Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Sosialurin 22. oktober 2008 Bilar á gøtuni í Reykjavík Íslendingar hava traditión fyri at koyra við amerikanskum bilum og síggjast teir eisini aftur í gøtunum. Hóast bilparkin í Íslandi fyri tað mesta líkist okkara, eru nógvir sermerktir bilar at síggja, bæði nýggir og gamlir. Har koyra nógvir bilar, sum vit ikki síggja her hjá okkum. Myndirnar eru tiknar í miðbýin í Reykjavík í september 2008. Ein sera vælhildin og flottur amerikanskur Pontiac Bonneville. Hetta modellið varð gjørt frá 1958 til 1961 Hummer H2 var tann fyrsti amerikanski Hummer í sivalari útgávu. Ein stórur tungur bilum sum vigar næstan 3 tons Nakrir Porsche koyra eisini í Reykjavík, her er ein Carrera Targa Ein LTI (London Taxi) reklamubilur hjá Vodafone við einum tastaturi omaná motorhjálminum