Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 203 - 22. oktober 2008 Tá málið um dráps­ hóttan, sum Rafik og Farhad Bourbiaa skuldu hava sett fram móti einum systir­ og bróðursoni teirra, kom fyri í Eystara Landsrætti í dag, var tað uttan krón­ vitnið hjá verjunum, Muhammed Bour­ biaa. Tískil varð málið útsett DRÁPSHÓTTAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað skuldi verða so gott, og so varð tað nakað lort. Nakað soleiðis munnu verjarnir hjá Rafik og Far­ had Bourbiaa kent seg, tá Eystari Landsrættur varð settur í morgun til at viðgera drápshóttanina, sum Rafik Bourbiaa skal hava sett fram móti bróðursoninum, Muhammed Bourbiaa, og systirsoninum, Tallell Bel­ Ackhal. Líka fegnir, sum verjarnir mundu vera, tá Sosialurin í útgávu síni 24. august kundi boða frá, at bróðursonurin hjá teimum báðum ákærdu, Muhammed Bourbiaa, tók allar ákærur aftur og hartil fór at vitna til teirra fyri­ muns, nú slett ikki møtti upp, tá á stóð. ­ Nei, vit vita ikki hví hann ikki er møttur. Hann er farin aftur til Tunesia, og orsøkin skal vera hon, at hann er ræddur fyri Tallell Bel­Ackhal, var tað einasta annar av verjunum, Bjørn á Heygum, visti at siga. Og alt tykist vera tann øvugta verð. Tí meðan Muhammed Bourbiaa flýggj­ ar úr tryggu Føroyum til ótrygga Tunesien, so fer Tallell Bel­Ackhal frá trygga Tunesia til ótryggu Føroyar. Var málið fløkt í Føroya Rætti, so var tað hvana verri, nú tað var fyri í Eyst­ ara Landsrætti. Tí meðan vitnini, umframt teir báðar ákærararnar og teir báðar ákærdu, vóru bert trý vitni at geva frágreiðingar í Føroya Rætti, so vóru tey sjey hesaferð. Nýggj vóru millum annað bókhaldarin hjá Rafik’sa, avgreiðslufólk í Føroya Banka, Runavíkar deild og undirritaði sum høvundur til omanfyri nevndu grein. Nýggir upplýsingar Við nýggjum vitnum komu eisini fram nýggir upplýs­ ingar. Og mest áhugaverda vitnið var allarhelst bók­ haldarin, sum hevur verið bókhaldari hjá Rafik’sa øll árini. Hon greiddi frá, at Rafik onkuntíð tosað um at selja seinasta árið, men at hetta fyri tað mesta hevði verið leyst tos. Og hon greiddi eisini frá, at Muhammed og Tallell onkuntíð høvdu hug at keypa. Hon hevði tó ongantíð hoyrt nakað um, at talan skuldi vera um at selja til Farhud. Bókhaldarin kundi somu­ leiðis siga frá, at árini 2005 og 06 hevði tað gingið væl, og felagið gav ávikavist 300.000 og 600.000 krónur í avlopi. Men seinna helm­ ing av 2007 og fram til alt rumblið tók seg upp um miðan juli, gav felagið hinvegin hall. Og hetta samsvaraði nøkurlunda við tíðarskeiðið, meðan Tallell Bel­Ackhal stýrdi pizzarianum. Sum hjá øllum øðrum fyritøkum verður goldið bæði við gjaldskorti og kon­ tant, og hóast gjaldskortið vinnur alt meiri fram, so verður størri parturin fram­ vegis goldin við reiðum peningi. Bókhaldarin varnaðist tó, at alt minni kontantsøla kom inn á kontoina, og við­ hvørt manglaði kassaupp­ gerðin eisini. Eisini uppstóð eitt mynstur sum vísti, at tað komu munandi meiri peningur í kassan, tá Tallell Bel­Ackhal ikki passaði hann. Hon nevndi ítøkiliga, at kassauppgerðirnar fyri Eystanstevnuna vóru burt­ ur, umframt nakrar aðrar dagar eisini. Eisini kom fram, at Rafik Bourbiaa einki hevði havt at gera við raksturin av Rafik’sa, og at tað var útilokandi Tallell Bel­Ackhal, ið stýrdi øllum. Og tað stutta av tí langa er, at meðan vørunýtslan er hin sama, sum hon hevði verið framman undan, so vóru inntøkurnar raplaðar niður frá avlopi til tap. Veksla pening Men um pengar eru »hvít­ vaskaðir«, so hava verjarnir sín sterka illgruna um, hvussu hetta er farið fram. Tí tað hevur víst seg, at hóp­ urin av peningi er vekslaður frá føroyskum seðlum til danskar. Hetta er farið fram á tann hátt, at tá kassin er upp­ gjørdur um kvøldið, hevur Tallell Bel­Ackhal tikið pengarnar heim við, og er í fleiri førum farin í bankan tá vikan er endað, og veksla føroysku seðlarnar um til danskar. Avgreiðslukvinnan í Føroya Banka kundi váttað, at hetta er hent í fleiri førum, og at tað var Tallell Bel­Ackhal, sum hevði vekslað. Tølini kundu koma heilt upp í 50.000 krónur. Seinni – undir sínari vitnisfrágreiðing – segði Tallell Bel­Ackhal, at hann einaferð hevði vekslað 100.000 føroyskar seðlar um til danskar. Verjarnar førdu fram, at hesar peningavekslingar fóru fram regluliga, og at tað vóru stór tøl, talan var um. Somuleiðis kundu teir staðfesta, at hesar vekslingar byrjaðu eftir, at Tallell Bel­ Ackhal tók yvir leiðsluna av Rafik’sa. Tallell Bel­Ackhal við­ gekk eisini, at hesar umvekslingar frá føroyskum til danskar seðlar, var farin fram fleiri ferðir, og at upphæddirnar vanliga lógu millum 20.000 og 50.000 krónur, burtursæð frá hesi eini ferðini, tá upphæddin altso var 100.000 krónur. Tá talankom inn á horvnu kassauppgerðirnar, noktaði Tallell Bel­Ackhal av svara. Síðani var undirritaði avhoyrdur í sambandi við samrøðuna, ið gjørd var við Muhammed Bourbiaa, har hann tók aftur allar ákærur móti Rafik Bourbiaa. Hann segði í greinini, at Tallell hevði viðgingið fyri sær, at allar ákærurnar móti Rafik vóru tann beri heilaspuni. Undirritaði stóð við tað, sum sagt var í greinini. Lítið sannførandi vitni Eftir hetta, vóru bert tvey vitnir eftir at avhoyra, bróð­ ur Rafik Bourbiaa, Farhad, og systirsonurin, Tallell Bel­Ackhal. Farhad Bourbiaa greiddi frá hendingunum soleiðis, sum hann hevði upplivað tær. Í tí stóra og heila helt hann fast við upprunaligu frágreiðing sína, burtursæð frá, tá tað snúði seg um tær 135.000 krónurnar, hann hevði við til Føroya. Í Føroya Rætti segði hann, at hann hevði fingið í boði og umhugsaði at keypa Rafik’sa frá bróðri sínum, og at tað var orsøkin til, at hann hevði peningin við til Føroya. Men hetta var ikki longur grundgevingin. Í Eystara Landsrætti segði hann, at hann hevði tikið peningin við til Føroya, tí bróðurin, Rafik, hevði sagt honum, at hann var í fíggjarligum trongskóm og skyldaði MVG, og tí var vandi fyri, at skattavaldið fór at lata Rafik’sa aftur. Farhud hevði tí gjørt av at hjálpa bróðrinum, og peng­ arnir skuldu sostatt nýtast til at rinda MVG fyri. Hvussu hann var komin fram til at hava 135.000 krónur í kontantum, gekk illa at greiða frá, og tað mundu bæði ákæri, verjar og landsrættardómarar sita eftir sum spurnartekin, tá hendan frágreiðingin var fingin frá hondum. Øll stilla upp móti Javnaðarflokkinum á Tvøroyri Felagslistin á Tvøroyri fevnir tvørtur um flokspolitisk mørk og avmarkingar. Aftan fyri felagslistan standa øll politisk feløg uttan javnaðarfelagið. Valevnini eru úr Froðba, Tvøroyri, Trongisvági og Øravíkarlíðini: Bergur Bærendsen, Vinnurekandi Finnleif Guttesen, Maskinmeistari Bjarni Hansen, Virkisleiðari Hallur í Heiðunum, Arbeiðsmaður Kristian Holdbæk, Vinnurekandi Knútur Nygaard, Vinnurekandi Marjun Olsen, Sjúkrarøktari Kristian Stórhamar, Konsulentur Jaspur Vang, Løgtingslimur Muhammed møtti ikki Hóast Muhammed Bourbiaa gav pápabeiggja sínum, Rafik, hondina upp á, at hann vildi reinsa hann fyri allar ákærur, so møtti hann ikki í Eystara Landsrætti, tá á stóð Mynd: Álvur Haraldsen