við nógvum rúm- um og hillum at leggja lutir frá sær á. Girstongin, sum nú er í instrumentborðinum, situr væl fyri og er løtt at handfara. Dragi- hurðarnar á báðum síðum eru stórar, og lætt er at koma inn og út úr bilinum. Eyðkenni fyri Partner er, at talan er um ein sera rúmligan bil í mun til støddina og ein væl egnaðan bil til barnafamiljur. Designið á nýggja Partner er eisini meira aeorodynamiskt og tíðarhóskandi. Bilurin fæst eisini sum vørubilur. Partner fæst við 1,6 litra bensinmotori við 110 hk, og trimum 1,6 litra HDi diesel- motorum við ávikavist 75, 90 og 109 hk. Peugeot Partner er ein vælkoyr- andi praktiskur bilur við sera góðum plássi og er lættur at koyra og at umgangast í ferðsluni. Partner Van: Prísir úr kr. 180.000 (uttan mvg. 150.247) Partner Tepee: Prísir úr kr. 210.000 Tað er ikki uttan orsøk, at Peugeot Bipper er kosin International Van of the Year 2009. Í grundgevingu- num hjá dómsnevndini verður m.a. sagt, at talan er eitt nýtt og spennandi tilboð á evropeiska vørubilamarknaðinum. Bilurin er lættur at koyra og parkera, sam- stundis sum hann nøktar ein ávís- an tørv hjá vinnukundum til smærri vørubilar. Í mun til stødd- ina er hann óvanliga rúmligur, umframt at hann lýkur øll krøv til trygd og umhvørvisvernd. Tað var á altjóða vørubilafram- sýningini í Hannover í september 2008, at Peugeot Bipper varð kosin til ársins vørubil saman við Citroën Nemo og Fiat Fiorino, sum verða gjørdir á eini felags verksmiðju í Turkalandi. Peugeot Bipper er væl egnaður sum arbeiðsbilur. Hóast hann er lítil uttan, er innrættingin sera liði- lig við einum vørurúmi upp á 2,5 rúmmetrar sum kann økjast til 2, 8 rúmmetrar við at leggja høgra forsetur niður. Peugeot Bipper er ein um- hvørivsvinarligur bilur. Sum dømi kunnu vit nevna at Bipper við 1.4 HDi motori fæst við einum heilt nýggjum 2-Tronic girkassa við CO2 útláti upp á einans 116 gr/ km. Hann er eisini sera økonom- iskur, oljunýtslan er 22 km/l. Prísir úr kr. 160.000 (uttan mvg. kr. 132.627) Størri og rúmligari Partner Bipper – ársins vørubilur Peugeot Bipper er eitt nýtt og spennandi tilboð á vørubilamarknaðinum. Bilurin er lættur at koyra og parkera. Í mun til støddina er hann óvanliga rúmligur, umframt at hann lýkur øll krøv til trygd og umhvørvisvernd