mikudagur 22. oktober 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
24
nr. 203 • 22. okt. 2008
I eini skipan sum teirri
kommunistisku verður ein
ofta svikin av teimum, ein
hevur álit á. Hetta høvdu
vit nógv dømi um. Eitt av
teimum var Lemma
Lemma kom á sjúkrahúsið í
Yirgalem sum sjúklingur í 60-
unum. Hann fekk viðgerð og
gjørdist frískur.
Hann hevði nakað av skúla-
gongd. Tískil fekk hann skrivstovu-
arbeiði á sjúkrahúsinum. Hann
kom longur og longur upp í tign
og gjørdist starvsfólkaleiðari.
Hann hevði tey evni, at hann
dugdi væl at smikra. Hann rósti
øllum og helt við øllum uttan mun
til teirra sjónarmið.
Tá ið kommunistarnir komu
til ræði í Etopia, vónaði hann
at gerast limur í kommunista-
flokkinum. Hetta kundi vera eitt
springbretti at koma enn longur
fram í samfelagnum.
Tað var ein serligur heiður at
gerast limur í flokkinum. Sjónliga
merki fyri hesum var ein serligur
“heiðursuniformur”, sum gav eina
rættiliga tign í samfelagnum. Tað
vóru á sjúkrahúsinum nøkur, sum
høvdu slíkar uniformar. Lemma sá
fram til dagin, tá ið hann kundi
ganga runt í hesum klæðum.
Tað bar tó ikki til at lima seg
inn í ein kommunistiskan flokk.
Ein skuldi gera seg verdugan
at verða boðin uppí flokkin. Í
minsta lagi skuldi vísast rætt
kollveltingarligt sinnalag!
Starvið hjá Lemma á sjúkra-
húsinum gav honum eisini møgu-
leikan at gera seg verdugan til
slíkan limaskap.
Øll kristin vóru mett at vera
antikollveltingarlig. Tí dámdi
heldur ikki floksleiðsluni, at tað
var so nógv kristiligt virksemi á
sjúkrahúsinum, sum jú staturin
átti, men missiónin rak.
Við ymiskum slagi av ágangi
var tað eydnast at avmarka hetta
virksemi, men kortini var hildið
fram við kvøldmøtum og morgun-
andaktum, sjálvt um fá komu.
Lemma gjørdi seg
verdugan til limaskap
í flokkinum
Hetta var møguleikin hjá Lemma.
Hann fór á floksskrivstovuna og
greiddi frá hesum andaktum.
Hann hevði eisini við sær ein lista
yvir tey, sum luttóku á hesum
samkomum.
Hetta kom væl við hjá floks-
leiðsluni. Stutt eftir fingu starvs-
fólkini á sjúkrahúsinum boð um
at møta upp á floksskrivstovuni.
Floksleiðarin átalaði hetta virk-
semi. Hann duldi ikki fyri, at hann
visti eisini um fleiri teirra, sum
luttóku.
Men nú skuldi tað vera endi
á hesum. Tey fingu løn fyri at
hjálpa teimum sjúku og ikki fyri
trúboðaravirksemi! Hildu tey
fram við hesum, fór tað at fáa
avleiðingar! Eingin tordi at koma
aftur til hesar andaktir.
Hetta var tað, sum skuldi til
fyri at gera Lemma verdugan til
limaskap í flokkinum, og hann
fekk sín heiðursuniform!
Roynt var seinni at fáa hesi
kravboðini broytt aftur. Norski
læknin á sjúkrahúsinum Sigmund
Lende gjørdi av at fara at tosa
við hægri floksleiðsluna í økinum.
Tilvildarliga skuldi Lemma eisini
ørindi til somu leiðslu og helt,
at teir skuldu fylgjast. Hetta var
annars als ikki tilætlað, men vísti
seg kortini at vera til gagns.
Lende framførdi síni ørindi, og tá
gjørdist Lemma lotur, tí henda støð-
an var júst honum fyri at takka.
Men júst hesin floksleiðarin var
sera rímiligur. Hann helt, at sjálv-
sagt kundu tey halda andaktir,
um hetta ikki var í arbeiðstíð, og
teir annars ikki blandaðu seg uppí
politikk. Sloppið var.
So falskur var Lemma
Aftur vísti Lemma, hvussu falskur
hann var. Tá ið teir báðir vóru
komnir útum sigur hann: “Nú
gjørdist eg glaður”. Lemma var
sær sjálvum líkur og visti nokk
ikki, at Sigmund kendi alt til
hansara dupultspæl.
Sigmund fekk so høvi til at
áleggja Lemma at skriva eina
plakat um, at nú kundu hesi
møtir vera aftur. Ja, tað skuldi
hann gera. Hann hevði sjálvur
hoyrt boðini frá flokkinum! Tað
var eisini fult av fólki til komandi
andaktirnar.
Hjá Lemma kundi bert ganga
niður á bakka. Tá kommunisman
fall, fór hann eisini niður í tign.
Hansara heiðursuniformur varð
ikki nógv verdur eftir hetta. Hetta
kom hann eisini at merkja frá
sínum arbeiðsfeløgum. Hann fekk
eisini truppulleikar við tí váta
slagnum.
Seinni byrjaði hann kortini at
koma aftur til morgunandaktirnar.
Hann gjørdist sjúkur og doyði
stutt eftir.
Lemma var ein vælmeinandi
medarbeiðari, men hann var ein,
sum eisini valdi løtuvinning fram
um tað meira varandi.
Lemma gjørdist svíkjari fyri verðsligari virðing
Tað kann nógv ringt sigast
um eitt einaræði sum tað
etiopiska. Men her er ein
stuttlig søga um, at tað
kann eisini nytta fáast
burtur úr eini slíkari
skipan. Hesa frásøgn hevur
Sigmund Lende í bók síni
Dobbel Ild
Yirgalem hospitalið liggur 2-3
tríggjar kilometrar uttan fyri
býin. Tað liggur júst har, tí har
er nóg mikið av vatni. Vatnið
verður pumpað upp í ein stóran
tanga, og haðani verður tað
leitt til tær ymisku deildirnar á
sjúkrahúsinum.
Beint við er eisini eitt hotell,
sum fær vatn frá somu keldu.
Hospitalið hevði brúk fyri meira
av vatni og hevði tí eisini brúk
fyri størri pumpumegi, og til hetta
skuldi serlig útgerð knýtast at
anlegginum.
Men her fingu tey ein trupul-
leika, sum tey ikki høvdu roknað
við. Stjórin á hotellinum var
ræddur fyri, at hetta fór at taka
vatn frá hotellinum. Hann forðaði
fyri, at arbeiðið hjá hospitalinum
kundi verða gjørt við at reka
arbeiðsmenninar burtur.
Fólk frá sjúkrahúsinum royndu
at tosa hann til rættis. Víst varð
honum útrokningar, sum vístu,
at tað var nóg mikið av vatni til
allar partar. Men hetta var sum at
sletta vatn á gás. Hann var hvørki
til at høgga ella stinga í.
Trupulleikin var eisini tann, at
ein verkfrøðingur úr Noregi skuldi
koma og gera seinasta arbeiðið
við vatnverkið ein ávísan dag. Tað
vóru eisini norðmenn, sum høvdu
stuðlað verkætlanini.
Her mátti nakað gerast, og
hetta gjørdist ein “seretiopisk”
loysn. Sigmund Lende uppsøkti
tískil floksleiðaran í økinum, sum
hann kendi væl. Hesin hevði ofta
vitjað á sjúkrahúsinum. Hann
greiddi frá støðuni og gjørdi
kanska eitt sindur ov nógv av.
Hann segði, at hetta var við at
gerast eitt alment mál í Noregi
orsakað av norska stuðlinum.
Floksleiðarin smíltist fyri seg
sjálvan. Hann skilti væl trupulleik-
an, og hetta skuldi hann greiða
heilt skjótt.
Morgunin eftir kom ein politi-
bilur eftir hotellstjóranum, og hann
varð settur í geglið. Hetta fingu
tey boð um á sjúkrahúsinum, og
arbeiðið við vatninum kundi halda
á. Norski verkfrøðingurin kom og
gjørdi alt liðugt til tíðina.
Dagin eftir, at hann var farin
avstað aftur, varð stjórin á
hotellinum sleptur leysur. Hann
fekk ongantíð høvi til at klaga um
tørvin á vatni.
Hospitalið sendi síðan eina
tøkk til floksleiðaran!
Ómøguligur hotellstjóri settur fastur
Komandi partur
Nú fer at nærkast
endanum á tí
ræðustýrinum hjá
Mengistu Haile
Mariam. Hetta kemur
Elsa eisini at merkja.
Fleiri av systkjunum hjá Elsu hava verið á vitjan í Etiopia. Í 1999 var Jónhild
á vitjan saman við Elsu. Her sæst hon t.v. á eini matstovu á leiðini til Addis
Abeba. Næst Jónhild sita Jóhannes Olafsson og seinna kona hansara Kari,
sum er norsk. Uttast t.h. situr Felix Oafsson. Hann var fyrsti trúboðarin, sum
byrjaði virksemi í Konso árini 1953-58. Hann var eisini á vijan í Etiopia um
somu tíð. Felix og Johannes eru íslendingar.
Rætting: Trúboðaramyndin í seinasta parti var ikki frá 60'num men 70'unum
Soleiðis bar eisini til at koma um eina á á einum tunnuflaka