Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Sosialurin 22. oktober 2008 Nú veturin stundar til, er tað av alstórum týdningi, at bilarnir eru væl vardir. Livitíðin hjá einum bili er sum oftast treytað av hvussu væl rustviðgjørdur hann er, sigur Kaj Boetius, sum stendur fyri rustviðgerini hjá Ivan Johansen Bilum Bilrøkt Ivan Johansen Bilar var fyrsta fyritøka, sum tók sær av at rust­ við­gera bilar í Føroyum tíð­liga í sjeytiárunum. Fyritøkan hevur gingið­ á odda innan hetta økið­ øll árini við­ dagførdum amboð­um og nútímans hølisvið­urskiftum til rustvið­gerð­. Bilar, sum ikki eru væl rust­ vardir, hava ongan møguleika at standa ímóti teimum avbjóð­ingum sum koma gjøgnum veturin við­ salti og vætu, sigur Kaj Boetius, sum stendur fyri Dinitrol rustvið­­ gerini hjá Ivan Johansen Bilum. Dinitrol rustvið­gerð­in er góð­­ kend av Teknologisk Institut og verð­ur tilmæld av FDM. Til hvørt einstakt bilmodell eru kort við­ nágreiniligum upplýsingum um konstruktiónina á bilinum, og hvørji amboð­ ið­ skulu brúkast. Alt verð­ur gjørt eftir forskrift­ unum. Bilar, sum eru rustvið­gjørdir hjá Ivan Johansen Bilum, hava verið­ hjá FDM í Danmark til eftir­ kanningar, har teir fingu sera góð­­ an karakter fyri væl úr hondum greitt arbeið­i. Tað­ er Dansk Teknologisk Institut, sum stendur fyri hesum eftirkanningunum. Tað­ eru langt frá allir nýggir bilar, sum eru nóg væl rustvið­­ gjørdir, tá teir koma til landið­. Tí er tað­ ein góð­ íløga fyri eigaran at fáa bilin rustvið­gjørdan ongantíð­ ov skjótt, sigur Kaj Boetius, sum leggur afturat, at best er at bilarnir eisini verð­a eftirvið­gjørdir annað­ hvørt ár. Tað­ er sjáldan ov seint, men ongantíð­ ov tíð­liga at fáa bilin rustvið­gjørdan. Pauli Waag, sølustjóri hjá Ivan Johansen Bilum, sigur, at nú sølan av nýggjum bilum í løtuni er minkandi, er áhugin vaksin fyri at fáa bilin rustvið­gjørdan. mg Ivan Johansen Bilar, Dinitrol: Rustviðgerðin avger livitíðina hjá bilinum Rustviðgerð er í stóran mun ein spurningur um álit, sigur Kaj Boetius, sum stendur fyri rustviðgerðini hjá Ivan Johansen Bilum Ger bil tín meira verdan! Hoyvíksvegur 63 · tlf. 31 36 66 · ivan@ivan.fo · www.ivan.fo Heimsins besta rustverja – móti bilrusti Eingin bilur er gjørdur til føroyska veðrið. Væta og salt kostar nógvan pening. Ger eina íløgu í Dinitrol rustverju, ið økir um søluvirðið á bilinum, tá tú skalt selja hann aftur. Tað er sjáldan ov seint, men ongantíð ov tíðliga! Góðkent av Dansk Teknologisk Institut