Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. oktober 2008 21 General Motors hava ment eina skipan, ið nevnist OnStar, sum er sera hent í sambandi við stolnar bilar. Frá einum kommandosentrali ber til at minka um ferðina á ein­ um stolnum bili, fyri at umgangast sonevndar “politijaktir”, sum ofta føra til álvarsligar ferðsluvan­ lukkur. Skipanin finnur sjálv útav hvar tann stolni bilur er staddur, og løgreglan kann via kommando­ sentralin leita eftir bilinum. Tá politiið nærkast tí stolna bilinum, kunnu teir geva boð til kommandosentralin um at tendra havaríblunkljósini á bilinum fyri at tryggja sær at tað er tann rætti bilurin teir eru komnir fram á. Í fyrstu atløgu virkar skipanin bert í USA og Kanada. mg Skipanin finnur sjálv stolna bilin OnStar kommandosentralur hjá General Motors OnStar skipanin er sera hent í sambandi við stolnar bilar