mikudagur 22. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 203 - 22. oktober 2008
16. juli koma Rafik og bróðurin Farhud
Bourbiaa til Føroya úr Svøríki, umvegis
Danmark.
Bróðursonur
teirra,
Muhammed
Bourbiaa, er á flogvøllinum eftir teimum,
og teir koyra til Runavíkar til pizzariaið
Rafik’sa, sum Rafik Bourbiaa eigur. Allir
partar eru samdir um, at stemningurin har
er góður.
Tá latið er aftur, fara teir fýra nevndu og
systursonur teir báðar brøðurnar, Tallell
Bel-Ackhal, til húsar heim í Søldarfirði.
Og her er tað, at frágreiðingarnar skiljast
at. Tí meðan Rafik, Farhud og nú fyri ein
part eisini Muhmmed Bourbiaa siga, at teir
tosa stilt og friðarligt saman, so pástendur
Tallell Bel-Ackhal, sum nevnt nú eitt
sindur einsamallur, at Rafik Bourbiaa
ákærdi teir báðar fyri at hava nápað av
kassanum, og at hann krevur peningin
aftur, samstundis sum hann gerst í øðini og
hóttir við at drepa teir.
Tallell og Muhammed fara síðani til
songar. Tallell Bel-Ackhal greiðir í Eystara
Landsrætti frá, at hann morgunin eftir
ringir til Muhammed, og tá hesin fer at
tosa um pass, fer Tallell at leita eftir sínum
og varnast, at tað er burtur. Tá gerst hann
nærum frá sær sjálvum av ræðslu.
Frágreiðingin
hjá
Muhammed
(og
Tallell) var nakað annaðleiðis í Føroya
Rætti, tí tá tóktust frágreiðingarnar
samsvara við, at Tallell fyrst varnast, at
passið er burtur, og síðani ringir til
Muhammed og greiðir frá hesum.
Heldur ikki er samsvar um, hvat síðani
hendir seinni í pizzarianum. Tallell sigur,
at Muhammed letur allar huðrar upp, og
sjálvur stendur í einari, meðan Tallell er
meiri mitt inni í rúminum. Síðani greiðir
Tallell frá, at Muhammed rópar um passið
og so knappliga tekur beinini á nakkan, og
Tallell síðani aftan á.
Hinir tríggir eru samdir um, at Tallell
Bel-Ackhal tosar við Rafik Bourbiaa, tá
hann krevur at fáa passini. Júst hvat Rafik
svarar er ósemja um, men knappliga rópar
Tallell eitthvørt niðursetandi og flýgur á
dyr – Muhammed aftaná.
Hvussu er og ikki, so er talan um eitt
torskilt mál, sum illa kann loysast við
einum pennastroki, og helst als ikki, so
leingi Muhammed ikki verður fyrihildin
nýggju støðu sína. Og tað verður møguleiki
fyri hósdagin 12. mars 2009.
Málið í
stuttum
Vinnumálaráðharri vitjaði
Saman við embætisfólki var landsstýrrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, á vitjan í Íverksetarahúsinum í Klaksvík
mánadagin. Á fundinum luttóku eisini leiðsla og stjórn í Íverksetarahúsinum og flestu limir í Klaksvíkar býráð saman við
umsitingarleiðarum í kommununi. Á skránni var kunning um ítøkiligu ætlanirnar hjá Íverksetarahúsinum framyvir, sum
koma at fevna um øll tey størru plássini í landinum. Síðani Íverksetarahúsið byrjaði í 2007, hava millum 600 og700
íverksetar og onnur gjørt brúk av húsinum. Higartil eru 98 verkætlanir skrásettar, sum fevna um millum annað
ferðavinnu, ráðgeving, innovatión, undirhald, wellness, patent ráðgeving, sniðgeving, logistikk, menning av telduspølum
og øðrum. Av teimum 98 verkætlanunum eru higartil 17 avgreiddar við úrsliti. Íverksetarahúsið hevur higartil haft tiltøk
í Suðuroy, Sandoy, Vágum, miðstaðarøkinum, Eysturoy og í Klaksvík. Semja varð um, at Íverksetarahúsið framhaldandi
skal virka í øllum landinum, og at land, kommunur og privatir íleggjarar eiga at luttaka í fíggingini av vikseminum.
Serliga hevur tað týdning fyri tað landsdekkandi virksemið at fáa kommunurnar við.
At
enda
varð
hildið
frægast bara at halda fram
við avhoyringini.
Hesin parturin av avhoyr-
ingini hevði tó mest at gera
við konfiskeringina av teim-
um 135.000 krónunum, og
niðurstøðan var helst, at
peningurin var at rokna
sum eitt lán til Rafik’sa og
tí juridiskt ikki longur vóru
ogn hjá Farhud Bourbiaa.
Mótsigandi útsagnir
Heldur ikki Tallell Bel-
Ackhal virkaði sum eitt
trúverdugt vitni, tí har vóru
alt ov mong mótsigandi
úttalisli.
Hann byrjaði við at greiða
frá, at Rafik’sa umsat pen-
ingin sum einhvør annar
handil. Kassin varð gjørdu
upp um kvøldið, peningurin
tikin við til húsa heim, og
so settur í bankan einaferð
um vikuna.
Um orsøkina til, at pengar
vórðu vekslaðir frá før-
oyskum til danskar seðlar
segði Tallell Bel-Ackhal, at
tað var tí at Rafik Bourbiaa
bað hann, og at hann ikki
kendi orsøkina til hetta.
Sera ógreitt var, hvussu
og nær broytingin frá at seta
regluliga inn einaferð um
vikuna, til at veksla umleið
einaferð um mánaðin hendi.
Seinni gjørdist tað til, at
vekslingin bert fór fram, tá
Rafik Bourbiaa var í Før-
oyum. Kortini var dagsins
umsetningur lagdur í náttar-
boksina í Eik Banka hetta
famøsa kvøldið 16. juli
2008.
Somuleiðis greiddi Tallell
Bel-Ackhal frá í Føroya
Rætti, at um hann og
Muhammed Bourbiaa ikki
vórðu verandi í Føroyum
og arbeiddu fyri Farhud
Bourbiaa, eftir at hesin
hevði yvirtikið pizzariaið,
so vildi Rafik Bourbiaa
drepa teir og senda teir aftur
til Tunesia í líkvognum.
Í
Eystara
Landsrætti
segði hann, at hann einki
hevði ímóti at arbeiða undir
Farhud Bourbiaa, og at
hann einki hevði hoyrt um,
at talan var um, at Farhud
skuldi yvirtaka Rafik’sa.
Eisini fleiri aðra staðni
hevði hann ilt við at forklára
seg, og eingin spurdi nakað
um, hví hann fyri hálvu-
møðrum
mánaði
síðani
kom aftur til Føroya og
Rafik Bourbiaa, tá hann
bara stutt framman undan
var flýddur yvir háls og
herðar undan sama manni.
Men alt hetta fæst væl-
saktans eitt svar upp á, tá
Eystari Landsrættur kemur
aftur til Føroya í mars, tí
málið kemur fyri aftur
hósdagin 12. mars 2009.
Dómararnir mettu nevni-
liga, at Muhammed Bour-
biaa er eitt so mikið týdn-
ingarmikið vitni, at hann
átti at hoyrast í rættinum.