Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. oktober 2008 19 Hekla er elsta bilfyritøka í Íslandi Hekla, sum er elsta bilfyritøka í Íslandi, varð stovnað fyri 75 árum síðan, í 1933. Fyritøkan hevur spesialiserað seg í sølu og service av bilum og maskinum Reykjavík: Bil- og maskin- fyritøkan Hekla umboðar bilmerkini Volkswagen, Audi, Skoda, Mitsubishi, Scania, umframt Caterpillar maskinur, Hiab kranar og Goodyear dekk. Fyritøkan hevur seinastu árini selt umleið 2.500 nýggjar bilar um árið og nakað tað sama av brúktum. Hekla hevur høvuðssætið í einum 12.500 fermetra stórum bygningi á Laugavegi í Reykjavík. Fyritøkan hevur annars umboð og tænastur í øllum teimum størru býunum í Íslandi. Forstjóri í Hekla er Knútur G. Hauksson, sum í eitt tíðarskeið var stjóri í Samskip í Føroyum. ________________________ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Sølan av nýggjum bilum hálverað Sølan av nýggjum bilum í Íslandi hevur verið sera góð seinastu árini, men í ár er hon minkað niður í eina helvt. Í fjør vórðu t.d. seldir um 15.000 bilar, men sølan í ár verður um 8.000 bilar. Finnbogi er 83 ár og framvegis virkin Reykjavík: Finnbogi Eyjólfsson er eitt sjaldsamt fyribrigdi. Hann er 83 ára gamal og framvegis virkin í stóru bilafyritøkuni Hekla í Reykjavík. Bilafyritøkan Hekla varð stovnað fyri 75 árum síðan, í 1933, og Finnbogi Eyjólfsson hevur starvast í fyritøkuni 64 ár. Finnbogi byrjaði sum bilmekanikari og arbeiddi seg uppeftir. Hann hevur verið marknaðarstjóri, arbeitt á lysingardeild og verið PR- manager. Hann hevur eisini staðið fyri ymiskum verkætlanum, sum t.d. at gjørt Volkswagen ambulansir til Landssjúkrahúsið í Føroyum. Hann letur sera væl at samstarvinum við Føroyingar. mg Finnbogi hevur egna skrivstovu á ovastu hædd á virkisbygninginum hjá Heklu á Laugarvegi Hekla er elsta bilfyritøka í Íslandi. Høvuðssætið í einum 12.500 fermetra stórum bygningi á Laugavegi í Reykjavík Bjarki Steingrímsson, Volkswagen sølumaður, og Knútur G. Hauksson stjóri á Hekla. Knútur var eitt tíðarskeið stjóri á Samskip í Føroyum Hekla hevur eina VW Boblu frá 1952 í sínum framsýningarhøli VW Boblan hjá Heklu er á einum íslendskum frímerki Hekla umboðar m.a. Mitsubishi. Her er ein umbygdur Mitsubishi Pajero