mikudagur 22. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 203 - 22. oktober 2008
Bjarni Djurholm,
sum undir
undanfarnu ABC-
samgongu umsat
Strandferðsluna,
spyr nú Johan Dahl,
vinnumálaráðharra,
um arbeitt verður
víðari við ætlanunum
um nýggja nólsoyar-
ferju
FYRISPURNINGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Bjarni Djurholm tók aftur
sæti á tingi, tá nýggj ABC-
samgonga varð skipað fri
stuttum. Hann umsat sam-
ferðslumál, tá málið um
nýggja nólsoyarferju byrj-
aði. Seinni yvirtók Jacob
Vestergaard málið.
Undir CHE-samgonguni
hendi einki við nýggjari
ferju til Nólsoyar, men nú
nýggj ABC-samgonga hev-
ur tikið við, spyr Bjarni
Djurholm, hvat málið um
nólsoyarferjuna flýtur.
Hann hevur sett soljóð-
andi fyrispurning fram:
Hvussu langt er komið
við fyrireikingunum til pro-
jekteringina av nýggjari
ferju til Nólsoyar?
2) Verður arbeitt við sama
ferjuuppskoti, sum fyrra
ABC-samgonga
arbeiddi
við?
3) Hvussu nógvir pengar
verða settir av til projekter-
ingina og bygging í 2009?
4) Veit landsstýrismaður-
in um ætlan er at játta pen-
ing at dýpa innsiglingina til
Nólsoyar
havn,
soleiðis
sum skotið varð upp á
heysti 2007?
Í viðmerkingunum sigur
Bjarni Djurholm soleiðis:
»Undanfarna ABC-sam-
gonga sjósetti fyrireiking-
arnar til nýggja nólsoyar-
ferju. Á heysti 2007 var
skitsuppskot liðugt og lagt
fyri bygdarfólkið í Nólsoy
til kunningar og viðmerk-
ingar.
Táverandi
landsstýri
skjeyt í fíggjarlógarupp-
skotinum fyri 2008 upp, at
seta 4 milliónir krónur av
til projektering av skipinum.
Projekteringin skuldi vera
liðug á heysti 2008 og
byggingin byrja við ársenda
í ár.
25 til 30 milliónir
Harumframt var løgtingið
biðið um 1 mio kr at dýpa
innsiglingina til Nólsoyar
Havn, so at innsiglingin
gjørdist betur egnað til
størri ferju (er nú málsøki
hjá Innlendismálaráðnum).
CHE-samgongan
hevði
ikki
nólsoyarskipið
ella
dýpingina við í fíggjarlógini
fyri 2008, hóast allar fyri-
reikingar
frammanundan
vóru greiddar, so at farast
kundi undir projekteringina.
Tískil er heilt fíggjarár nú
farið fyri skeyti.
Nýggj nólsoyarferja kost-
ar væntandi millum 25 og
30 mio kr og var ætlanin at
játta peningin yvir tvey
fíggjarár.
Ritan er skjótt 40 ára
gomul, og hóast hon er sjó-
góð, so er hon púra ótíðar-
hóskandi til nútíðar ferða-
og farmaflutning til bygd
við útvið 300 fólkum.
Skal Nólsoyggin mennast
og bygdafólkið annars støð-
ast, so er fyrsta fortreytin,
at nólsoyingar fáa nýggja
ferju
til
flutning
um
fjørðin«.
Enn óvist
Johan Dahl svaraði fyri-
spurninginum á tingfundin-
um í morgun. Til fyrsta
spurning segði landsstýris-
maðurin, at ferjan er liðugt
teknað og prosjekterað og
sum so klár at fara í útboð.
Metti samlaði prísurin fyri
ferjuna var í 2007 umleið45
milliónir krónur.
Felagið, sum prosjekter-
aði skipið, metir, at um ein
líknandi ferja verður bygd
til kallsoyarleiðina, kann
prísurin fyri skip nummar
tvey minkast við umleið
20%.
Til spurning tvey svaraði
Johan Dahl, at talan var um
sama skip, sum undanfarna
ABC-samgonga
arbeiddi
við.
Til spurningin um, hvussu
nógvur peningur er settur
av til verkætlanina svaraði
Johan Dahl, at einki var sett
av í fíggjarlógini fyri 2009.
Samstundis vísti landsstýr-
ismaðurin á, at talan var um
eina umsitingarliga fram-
skriving av verandi fíggjar-
lóg,
og
at
tað
bleiv
viðgerðin á løgtingi sum
fór at avgera, um pengar
verða avsettir til nýggja
nólsoyarferju í 2009.
At enda segði vinnu-
málaráðharrin, at spurning-
urin um dýping av havnini
ikki liggur undir hansara
málsøki, men undir inn-
lendismálaráðnum.
Men
eins og við ferjuni sjálvari
verður tað spurningurin um
politiska raðfesting sum ger
av, um peningurin verður
játtaður til hetta endamál á
fíggjarlógini fyri 2009.
So alt í alt má sigast, at
málið
enn
er
rættiliga
óvist.
Nólsoyarferjan flýtur enn
IMF vil hjálpa Íslandi
Ísland hevur nú fingið eina tiltrongda peningainnspræning uppa á seks milliardir dollarar – á leið 33 milliardir
danskar krónur. Hetta skal tryggja landinum eitt ávist støðufesti. Sambært bretska blaðnum, Financial Times, hevur
Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, tikið stig til eina umfatandi bjargingarætlan, nú bankakreppan er um at taka bein-
ini undan brøðratjóðini fyri norðan. Eftir ætlan skal IMF sjálvt rinda eina milliard í stuðuli, meðan miðbankarnir í
norðurlondum og í Japan seta seg fyri restina. Tað er framvegis ógreitt, um Russland luttekur í bjargingarætlanini.
Samráðingar millum Ísland og Russland um at læna fýra milliardir dollarar endaðu úrslitaleysar í síðstu viku. Ísland
hevur bráðfeingis tørv á valuta, og íslendski fíggjarmálaráðharrin var í sambandi við IMF í síðstu viku. Kortini hev-
ur landið ikki formliga søkt IMF um stuðul enn. Ætlanin var at senda eina almenna umsókn í gjár. IMF setir Íslandi
ávísar treytir, um grunnurin hjálpa landinum á føtir aftur. Eitt nú innlit í íslendska fíggjarheimin, umframt, at banka-
skipanin verður endurskoðað, so hon lýkur altjóða normar. IMF vónar, at lív kemur í aftur íslendsku krónuni fyrsta
dagin. Tær seks milliardir dollararnir svara til á leið 100.000 danskar krónur til hvønn íslending.
Bjarni Djurholm vil vita, hvar málið um nýggja nólsoyarferju flýtur
Upp á fyrispurning
frá Jaspuri Vang
ásannar Johan Dahl,
landsstýrismaður,
at komforturin og
umstøðurnar annars
ikki eru nøktandi,
men tað var einasti
møguleikin hesaferð
SUÐUROYARSIGLING
leo@sosialurin.fo
Nú St. Ola skal avloysa
Smyril, meðan hann er í
dokk at umvæla stabilisat-
orarnar, stúra nógvir suð-
uroyingar fyri farleiðini um
Suðuroyarfjørð. Og tað hev-
ur fingið Jaspur Vang at
seta Johan Dahl, lands-
stýrismanni,
fyrispurning
hesum viðvíkjandi.
Spurningurin var:
Heldur landsstýrismað-
urin, at ferjan St. Ola er
hóskandi avloysaraskip at
seta í sigling um Suður-
oyarfjørð á vetrardegi, nú
Smyril fer í dokk?
Hevur landsstýrismaðurin
ætlanir um at tryggja Strand-
faraskipum Landsins neyð-
ugan fíggjarkarm soleiðis,
at stovnurin frameftir fær:
• neyðugt skotbrá at leita
eftir og finna hóskandi av-
loysaraskip, tá skipini hjá
Strandfaraskipum Landsins
eru til eftirlit og umvæl-
ingar? og
• umstøður at tilrætta-
leggja sítt virksemi soleiðis,
at stovnurin kann bíleggja
dokk í so góðari tíð, at eftir-
lit og umvælingar kunnu
verða framd summarhálv-
una?
Svarið frá Johan Dahl var
soljóðandi:
»Eingin ivi er um, at kom-
forturin og umstøðurnar
annars ikki eru líka góðar á
St. Ola sum á Smyrli, um-
framt at støddin á skipinum
darvar farmaflutninginum.
Hinvegin er í hesum føri
ikki talan um regluliga
dokking, og tí er hon heldur
ikki tikin við í ætlanunum
hjá
Strandfaraskipum
Landsins á fíggjarlógini
fyri 2008. SL hevur ásann-
að, at einki annað skip er at
finna á marknaðinum í
løtuni, og St. Ola lýkur øll
trygdarkrøv sum eru sett til
skip fyri at røkja siglingina
um Suðuroyarfjørð.
Hóast dokkingin ikki er
reglulig, er hon tó neyðug
fyri at tryggja stabilisat-
orarnar og at fáa hesar
eftirhugdar og settar í stand,
áðrenn Smyril fer undir
vetrarsigling.
2. Um alt gongur gongur
eftir ætlan skal Smyril ikki
í dokk aftur fyrr enn til
heystar í 2010. Tí er góð tíð
at royna at finna hóskandi
avloysaraskip, og at taka
hædd fyri hesum í fíggjar-
lógini fyri 2010.
Um valt verður at leiga
størri avloysaraskip, má
roknast við, at hetta verður
dýrari fyri Strandferðsluna,
og tí má hetta avspeglast í
játtanini til stovnin í 2010.
Eg fari at miða eftir at
finna eitt hóskandi avloys-
araskip í góðari tíð næstu
ferð Smyril skal í dokk, og
vónandi fer hetta at merkja,
at tað ber til at finna eitt
avloysaraskip av hóskandi
stødd, og har umstøðurnar
annars eru í lagi. Tað skal
annars havast í huga, at
mesti farmur og flestu fólk
ferðast í summarhálvuni«.
St. Ola ikki nøktandi