mikudagur 22. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 203 • 22. okt 2008
sindur ymiskt ílætnir. Teir flestu
vóru í stuttum buksum, troyggju
ella jakka og summir við hatti.
Fleiri við hvíta plagginum um
herðarnar.
So við og við, sum fólkini av
marknaðinum komu framvið, steðg
aðu tey á og prátaðu við okkum.
Nógv av teimum vóru trúgvandi.
Tey sungu eisini fyri okkum.
Tey góvu sær góðar stundir,
hóast mong teirra høvdu tímar at
ganga heim.
Heilsulæra
Nú eru vit aftur í 1990. Vit báðar
Hanna, danska lærarinnan, komu
úr Geresse til Galta fyri nøkrum
døgum síðani.
Vit arbeiddu báðar á missións
støðini í Geresse, men komu til
Galta við vissum millumbilum.
Luthersk Missionsforening í Dan
mark hevur ábyrgdina av báðum
støðum, men tað var eingin fast
búgvandi leiðsla í Galta beint tá.
Tá ið eg var her, plagdi eg
saman við einum sjúkrahjálpara
á klinikkini at fara út í onkra bygd
við heilsulæru. Ein dagin fóru
Engeda og eg til Geila, sum er
umleið 8 km frá Galta. Bygdin
liggur 700 metur lægri enn vit, so
tað var undanbrekka allan vegin
hagar. Veðrið var av tí fagrasta,
tá ið vit fóru til gongu tíðliga um
morgunin. Útsýnið er sera vakurt,
so tað var ein frøi at síggja Guds
undurfulla skaparverk.
Framkomin vórðu vit boðin inn
til eini trúgvandi hjún. Har fingu vit
kaffi við breyði og meis afturvið.
Tørvur á upplýsingi
Formaðurin í bóndafelagnum rópti
í hátalara, at nú skuldi vera heilsu
læra, og øll máttu koma. Veðrið
var gott. Øll sótu undir einum træi.
Nógv var á skránni, og nógvir
spurningar vóru báðar vegir.
Har er stórur tørvur á upplýsingi.
Sum aðra staðni er tað soleiðis, at
tá ið fólk hava høgan fepur, leyst
lív og spýggju hava tey ta fatan,
at tað er skeivt at geva teimum
nakað at drekka. Tað eru óivað
nógv, sum doyggja av hesi orsøk,
og serliga eru tað børn.
Tá ið tey hoyrdu, hvussu umráð
andi tað var at drekka nógv í
slíkum førum, vórðu tey bilsin.
Hava tey ilt í hálsinum, verður
úlvurin skorin. Tannrøturnar verða
pilkaðar úr pinkubørnum, tá ið tey
hava fepur. Hetta virkar alt øvugt
og gevur búkilsku, leyst lív og
spýggju.
Drekkivatnið verður oftast borið
úr ánni, sum ikki er rein. Hetta
elvir eisini til sjúkur.
Tey flestu hava ormar í innvøli
num. Summir teirra eru skaðiligir
og elva til blóðmangul.
Nógv børn eru niðurundirkomin,
tí tey fáa ikki nóg mikið at eta
ella ikki fáa rættan mat. Nógv
hava tuberklar og smitta onnur.
Tað sama er við AIDS, sum fyrr er
greitt frá.
Vit tosaðu um hetta og mangt
annað.
Eg legði til merkis ein eldri
mann, sum fylgdi væl við tí, sum
varð sagt. Hann setti eisini fleiri
spurningar. Fólk eru fegin um at
fáa at vita, hvat tey skulu gera
og ikki gera í ymiskum førum.
Vit mugu tó rokna við at skula
endurtaka hetta næstu ferð, vit
koma. Ikki fyrr enn tey síggja
úrslit av tí, sum vit læra tey, vilja
tey trúgva tí.
Tá ið vit góvust, vóru skýggj
komin á luftina, og tað regnaði í
fjøllunum eystanfyri.
Nevndu hjún bjóðaðu okkum
inn aftur. Vit vóru ikki meira enn
innkomin, tá fór at oysregna.
Tað lak gjøgnum strátakið, so vit
máttu flyta okkum stað úr staði.
Matur var borin inn, søt eplir og
kaffi. Húsmóðurin reisti seg og
bað borðbøn. Vit sótu og prátaðu
okkurt um ein tíma, tá sleit í.
Engeda reisti seg so og bað eina
bøn, áðrenn vit fóru.
Gøtan, sum vit gingu eftir um
morgunin, var brøtt og ring at
ganga í runu og hálku móti brekku.
Vit gingu tí eftir koyrivegnum,
sjálvt um tað tók longri tíð.
Italienararnir gjørdu vegin, tá ið
teir hersettu landið 193641. Lítið
og einki er gjørt við hann, men tó
er hann frægari enn gøtan. Vegur
in var heldur ikki so brattur sum
gøtan og er tí lættari at ganga.
Eingin bilur hevði heldur kunn
að komið til Galta, sum vegurin
var aftaná regnið.
Alt gekk væl, og vit komu heim
í øllum góðum. Her er nógv gott
vatn í Galta, so tað var gott at
kunna vaska rununa av sær, fáa
sær ein bita og hvíla eina løtu.
Nakrar dagar seinni kom fyrr
umtalaði eldri maður frá Geila hig
ar til viðgerð á klinikkini. Eg spurdi,
um hann mintist nakað av tí, sum
vit førdu fram. Jú, tað gjørdi hann
og endurgav nógv av tí.
Eg segði við hann, at nú mátti
hann læra hini í bygdini um tað,
hann hevði hoyrt, og tað lovaði
hann eisini at gera.
Innvølurin í
geitini merkti
hjúnarskilnaður
Í Galta gekk arbeiðið sína gongd.
Tað kom væl av fólki at hoyra
Guds orð. Á klinikkini vóru eisini
fleiri sjúklingar komnir til trúgv.
Ein av hesum var ein maður,
sum var borin til klinikkina. Hann
var álvarsliga sjúkur og hevði
einki skil. Skyldfólk hansara
høvdu ofrað hønir og eina geit til
satan fyri at fáa hjálp. Men hann
bara versnaði.
Tá ið hann fór heim aftur
frískur, boðaði hann frá, at hann
saman við øllum sínum húsi vildi
vera kristin.
Ein annar maður í besta aldri
var borin til Galta langvegis frá
um somu tíð. Hann hevði ligið
heima eina tíð. Hann segði seg
hava ofrað sjey hønur og eina
geit til satan fyri at verða frískur.
Teir, sum flettu geitina fyri hann,
søgdu, at tað vóru merkir á innvøl
unum á geitini, sum merktu, at
hann mátti senda konuna frá sær.
Hann so gjørdi, og konan fór frá
honum og fýra smáum børnum.
Konan gifti seg síðan við einum
øðrum.
Hesin maður sat nú eftir sjúkur
við børnunum. Hann vildi eisini
trúgva á Jesus.
Ikki bara at siga tað
at punktera
Vit vóru nú aftur í Arba Minch
og vóru á ferð til Galta. Vit komu
til býin Wolaita, hagar tað eru
110 km, og tá eru 180 km eftir
til Galta. Komin seks kilometur
frá býnum punkteraði eitt av
hjólunum. So var at skifta hjól. Tá
vísti tað seg, at tað var ov lítið av
luft í eykadekkinum, sum eisini
lak. Vit kláraðu kortini at koma
aftur til Wolaita, áðrenn dekkið
var heilt tómt. Elektrisitetið í
býnum var tá farið, so hvørki
bensinpumpur ella luftpumpur
virkaðu. Á einum verkstaði fingu
vit kortini vælt um slangurnar og
pumpa luft í tær við handakraft.
Alt hetta tók hálvan triðja tíma.
Vit fóru avstað aftur, men
komnar 20 km á leið punkteraði
hjólið aftur. Vegirnir vóru jú
so sera ringir og fóru illa við
dekkunum. Vit máttu so venda
aftur til Woilata. Aftur tók tað
hálvan triðja tíma til klárt var at
fara avstað aftur. Tá vit nú høvdu
koyrt 40 km punkteraði aftur. Vit
skiftu hjól og hildu fram. Skjótt
merktu vit aftur, at ikki alt ruggaði
rætt. Tað vísti seg, at hjólið lak
eitt sindur. Tað vóru nú 15 km til
næsta bý, har vit kanska kundu
fáa hjálp. Hetta var spennandi, og
tá ið vit komu til hotellið í Selam
Ber, sum var ein lítil býur, var
hjólið flatt. Nú var klokkan 10 um
kvøldið, so vit gistu á hotellinum.
Einki verkstað var í býnum, so vit
vistu ikki, hvussu tað fór at ganga
at sleppa víðari. Tað oysregnaði
alla náttina. So vit hugsaðu eisini
um, hvussu tað mundi fara at
ganga at sleppa um ánna, áðrenn
mótbrekkan til Galta byrjar. Har
kundi ofta vera leingi at bíða.
Eingin brúgv var.
Uttan fyri strákirkjuna í einari bygd í Geresse
Eftir gudstænastu í Geresse. Lea keypti tvey teppi
Vatn var forkunnugt nógv staðni. Her hava konur funnið ein hyl