Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ] Sterk venjaraduo Hóast teir teljast millum yngru venjararnar í landinum, so kann ikki ein fingur setast á avrikini, sum Sigfríður Clementsen og Magni Mohr hava vunnið saman. Umframt árið í ár hava teir báðir eisini vant B36 í tvey ár, og úrslitini hava verið framúr tey trý árini, sum teir hava arbeitt saman. Tvey FM-gull, tvey Løgmanssteyp og víðari luttøka í bæði UEFA-Cup og Champions Leagu-undankappingini. Og so telur tað neyvan skeiva vegin, at teir tvær ferðir hava verið partur av serstakliga fíggjarliga gevandi lutakøstum í Europa. So tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at Sigfríður og Magni eru ein góð byrjan, um eitt felag veruliga ætlar at sveiggja seg upp til nakað stórt. Gullsangurin tøkur á netinum EB/Streymafjepparar hava sjálvsagt ein gullsang kláran, nú gull er vunnið. Gullsangurin er tøkur á netinum og kann takast niður. Hann er at finna á www.myspace.com/icast1. Og tað er nú ikki tað einasta EB/Streyma-fjeppið, sum kann finnast á netinum. Eru viðhaldsfólkini framvegis tyst eftir málum, liggja dystarbrot frá øllum heima- dystunum hjá EB/Streymi í ár á youtube, har tað er bæði skjótt og ómaksleyst at finna vegin fram. Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 26 17 - 3 - 6 54 33 21 54 2 HB 26 14 - 6 - 6 57 22 35 48 3 B36 26 13 - 6 - 7 32 24 8 45 4 NSÍ 26 13 - 5 - 8 39 33 6 44 5 Víkingur 26 12 - 5 - 9 43 33 10 41 6 B68 26 11 - 3 - 12 23 36 -13 36 7 ÍF 26 9 - 3 - 14 32 46 -14 30 8 KÍ 26 7 - 6 - 13 31 39 -8 27 9 B71 26 6 - 4 - 16 26 47 -21 22 10 Skála 26 4 - 7 - 15 22 46 -24 19 Seinastu seks dystirnir vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 6 5 - 0 - 1 19 6 13 15 2 B36 6 4 - 0 - 2 9 9 0 12 3 EB/S 6 3 - 1 - 2 13 11 2 10 4 B68 6 3 - 1 - 2 8 7 1 10 5 NSÍ 6 3 - 1 - 2 9 9 0 10 6 Víkingur 6 3 - 0 - 3 10 10 0 9 7 ÍF 6 2 - 1 - 3 7 10 -3 7 8 KÍ 6 2 - 0 - 4 6 7 -1 6 9 Skála 6 1 - 1 - 4 5 9 -4 4 10 B71 6 1 - 1 - 4 4 12 -8 4 kalt í hvast, tá Arnbjørn hegnisliga tamdi bóltin í brotsteiginum, og so bank- aði hann við vinstra-beini- num bóltin upp undir tvør- træið. Og tá hann hesa ferð støkk niður røttu megin strikuna, var gullkósin sett. Gummi-armar hjá mál- verjanum fingu alt fyri eitt armarnir hjá gestunum niður, tá René Tórgarð misti bóltin fyri føturnar á Obi, men tað vardi nú heldur ikki leingi. Eldur var komin í krútið hjá toppskjúttanum, sum hevði enn tvey mál í sær. Fyrru ferðina við fram- úr froward-málið, har hann tveitti seg fram og heil- fluktaði innlegg í kassan, og seinnu ferðina við einum av hesum málunum, sum bara ektaðir málrevar skora. Arnbjørn mundi valla vita sjálvur, hvar bólturin var, men málini telja nú einaferð eins nógv, um tey verða gjørd við fótunum, høvdi- num ella rygginum. Alt hetta hendi innan bara átta ótrúliga minuttir, og so var annars eingin ivi um, at gullið var heima. Saman við tveimum øðrum av lokalu hetjunum – Hans Paula Samuelsen og Sorin Anghel – kundi Arnbjørn lata seg skifta út, meðan søti tónleikurin av lógvabrestum rungaði um vøllin, og so var annars bara at bíða, til teir 90 minuttirnar og tríggir eyka av slagnum vóru runnir. Saman við restini av beinkinum og hundraðtals viðhaldsfólkum kundi Arn- bjørn tuska út á vøllin, og so var annars lagt upp til ball. Sjampanjupropparnir dundu um kapp við fýr- verkið og nýggja gullsangin hjá EB/Streymi, meðan klemm, mussar og bara stór smíl sóust, hvar tú so enn vendi tær á Mýruhjalla. Sorgblítt farvæl Men mitt í gleðini var eisini sorgblídni at hóma. Fyri bara trimum árum síðani var Skála fram til tað seinasta partur av kapprenn- ingini um FM-gullið. Við einum liði, sum um hetta mundið spældi helst vakr- asta fótbóltin í landinum, hevði Skála í tvey ár berg- tikið føroyska fótbóltsheim- in, men stóra lønin kom ongan tíð í formi av nøkrum gullmerkjum. Tað gjørdist til nær við og næsta hjá Skála, sum síðani hevur linkað trýstið á boganum heilt nógv. So- mikið nógv, at liðið hetta kappingarárið hevur veri ðí sera tungum sjógvi, og longu eftir triðja seinasta umfarið stóð greitt, at talan verður um leygardagsfót- bólt. Seinasti fótbóltssunnu- dagurin á Mýruhjalla á hes- um sinni endaði við gulli. Men tað var nú ikki Skála, sum tók ímóti hesum. Tann dreymurin brast fyri trimum árum síðani. 67 min: Hornaspark er sent inn fyri málið úr vinstru, og við nakkanum, økslini ella rygginum hevur Arnbjørn stýrt bóltinum í netið Mynd: Jens Kr. Vang 21