Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin 22. oktober 2008 Ford eru komnir á marknaðin við einum spildurnýggjum Fiesta, sum er ein smartur bilur og væl koyrandi bilur í allar mátar. Fiesta hava verið gjørdir síðan 1976, og hesin nýggi er 7. generatión. Fiesta líkist konseptbilinum Ford Verve, sum hevur verið at sæð á fleiri framsýningum. Designið kallast "Kinetic Design", sum merkir ”energi sum flytur seg”. Designstílurin er tann sami sum á t.d. Mondeo og Focus. Hóast nýggi Fiesta er størri enn forgangarin, er hesin lættari og meira ljóðleysur. Kabinan er flott og í nýggjasta stíli við modernaðum litum. Viðførisrúmið er 300 litrar og við at leggja baksetrini niður verður vørurúmið heilar 979 litrar. Nýggi Fiesta er ein smartur hatcback, sum fæst við bæði trimum og fimm hurðum. Koyrieginleikarnir eru góðir, og Fiesta kennist sum ein størri bilur at koyra, bæði hvat komforti og trygd viðvíkur. Nógvir ymiskir motorar eru at velja í millum sum t.d 1.25 litra bensinmotorar við ávikavist 60 og 82 hk, og 1.6 litra við 120 hk, umframt 1.4 litra diesel við 68 hk og 1.6 litra diesel við 90 hk. Allir motorarnir er eru sera økonomiskir, t.d. koyra báðir dieselmotorarnir yvir 23,8 km/l. Fiesta fæst eisini við einum 1.6 TDCi ECOnetic, sum er serliga økonomiskur og umhvørvisvinarligur við CO2 útláti upp á einans 98 g/km. Prísur úr kr: 144.900 Nýggjur væl koyrandi Fiesta P/F Wenzel feel the difference nýggi Ford Fiesta Akranesgøta 5 · FO-100 Torshavn · tel 35 45 00 · fax: 354501 · fordpost@wenzel.fo · www.wenzel.fo Prísur úr kr. 144.900