Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 203 - 22. oktober 2008 FAROEXPO ‘08 Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Runavík: - Tá vit byrjaðu í 2005 vóru einans 25 fyritøkur við. Til stevnuna í ár hava vit skipað marknaðar- føringina betur, og nú eru 47 fyritøkur við. - Vit ætla at fáa uppaftur fleiri við komandi ár, og tað skal ikki undra nakran um 60 fyritøkur verða við tá, sigur Símun Hammer við Sosialin. Luttakararnir í ár eru flestir úr Føroyum, men eisini fyritøkur úr Noregi og Danmark eru væl umboðaðar á stevnuni. Hin- vegin er eingin fyritøkan úr Íslandi ella úr Bretlandi. Teir hava ikki satsað so nógv uppá Bretland, men ein ávísur áhugi var fyri at fáa íslendingar hendavegin. Hetta eydnaðist kortini ikki. - Vit merktu tað nokkso týðiliga, at tað koyrdi tungt hjá íslendingum, og at fyri- tøkurnar vóru seinar at taka avgerð um tær skuldu lut- taka ella ikki. Men vit valdu so at leypa upp um Ísland og heldur venda eyguni til hini bæði londini. - Eg haldi, at stevnan í ár hevur eydnast avbera væl, sigur Símun Hammer. FAROEXPO byrjaði í gjár í Runavík og endar við ráðstevnu í Kelduni í Skála- firði seinnapartin í dag. Positiv gongd Fyri fyrireikaran, Símun Hammer er eingin ivi um, at FAROEXPO hevur fingið sítt fasta pláss í til- vitanini hjá vinnulívinum heima og úti. Sambært honum hevur stevnan eisini ment seg so mikið nógv og er haraftrat vorðin so stór, at hon í roynd og veru er vorðin ein fastur táttur í menningini av føroysku og útlendsku fyri- tøkunum. - Í ár er talið av luttakarum nærum tvífalt so nógv sum tað var fyri fýra árum síðani. - Tað er tó ikki einans í støddini at stevnan er víðkað. Luttakararnir hjá hvørji fyritøku sær er eisini í vøkstri, slær Símun Hammer fast. Ein týðilig broyting er, at nógvar av fyritøkunum, sum áður bert høvdu eitt Tjóðveldi í komandi Eysturkommunu hevur stillað upp 10 valevni til komandi kommunuval. Á listanum eru fýra av verandi bygdaráðslimum. Páll Isholm og Maud Poulsen úr Gøtu og Dánjal Andreasen og Johan Chrisiansen úr Leirvík. Listin umboðar sera breitt fólkið í Leirvík og Gøtu. Við hesi uppstilling ætlar Tjóðveldi at fáa eina sterka støðu í fjórðstørstu kommunu landsins. Listin er hesin: Dánjal Andreasen, Leirvík Johan Christiansen, Leirvík Árant Hansen, lærari, Norðragøta Páll Isholm, deildarstjóri, Syðrugøta Súsanna M. Joensen, Syðrugøta Tollakkur Joensen, Norðragøta Tummas Justinussen, Leirvík Elin Olsen, Leirvík Maud Poulsen, Gøtueiði Jan Dam Vang, Leirvík Tjóðveldislistin í Eysturkommunu Stór FAROEXPO verður ” Tað er helst so, at tess fleiri fyritøkur sum eru við, tess størri møguleiki at tann einstaka fyritøkan fær okkurt burtur úr onkrum - Tað týdningarmesta er at hvør einstøk fyritøka fær nakað burturúr, sigur Símun Hammer, fyriskipari - Tað týdningarmesta við FAROEXPO í Runavík er, at tær fyritøkurnar sum eru her, eru viðkomandi hvør fyri aðra, soleiðis at tær allar kunnu fáa nakað burtur úr og nakað burtur úr hvørji aðrari, sigur Símun Hammer, fyrireikari. Samstundis sum henda stevnan verður hildin eru hópur av mentanarligum tiltøkum kring allan býin