Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 203 - 22. oktober 2008 ] Gjørdu okkara besta Tað var ikki frítt, at mótsetningarnir vóru stórir, tá Dagfinn Olsen bríkslaði fyri seinastu ferð á Skála týsdagin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dimmið var við at seta seg yvir vøllin, og meðan viðhaldsfólkini hjá EB/ Streymi tustu inn á vøll­ in, kundu teir hjá Skála bara staðfesta, at heldur ikki hetta var teirra dag­ ur. Og heldur ikki varð árið teirra, nú teir longu seinasta umfar máttu staðfesta, at teir mugu tungu gongdina niður í aðru deild. Bara trý ár eftir, at teir høvdu vónað, at sigurssangurin hjá Freddie Mercury kuni ljóma yvir vøllin á Mýru­ hjalla. Tað gjørdi hann so týsdagin, men tað var ikki fyri Skála, at tónar­ nir ljómaður. Eftir dystin tosaðu vit við Jónhard Frederiks­ berg, og hann kundi ikki staðfesta annað, enn at løtan var góð hjá EB/ Streymi. ­ Hetta er jú ikki heilt tað sama, men hetta er sjálvandi øgiliga stuttligt hjá teimum. Vit vóru ann­ ars øgiliga uppsettir til dystin í dag, har vit vildu gera okkara í seinasta heimadystinum, soleiðis at FM­spurningurin kundi útsetast til seinasta umfarið. Men teir spældu væl í dag, og teir vunnu okkum 3­1, so tað fáa vit ikki gjørt so nógv við. Ikki annað enn at ynskja teimum tillukku, segði Jónhard. Hvussu verður á Skála komandi ár, veit Jónhard ikki at siga. ­ Tað veit eg ikki. Nú ræður fyrst og fremst um at fáa hetta árið afturum, og so má tíðin vísa, hvat skal henda næsta ár, sigur Jónhard Frederiks­ berg. Russiskt á Televarpinum Tey, sum í gjárkvøldið hugdu eftir Champions League dystinum millum Manchester United og Celtic á Rás1 hjá Televarpinum, fingu eina heldur øðrvísi uppliving burturúr. Fyrstu løtuna av dystinum var nevniliga russiskur frásøgumaður til dystin. Hvat sagt var, mundu tey fægstu skilja, men myndirnar vóru so í øllum førum har, og frásøgnin gjørdist lættari at skilja, tá tað eftir einar 20 minuttir varð skift til norskt. Ronaldinho heimsins besti aftur Fysiski venjarin í AC Milan sigur, at um nakrar mánaðir verður Ronaldinho aftur heimsins besti fótbóltsspælari. ­ Venjingin hjá honum fer at hava við sær, at hann fer at spæla væl í desember, og eftir vetrarsteðgin hevur hann fingið møguleika at fyrireika seg væl til várið, og hann verður aftur heimsins besti spælari, sigur Daniele Tognaccini. Á fótbóltsvøllinum rakk Egil á Bø øllum í 2008. Men upprunaliga skuldi hann als ikki vera partur av hópinum hjá EB/Streymi í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri einum ári síðani segði Egil á Bø, at hann neyvan fór at taka enn eitt tørn fyri Formula­liðið hjá EB/ Streymi. Beinini vóru kanska vorðin dekan ov tung, og familjan og arbeið­ ið kravdu eisini sítt, so vete­ ranurin ætlaði sær tá at stilla Formula­gaggurnar. At hann lat seg yvirtala til enn eitt tørn, man hann neyvan angra í dag. Eitt ár, eitt FM­heiti, eitt løgmans­ steyp og fimm landsdystir seinni var smílið í øllum førum stórt, tá litið var aftur á farna árið. ­ Hetta er bara heilt ótrú­ ligt. Eg havi vunnið FM fyrr, men at vinna tað við barndómsfelagnum, sum eg eisini eri ótrúliga góður við, er nakað heilt serligt. Ikki bara fyri meg, men fyri all­ ar spælararnar. ­ Og sjálvandi iðri eg meg ikki um, at eg tók eitt ár afturat. Sjálvandi var tað eitt sindur tungt í myrku og køldu tíðini, tá venjingin byrjaði aftur. Men at standa her sum føroyameistari í dag kann eg ikki annað enn vera errin av. Og tað hevur verið stuttligt allan vegin ígjøgnum, sigur Egil á Bø. Leygardagin verður so dagurin, tá Egil skal taka ímóti stóra steypinum. Men enn hevur hann ikki gjørt av, um tað nú er tíð at gevast á toppinum, ella um hann fer at royna seg í Champions League­undankapping fyri EB/Streym. ­ Tað tími eg ikki at hugsa um akkurát nú. Nú eru vit øgiliga glaðir fyri hetta, og hitt má eg so hugsa um eina ferð seinni, sigur Egil á Bø. Átta ár eftir at hann kom til júst uppflutta EB/Streym, kann Sorin Anghel rópa seg føroyameistara. Eitt heiti, sum hann hevur stremba eftir øll árini. Og sum hann nú skal arga við á arbeiðsplássinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein tann mest týðandi spæl­ arin hjá EB/Streymi øll árini, síðani felagið í 2000 kom aftur í fremstu røð, hevur verið Sorin Anghel. Sorin kom til Føroya undan kappingarárinum í 2000, og síðani tá hevur málið verið klárt. ­ Eg minnist væl, tá Berg­ ur Magnussen, sum var mín fyrsti venjari í Føroyum, spurdi meg, hvat eg vildi í EB/Streymi. Mítt svar var púrasta klárt, at eg vildi vinna nakað við hesum felagnum. ­ Sjálvandi visti eg av, at her skuldi nógv arbeiði til, men málið hevur alla tíðina verið at vinna. Og nú hava vit so vunnið bæði steypa­ kapping og FM­heitið, so hetta er bara heilt fantastiskt, sigur Sorin Anghel. Í gerandisdegnum arbeið­ ir hann hjá Húsavarðatæn­ astuni, har Sámal Erik Hentze, venjari hjá HB, er annar av stjórunum, og har Fróði Benjaminsen, sum er liðskipari hjá HB, eisini telist millum arbeiðsfelag­ arnar. Og tað verður ikki heilt frítt, at teir báðir sleppa at merkja, hvar FM­ heitið er endað. ­ Teir báðir hava argað meg nú í fleiri vikur. »Gummibein­gummibein« hava teir støðugt rópt eftir mær, so nú má tað vera mín túrur. Eg ætli mær so at gera eina rúgvu av skeltum, har tað skal standa meistarar og campeone. Og so skulu hesi annars klistrast um all­ an bilin, áðrenn eg komi til arbeiðis í morgin, sigur ein stórflennandi Sorin Ang­ hel. Gott bonus-ár Bilurin skal klistrast til Nú er einki sum eitur. Stjórin skal so sanniliga fáa at vita, at EB/Streymur hevur vunnið gullið, sigur Sorin Anghel Mynd: Sofus D. Johannesen Súru februar-kvøldini vóru gloymd, tá Egil á Bø kundi staðfesta, at tað so ruddiliga loysti seg at taka eitt fótbóltsár afturat í fremstu røð Mynd: Sofus D. Johannesen