Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ] Ginola vil hjálpa Tottenham David Ginola, sum einaferð var ein stór stjørna í Tottenham, bjóðar sær nú til at hjálpa sínum gamla felag, ið liggur aftast í Premier League. Hann mælir til at halda venjaran í felagnum, men hann bjóðar seg fram við eini hjálpandi hond. - Eg vil sera fegin hjálpa teimum við mínum kunnleika til spælið og mínar felagskenslu. Eitt fótbóltslið er sum ein familja, og gloymir tú tað, kann tað ikki ganga væl, sigur David Ginola við SportingLife. Stjørnurnar filma Jose Mourinho plagar at verða góður fyri onkra argandi viðmerking, og nú er hann aftur upp á spæl. Hann heldur, at stóru stjørnurnar í enskum fótbólti filma. - Eg haldi meg hava rætt, tá eg sigi, at Drogba, Ronaldo, Torres og van Persie allir filma. Enskur fótbóltur plagar at finnast at teimum, sum filma, men tað eru venjararnir, sum læra teir at spæla soleiðis, sigur Mourinho við FeelFootball. Í EB/Streymi hevur ongan tíð verið tosað um nakað annað enn gull. Málið var frá byrjan at enda ovast, og tað bar eisini við sær, at einki alternativ var til hetta, sigur Sigfríður Clementsen Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast skinnið ikki varð selt, fyrr enn bjørnan varð skotin, so var ikki frítt, at venjararnir hjá EB/Streymi høvdu fyrireikað seg eitt sindur. Í øllum førum kundu Magni Mohr og Sigfríður Clementsen njóta sær eina góða sigar og eina kalda í dós, tá dysturin varð av, men sum skilst hevði hetta verið væl krógvað í bilinum, inn til stóra løtan upprann. Men at løtan fór at koma, segði Sigfríður seg ikki hava verið í iva um. - Eg haldi at spælararnir hava verið øgiliga uppsettir í alt ár, og vit fóru frá byrjan eftir at vinna føroyameist- araheitið. Og tað var kanska eisini tað, sum at enda gjørdi, at vit vunnu. Vit settu okkum sum mál, at vit skuldu enda ovast, og so hevur tú jú einki alternativ, sigur Sigfríður. - Hinvegin, so hava vit eisini støðugt tikið ein dyst í senn. Tað ljóðar kanska primitivt, og Óli Hansen fekk í øllum førum sagt tað nakrar ferðirnar í fjør. Men tað er nú soleiðis, at tú kanst bara vinna ein dyst og trý stig í senn. Tað ber ikki til at spæla tíggju dystir og vinna 30 stig í einum. So tað er ein góður setningur at halda seg til, og eg haldi eisini, at vit gjøgnum árið eru vorðnir alt meira stabilir í okkara avrikum. - Við hvørt hava vit kisk- að og sveiggjað nakað í avrikunum. Talan er um eitt ungt lið, har fleiri spælarar ikki hava vunnið nakað serligt fyrr, og tí er hetta náttúrligt. Men sum heild haldi eg faktiskt, at vit hava verið besta liðið í Føroyum í ár. Seinnu árini hava víst, at ein meistari skal hava á leið 55 stig, og sum støðan er, so eru vit einasta liðið, sum kann røkka hesum, so tað er væl eisini í lagi á tann hátt, sigur Sigfríður Cle- mentsen. Eingi gummibein Seinnu hálvu av kappingini hava úrslitini hjá EB/ Streymi als ikki verið eins støðug, sum tey vóru tað fyri summarsteðgin. Tosið um gummibein fekk síni egnu bein at ganga á, men hetta er ikki av álvara nak- að, sum hevur merkt hópin, sigur Sigfríður. - Lagið í hópinum hevur alla tíðina verið gott. Vit hava tosað um dystirnar, so hvørt sum hesir eru spældir, og so hava vit roynt at ar- beitt út frá tí. Men tekur tú tíðarskeiðið kring dystirnar móti Manchester City, so høvdu vit rættiliga nógvar skaðar hesa tíðina. Vit hava ikki nakran serliga stóran hóp, og hetta tíðarskeiðið vóru vit kanska niðri á níggju monnum til venjing. Snøgt var hópurin rættiliga slitin um hetta mundið, og tað ávirkaði eisini úrslitið. Yvir høvur hava vit eisini havt nógvar skaðar, og tað er ikki fyrr enn nú í allar seinastu umførunum, at eg havi havt allan hópin tøk- an. - Men eg haldi framvegis, at liðið alla tíðina hevur sýnt góð avrik. Sum eg segði, so var lagið í hópi- num eisini gott, tá tað gekk minni væl, og hvør sum ein hava spælararnir alla tíðina arbeitt hart fyri at røkka málinum um at vinna FM- gullið, sigur Sigfríður Cle- mentsen. Hart arbeiði, góðir venjarar og stabilitetur. Tað er uppskriftin, sum Bárður Olsen segði hevði borið EB/ Streym allan vegin á mál í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bárður Olsen kundi ikki gera annað enn at staðfesta, at talan var um fantastiska løtu, tá gullið loksins var heima. Millum geyl og klemm frá áskoðarunum fingu vit orðið á ovurfegna miðvallaran, sum eisini hevur roynt seg á bakkinum nakrar dystir í ár. - Hetta er øgiliga gott. Hetta er júst tað, sum vit hava bíðað eftir í alt ár. Eg veit væl, at fólk hava tosað um gummibein og hvat veit eg, men sjálvur havi alla tíðina trúð upp á tað, sigur Bárður. Men har gekk striltið at fáa hol á hjá tykkum í dag? - Ja, tað var rættiliga tungt. Vit spæla fyrra hálv- leik ímóti vindinum, og tað er sjálvandi strævið. Vit royndu tó kortini at fáa spælið at koyra, og tá vit so fingu undanvind, verður lættari at skjóta. Og at enda kom so eisini hol á. Tit vistu undan dystinum, at ein javnleikur var nóg mikið. Gjørdi tað tað eisini lættari at vera á vøllinum? - Tað ger tað kanska. Men mann fer inn á vøllin fyri at vinna hvønn dyst, og tað gjørdu vit eisini hesaferð. Hvat er tað, sum hevur gjørt, at tit longu nú við vissu kunnu siga, at tit standa ovast, tá 27. umfarið er spælt. - Vit hava verið ógvuliga stabilir, og eg haldi eisini, at vit hava góðar venjarar. Yvir høvur eru vit væl fyri, og tað er tað, sum ger, at vit eru her í dag. Vit hava allir kempa fyri tí, segði Bárður Olsen, sum tó ikki visti, hvat stóð á skránni restina av týskvøldinum. - Har verður helst okkurt í Streymnesi. Her hava í øllum førum verið nógvar sjampanjufløskur á lofti, so kanska onkur er eftir til seinni í kvøld, flenti hann. Gullið var málið Sigfriður Clementsen hevur áður vunnið gull við B36, men tað smakkurin mundi kennast enn søtari, nú hann saman við Magna Mohr var við til at tryggja fyrsta FM-gullið í søguni hjá EB/Streymi Mynd: Sofus D. Johannesen Havi altíð trúð upp á tað Eins og liðfelagarnir fekk Bárður Olsen nóg illa vent sær í rúgvuni av fegnum viðhaldsfólkum Mynd: Sofus D. Johannesen