Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 203 - 22. oktober 2008 fólk í básinum, nú hava fleiri fólk á sama staði. - Hetta er ein positiv gongd, sum okkum dámar væl! Eitt evni Um ein hyggur aftur á stevnuna sum varð hildin í fjør og á hesa í ár, eru eisini ávísir munir at hóma. Hetta er ikki minst gjørt út frá teimum eftirmeting- um, sum luttakararnir í fjør góvu frá sær. Hesar verða gjørdar á hvørjum ári, og í ár vórðu so partar av teim- um tiknar til eftirtektar. - Ein munur er í øllum førum hann, at tær fyritøkurnar sum hava tikið lut áður, vita nú hvat stevn- an gongur út uppá. Tað lættir sjálvandi um, at alt koyrir lættari í ár, sigur Símun Hammer. Tað vísir seg eisini, at fyrireikararnir hava megn- að at marknaðarføra stevn- una munandi betri enn undanfarin ár. Úrslitið av hesum er økta talið av luttakarum og ikki minst áhugin fyri teirri ráð- stevnuni, sum verður seinna- partin í dag. Ein onnur stór broyting við stevnuni er, at tey í ár hava valt at seta brenni- depilin á eitt einstakt evni. Undanfarin ár hevur eingin reyður tráður verið sum so, men í ár hevur ein valt heitið: Vinnandi mál- stýring. Fáa nakað burturúr FAROEXPO er vorðin ein parturin av Mentanarvikuni í Runavík. Hóast alt tiltakið ikki endar fyrrenn um vikuskiftið, eru fyrireiking- arnar so smátt farnar í gongd til stevnuna komandi ár. Ætlanin er í fyrstu syftu at stevnan skal vaksa uppaftur meiri í tali. Men Símun Hammer slær tó rimmarfast, at tað ikki er alt: - Tí hevur tað í roynd og veru ikki so nógv at siga, hvussu nógvar fyritøkur eru við. - Hinvegin er tað helst so, at tess fleiri fyritøkur sum eru við, tess størri møguleiki at tann einstaka fyritøkan fær okkurt burtur úr onkr- um!, sigur Símun Hammer. størri næsta ár ” Ein munur er, at tær fyritøkurnar sum hava tikið lut áður, vita nú hvat stevnan gongur út uppá. Tað lættir sjálvandi um, at alt koyrir lættari í ár Týdningar­ mikil pall­ ur til ment­ anina Tað liggur eitt stórt fyri- reikingararbeiði aftanfyri ein stevnu av slíkum slagi sum FARO- EXPO. Innihaldsliga er hon ikki at meta sum ein almenn sølustevna í fyrsta umfari, men ein stevna har menn og kvinnur við felags áhugamálum hittast til fundir og at gera avtalur um samstarv. Heilt frá byrjan hevur stevnan verið líkasum í tveimum. Ein orsøkin til tað er, at ein slík stevna sum FAROEXPO ikki beinleiðis vendir sær til mannin og kvinnuna á gøtuni, men til tey sum hava fyritøkur av ymiskum slagi. - Vit hugsaðu tí sum so, at vit eisini ynsktu at okkurt skuldi henda í býnum, soleiðis at fólkið har skuldi merkja til at nakað var fyri tey, sigur Símun Hammer, fyrireikari. Hugskotið til hetta konseptið hava teir fingið úr norska býnum Stavanger, har ein hevur góðar royndir við at samantvinna eina oljuráðstevnu við eina mentanarstevnu í býnum. Í Runavík sæst hetta samstarvið aftur ymsastaðni í býnum, eins og mentanarlig innsløg hava verið á stevnuni hvørja ferð ein steðgur hevur verið, og í samband við ráðstevnuna og galladøgurðan í kvøld. - Her fær Runavík ein serstakan pall at sýna nakað av tí, sum tey hava at bjóða fram á tí mentanarliga økinum! Millum tær føroysku fyritøkurnar á stevnuni var Bakkafrost, sum var umboðað at stjóranum Regin Jacobsen Nógvir fundir verða hildnir á eini slíkari stevnu og líkt er til at tær fáa nakað burtur úr Átta valevni í Húsavík og Dali Valevnini til at stjórna eina av minstu kommununum er nú klár. Til kommunuvalið 11. november bjóða hesi seg fram at stjórna Húsavíkar kommunu: Úr Húsavík: Hanus undir Leitinum, Jákup Martin Sørensen, Janus Petersen, Jona Jensia Anthoniusen og Gunnvá Magnussen, og úr Dali eru tey: Símun Hannus Johannesen, Sjúrður Nolsøe og Bødvar Poulsen. Ein listi í Skálavík Í Skálavík verður bert tann eini listin til kommunuvalið í næsta mánaði. Á hesum listanum eru: Borgarstjórin Linjohn Christiansen (myndin), Sæbjørn Olsen, Dánial Jákup Jakobsen, Maj-britt Lydersen, Arnbjørn Bjarnarson, Christian Martin Trondesen og Elisabeth Myllhamar, øll úr Skálavík.