Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Sosialurin 22. oktober 2008 Brimborg – ein av stóru bilasølunum í Reykjavík Eins og her hjá okkum selja bilasølurnar í Íslandi nógv ymisk bilmerkir. Ein av stóru bilasølunum í Reykjavík, Brimborg, umboðar bilmerkini Mazda, Citröen, Volvo, Ford, Lincoln og Daihatsu Reykjavík: Brimborg er ein av stóru bilasølunum í Reykjavík við umleið 200 starvsfólkum. Brimborg umboðar bilmerkini Mazda, Citröen, Volvo, Ford, Lincoln og Daihatsu. Brimborg heldur til í tveimum bygningum. Í øðrum selja teir Mazda og Citröen, og í hinum eru Volvo, Ford, Lincoln og Daihatsu. Brimborg hevur eisini eina deild á Akureyri. Eins og í Føroyum var tað soleiðis í Íslandi, at Mazda bilarnir vórðu innfluttir beinleiðis, men fyri trimum árumsíðan varð hetta broytt soleiðis at Mazda, eins og í Føroyum, verða seldir gjøgnum Danmark, sum liður í sølupolitikkinum hjá Mazda Motor Europe. Brimborg byrjaðu at selja Mazda eftir umleggingina fyri trimum árum síðan, og deildarstjórin fyri Mazda og Citröen, Þórður Gunnarsson, sigur, at sølan av Mazda er vaksin nógv hesi trý árini, og prísirnir eru kappingarførir. Forstjórin í Brimborg, Egill Jóhannsson, sigur, at teir annars innflyta bilar beinleiðis, bæði úr USA og Evropa. Teir selja t.d. nógvar amerikanskar Fordar. ________________________ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Brimborg er ein av stóru bilasølunum í Reykjavík við umleið 200 starvsfólkum Egill Jóhannsson er forstjóri í bilfyritøkuni Brimborg Þórður Gunnarsson er deildarstjóri fyri Mazda og Citröen hjá Brimborg Mazda og Citroën bygningurin hjá Brimborg Framsýningarhølini hjá Brimborg