Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 22. okt. 2008 MIÐvIkaN 23 Morgunin eftir vóru vit tíðliga á fótum. Nú var turt, og sólin skein. Ein á hotellinum segði okkum frá einum staði, har teir boraðu eftir vatni. Kanska kundu teir hjálpa. Jú, hetta lat seg væl gera, og hotelleigarin vildi eisini hjálpa. Tað var ómøguligt at fáa teir at taka nakað fyri arbeiðið, teir høvdu gjørt. “Eina aðra ferð verða tað kanska tit, sum hjálpa okkum, tá ið vit hava trupulleikar,” søgdu teir. Tað gekk væl at koyra til Savla. Har hevði ikki regnað, og tá ið vit komu fram til ánna var eingin trupulleiki at koyra yvirum. Tá ið vit komu nakað niðan í brekkuna, virkaði fýrahjólstrekkið ikki. Men tað gekk kortini at koma fram. Tá høvdu vir koyrt um 350 km frá Geresse eftir vánaligum vegum. Í vandum við ferðing og yvir áir Vegirnir vóru ofta so ringir nógva staðni úti um landið, at teir neyvan kundu kallast vegir. Tá ið turt var, og tað var koyrt hóliga, gekk tað við einum Landrover. Men tá ið regnið kom, var alt ein evja nógva staðni. Ofta svóvu vit í bilunum, tá ið tað var blivið myrkt, og tað fór at regna. Tá slapst ongan veg. Um morgunin sást alt betur. Tá var farið at grava fyri at fáa bilin leysan aftur. Tá kundi eisini bera til at finna eina aðra loysn sum at koyra ein annan veg. Eg minnist einaferð Hanna og eg vóru á ferð frá Geresse til Galta. Hetta var ein styttri og minni brúkt leið enn greitt er frá frammanundan. Hanna dugdi væl at koyra, men ikki var lætt at stýra bilinum, táið við komu í ta svørtu moldina, sum var hál sum grønsápa. Eina ferð fór bilurin á glið og fór út um tað, sum skuldi vera vegur. Vit steðgaðu á tromini á fjallarøðini. Annað bakhjólið stóð á sjálvari eggini. Haðani var stórt dýpi við skógarvøkstri oman eftir. Her væntaði lítið í, at vit fóru út av. Vit sluppu okkum út úr bili­ num. Hvat var nú at gera? Langt var til bíggja og eingin hugsingur var um at ganga. Enn var dagur og ljóst. Tað regnaði. Eftir vegn­ um høvdu vit ikki sæð nógv fólk. Her virkaði so friðarligt eisini. Viðhvørt vísir tað seg, sum at fólk koma upp úr jørðini. Knappliga komu nakrir menn gangandi. Teir høvdu kanska hoyrt bildunið. Vit fingu teir til at hjálpa okkum. Eitt tog lá í bilinum. Tað festu vit í bilin. Hanna setti seg nú inn í bilin, og trýsti speedaran í botn niðan frá eggini, meðan vit togaðu. Hetta var spennandi. Tað kundi ganga báðar vegir. Takk havi Gud, vit komu niðan aftur á vegin í øllum góðum. So var at halda áfram. Nú var myrkt og ferðin gekk spakuliga. Ikki langt frá Galta var eitt vandamikið pláss, sum vit visti um. Stórur partur av vegnum var mágaður burtur, so hann var vorðin sera smalur. Eisini her var djúp avgrund niðurfyri. Fleiri ólukkur vóru hendar har. Gud havi lov og prís, eisini her komu vit óskaddar yvirum. Tað mundi vera nærri midnátt, tá ið vit komu fram til Galta. Fleiri av áunum, sum vit máttu koyra yvir um, tá ið vit skuldu onkunstaðni, vóru í turkatíðini lítlar, ja, summar vóru nærum turrar. Men í regntíðini flóta tær yvir, tá ið vatnið kemur rennandi oman úr fjøllunum. Um nógvar áir er eingin brúgv. Vit hava sostatt ofta sitið í tímavís og bíðað til vatnið minkar aftur so mikið, at roynt verður at koyra yvirum. Tað er altíð spennandi, tá ið streymurin er so harður. Guds varðveitsla hevur fylgt okkum allan vegin. Ærað veri hansara navn. Heilsulæra í skúlunum Berhane, sum var sjúkrahjálpari á klinikkini í Galta, og eg vóru í skúlanum í býnum seinnapartin og høvdu heilsulæru fyri næming­ um i 7. og 8. flokki. Nógvir av næmingunum vóru vaksin fólk. Tey høvdu ikki høvi at ganga í skúla sum børn, tí eingin skúli var. Fleiri settu fram spurningar. Berhane kenni eg frá tí, hann var smádrongur í Konso. Hann er sonur til ein av prestunum har. Hann hevur ábyrgdina av klinikkini. Kona hansara Worge er eisini frá Konso. Tey eiga tvær smágentur. Berhane og eg vóru nakrar dagar seinni aftur í skúlanum við heilsulæru fyri 1­6. flokk. Har vóru fleiri hundrað næmingar. Barnakonukanningar Nú eri eg í Geresse. Kasech, bíbliukvinnan, orðið merkir kvinnu­ ligur evangelistur, og eg fóru ein av døgunum til Geila. Tað eru um tveir tímar at ganga. Fyrst fóru vit í skúlan at hava heilsulæru. Aftaná hildu vit fram undir einum træi, har ein hópur av fólki var samankomið. Síðan fingu vit loyvi at peika teimum á Jesus sum tann stóra læknan. Vit høvdu givið boð um, at konur, sum vóru við barn, skuldu koma til Geila hendan dagin, so vit kundu kanna tær. Nakrar og tjúgu vóru komnar. Tað er langur vegur hjá teimum at ganga til klinikkina í Galta. Tí er tað ein lætti at vit koma higar. Tað eru tey glað og takksom fyri. Tíverri doyggja nógvar konur her í landi­ num í barnsferð. Sostatt hevur hetta arbeiði stóran týdning. Her á missiónsstøðini var vikuliga kvinnumøtið henda dagin. Tær gjørdu hondarbeiði, sum síðan varð selt. Ágóðin fór til Guds ríkis arbeiði. Tær reinsaðu og spunnu bummull á hondsnældu, sum síðan varð vovið til teppi. Hanna talaði Guds orð til teirra henda dagin. Gud elskar ein glaðan gevara Tað er sunnudagur. Tað hevur regnað alla nátt, so eg helt ikki, at nógv fólk fór at koma í kirkju í dag. Men beint áðrenn kirkjutíð sleit í. Tað vardi ikki leingi, til kirkjan var fullsett. Sangkórið sang bæði undan og eftir taluna. Nú var vikuliga innsavningin til Guds ríkis arbeiði tikin upp. Summi góvu pening, onnur vørur sum sukurrør, smør og krukkur við súrari mjólk. Hetta varð selt beinanvegin. Til seinast kom ein kona inn eftir gólvinum leiðandi eina lítla geit. Geitin varð lyft upp á talarastólin, so øll kundu síggja hana. Har stóð hon so still og fitt og hugdi yvir kirkjufólkið. Hon var seld fyri hægsta boð, 24 etiopiskar birr, um 90 føroyskar krónur. Hetta er ikki stór upphædd í Føroyum, men tað er nógv her, har fólk eru veruliga fátæk. Annars er stórur hugur at geva til missiónina. Ein søga er um ein mann, sum vanliga gav missiónini í mun til tað, sum hann fekk fyri grøðina. Eitt ár kom ein minni upphædd enn frammanundan, tí tað sá ikki so væl út fyri grøðini. Men seinni kom ein upphædd afturat, tí grøðin hildnaðist betri enn væntað. Tamt hátíðarhald Eg eri nú í Geresse. Tann 12. september 1990 var 16 ára minningardagur fyri kollveltingina í 1974. Hesa ferð varð ikki so nógv gjørt burtur úr degnum, sum vanligt hevur verið í farnum árum. Býurin var skrýddur við fløggum. Fyrr hevur annað hvørt flagg verið reytt og etiopiskt. Hesa ferð veittraðu bert tey etiopisku. Einki sást til tey reyðu fløggini. Kollveltingin var nú eisini við at syngja sítt seinasta vers, og hetta sást eisini aftur á hátíðarhaldinum. Vegirnir vóru ofta vánaligir. Tað er ikki løgið um ofta verður punkterað Tað mest grundleggjandi heilsuarbeiðið var børn og barnakonur. Her verða børn máld og vigað Bummullin verður spunnin