mikudagur 22. oktober 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ]
Trý er talið
Lítil ivi er um, at trý-talið í dag verður
mett sum serliga heppið í EB/Streymi.
Eftir at tað í fjør og fyrraárið gjørdist til
silvur, varð talan í triðju royndini um gull.
Gullið varð eisini fingið til høldar við
triðja matchbóltinum, eftir at tað ikki varð
vunnið móti NSÍ og B36. At tað so hendi í
einum dysti, har toppskjúttin hjá felagnum
gjørdi hattrick í 3-1 sigri gjørdi ikki lagið
verri.
Drupu mytuna
Síðani 1992 hevur Klaksvíkarkappingin markerað
starskotið til nýtt kappingarár í føroyskum fótbólti. Fram
til týskvøldið var tó ongan tíð hent, at vinnarin av
Klaksvíkarkappingini eisini hevur vunnið FM-heitið, men
heldur ikki hetta legði EB/Streymur nakað serligt í. Snøgt
sagt hava teir vunnið tað, sum teir hava nortið við í ár, og
hví so ikki taka Klaksvíkarkappingina við á vegnum.
Gummibeinini vóru
burtur. Hvør sum
ein vístu spælararnir
hjá EB/Streymi, at
teir vildu vinna FM-
gullið. Og so var tað
sera hóskandi, at
fremsti kandidaturin
til heitið sum ársins
spælari, smekkaði til
við einum hat-trick
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tey høvdu bíðað í nakrar
vikur. Ja, onkur helt í tvey
ár. Í so máta var tað helst
hóskandi, at tað var á sjálv-
um tvey ára degnum fyri
mest sum ófatuliga missin
móti KÍ í 2006, at EB/
Streymur loksins jarðaði alt
tos um gummibein.
Sum útsendi tíðindamað-
urin hjá Rás2 tók til, tá
hann kom ígjøgnum til 3.
hálvleik, so var bara eitt
slag av gummi at finna á
Mýruhjalla hendan dagin.
Nevnliga
gull-bamsurnar
hjá Haribo. Ein tvítýdd við-
merking, sum helst sipaði
til bæði gummibein og
stóru bamsuna, sum nú var
skotin.
Spældu fyri gullinum
Eingin ivi er um, at nógva
tosið um gummibein sein-
astu vikurnar hevur nervað
bæði spælarar og viðhalds-
fólk hjá EB/Streymi sein-
astu vikurnar.
Men tó ikki meira enn so,
at spælararnir – tá mest
stóð á – prógvaðu, at teir
væl og virðiliga vóru menn
fyri at átaka sær uppgávuna
sum FM-favorittar.
Nøkur av eyðkennunum í
dystunum móti NSÍ og
serstakliga B36 vóru merkt
av nervum. Í verjustøðu
vóru spælararnir als ikki
nóg avgjørdir seinnu trý
korterini móti B36, og við
bóltinum tóktist spælararnir
mest sum frystir, soleiðis at
talan gjørdist um alibi-spæl
heldur enn nakað skapandi
av slagnum.
Men alt hetta var slept týs-
kvøldið. Hóast veðurlíkind-
ini ikki vóru av teimum
bestu, so sást alt fyri eitt, at
talan var um avgjørdar menn.
Hóast Skála við vindinum í
rygginum ofta flutti bæði
bóltin og nógv fólk niðan
móti brotsteiginum hjá EB/
Streymi, so gjørdist talan
ongan tíð av álvara um
vandastøður. Ikki minst var
Marni Djurhuus ein sannur
brandur, sum hvørja tí einastu
ferð
timaði
luftdystirnar
somikið væl, at hann støðugt
fekk beint bóltin burtur.
Og hóast mótvindin megn-
aði EB/Streymur eisini at
spæla seg til sínar møgu-
leikar fyri steðgin. Tann
størsta átti Hans Pauli Sam-
uelsen, sum gjørdist púra
leysur eftir gjøgnumbrots-
roynd frá Arnbirni Hansen,
men kontrolleraði fluktarin
endaði á stólparótini, áðrenn
hann støkk í føvningin á
liggjandi Predrag Markovic
í Skála-málinum. Og eina
aðru ferð rullaði bólturin
mest sum undir nøsini á Arn-
birni T. Hansen, tá Skála-
verjan ruddaði burtur.
Átta ótrúligir
minuttir
Fótbóltur er eitt liðspæl,
har allir mans so ella so
eiga sín part í tí, sum hend-
ir.
Men skal navn setast á
hetjuna hjá EB/Streymi týs-
dagin, so er valið einfalt.
Við sínum hat-trick var Arn-
bjørn T. Hansen maðurin,
sum sparkaði gullið seinasta
vegin til Margáir, og sum
heild hevur Arnbjørn eisini
verið ársins maður hjá EB/
Streymi. Ikki minst fyrru
helvt av kappingarárinum,
har hann dyst eftir dyst var
maðurin, sum koppaðu tøtt-
um uppgerðum til fyrimuns
til sín og EB/Streym.
Seinastu fimm dystirnar
undan týsdegnum hevði
áleyparin tó ikki funnið
meskarnar. Og tað var ikki
frítt, at áskoðararnir hugs-
aðu um 2006, tá hann tíð-
liga í seinna hálvleiki var
bara nær við og næstan, tá
bólturin skuldi sendast inn.
Men so var tað, at alt
brádliga eksploderaði.
René Tórgarð sparkaði
langt og høgt niðan á vøllin.
Arnbjørn var kanska skeivu
megin
rangstøðumarkið,
men linjuverjin helt flaggi-
num niðri, og so var tað, at
formatið varð sýnt. Rørsl-
urnar vóru kanska gummi-
bleytar, men sinnið var ísa-
Skála-EB/Streymur 1-3 (0-0)
Triðju ferð fall bjørnin
EB/Streymur
Skála
Hagtøl bíða
Tað er ikki altíð, at 12 ítróttasíður røkka til alt, sum
røkkast skal.
Soleiðis er eisini í dagsins Sosiali, har vit hava raðfest
stóra fagnaðin hjá EB/Streymi fram um hagtølini, sum
kanska kunnu tykjast turrislig í mun til sjampanjusproytið
á Mýruhjalla og við Margáir.
Fullfíggjaðu hagtølini fyri 26. umfarið av Formula-
deildini mugu tí bíða til í morgin, og niðan fyri prenta
vit tí bert yvirlit yvir úrslit og málskjúttar í gjár, eins og
stigatalvan eisini sæst á síðuni.
-mørk
KÍ-NSÍ 0-1 (0-1)
0-1: sjálvmál
B68-ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Andy Olsen
Skála-EB/Streymur 1-3 (0-0)
0-1: Arnbjørn T. Hansen
1-1: Obi
1-2: Arnbjørn T. Hansen
1-3: Arnbjørn T. Hansen
HB-B36 3-0 (1-0)
1-0: Andrew av Fløtum
2-0: Fróði Benjaminsen
3-0: Fróði Benjaminsen
Reytt kort: Jákup á Borg, B36
B71-Víkingur 0-1 (0-1)
0-1: Sam Jacobsen
59 min: Arnbjørn hevur latið fyrstu kanónina av, og Predrag Markovic kann bara hyggja at,
meðan bólturin støkkur niður innan fyri strikuna
Mynd: Jens Kr. Vang
61 min: Eitt veruligt center-forward mál. Arnbjørn hevur tveitt seg fram millum vinir og
fíggindar, og so spílast meskarnir í Skála-netinum fyri aðru ferð
Mynd: Sofus D. Johannesen