mikudagur 22. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin 22. oktober 2008
Renault eru nú við í SUV
kappingini í miðalklassanum
við Renault Koleos, sum er ein
smartur SUV við fronskum
designi, japanskum teknikki
og er framleiddur í
Suðurkorea.
Koleos er rúmligur, væl
útgjørdur og innrættingin er
sera liðilig. Baklúkan er
tvídeild, og baksetrini er løtt at
leggja niður og við baksetrini
eru flúgvaraborð.
Koleos er sum ein
persónbilur at koyra og er lættur at umgangast í allar mátar. Ein heppin planding av
japanskum kvaliteti og fronskum koyrieginleikum. Tekniskt er Koleos sami bilur sum
Nissan X-Trail.
Koleos fæst við tveimum ymiskum 2.0 dCi dieselmotorum við ávikavist 150 hk
(320 Nm) og 175 hk (340 Nm). Bensinmotorurin er ein 2,5 litra við 170 hk (226Nm).
Koleos hevur eina framkomna 4x4 skipan.
Koleos er sera væl útgjørdur og hevur t.d. automatiskt, 2-zone klimaskipan, el-
síðuspegl, parkeringssensorar aftan og framman, regnsensor, og eins og Renault
Laguna hevur hesin smart card og startar uttan lykil.
Prísur úr kr. 372.000
Renault eru komnir á marknaðin við einum
heilt nýggjum Kangoo. Meðan tann fyrri
Kangoo meira var ein vørubilur við
síðurútum er hesin nýggi ein ektaður MPV
við t.d. dragihurðum í báðum síðum.
Nýggi Kangoo er størri og rúmligari enn
forgangarin. Ein familjubilur burturav til
fimm ferðandi við liðiligari innrætting og
stórum viðførisrúmi, sum er 660 litrar. Ein
barnavognur passar inn í viðførisrúmið uttan
at skula leggjast saman.
Bilurin er innrættaður soleiðis at baksetrini og høgra forsetur kunnu leggjast niður, soleiðis at
viðførisrúmið verður eitt rættiliga stórt vørurúm.
Hesin Kangoo er størri enn forgangarin og er bygdur yvir sama plattform sum Renault Scénic.
Koyrieginleikar og komfortur eru sum á fronskum bilum, tá teir eru best.
Kangoo fæst við 1,6 bensinmotori við 105 hk og við 1,5 dieselmotori við 85 hk.
Prísur úr kr. 211.000
Nýggjur
og størri
Twingo
Ein av nógvu nýggjheitunum frá Renault í ár er Twingo, ið avloysir forgangaran
við sama navni, sum hevur verið gjørdur síðan 1993.
Twingo er tann minsti Renault og hevur verið fyrimyndin hjá fleiri øðrum
minibilum.
Eins og forgangarin verður hesin einans gjørdur við trimum hurðum. Nýggi
Twingo er ein størri, meira modernaður og rúmligari bilur enn forgangarin.
Kabinan er sermerkt við t.d. talgildum speedometri og øðrum instrumentum í
miðjuni á instrumentborðinum, meðan snúningsteljarin er framman fyri
bilføraran. Clio fæst við 1,2 litra bensinmotori við 76 hk og 1,5 litra DCI
dieselmotori við 64 hk.
Prísur úr kr. 129.800
Renault Kangoo til alla familjuna
Koleos – smartur SUV frá Renault