Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. oktober 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Sosialurin 22. oktober 2008 Sambært orku­felags­ skap­u­nu­m Dong Energy og Better Place ku­nnu­ vit rokna við at bilarnir í framtíðini fara at koyra inn á servicestøðir at skifta battarí ístaðin fyri at fylla olju­ ella bensin á tangan Elbilar verða í framtíðini eitt veru­ ligt alternativ til teir bilar, vit kenna í dag. Hetta kom fram í ein­ um fyrilestri í Norðurlandahúsi­ num mánakvøldið 6. oktober 2008, sum elfelagið SEV og Sp/f Baldursbrá hjá Johann Mortensen skipaðu fyri. Tað var Jane Peder­ sen, frá orkufelagsskapinum Dong Energy í Danmark, sum greiddi frá um alternativa orku og elbilar. Dong Energy arbeiðir saman við amerikanska felagnum Better Place um nógvar spennandi loysn­ ir við alternativari elmegi, sum t.d. sólorku og vindorku. Ein av framtíðarverkætlanunum gongur í stuttum út upp á at nýta orkuna frá vindmyllum. Vindmyllurnar koyra alt sam­ døgrið og um náttina er streym­ nýtslan munandi minni enn um dagin. Yvirskotið frá streymframleiðsl­ uni um náttina fer til løðing av accumulatorum, sum kunnu nýt­ ast til bilar soleiðis at elbilar í framtíðini kunnu koyra inn á servicestøðir at ”bunkra” við at skifta tann tóma akkumulatorin út við ein fult uppløddan. Better Place servicestøðir Better Place er ein amerikansk fyritøka, sum miðvíst arbeiðir fyri at minka um nýtsluna av olju kring allan heim. Hetta verður gjørt við at byrja við nýggjum alternativum infrastrukturi við t.d. elektriskum akførum. Tað var Shai Agassi (f.1968), sum stovnaði Better Place í 2007 við høvuðssæti í California í USA. Uttan fyri USA er Better Place í fyrstu atløgu byrjað við sínum verkætlanum í t.d. Ísrael og Dan­ mark, har elektrisitet verður gjørt við sólorku og vindmegi. Battarískiftistøðir til elbilar Better Place støðirnar vera heilautomatiskar. Bilførarin koyrir inn á støðina og steðgar við skiftiautomatina, sum sjálv skiftir battaríið. Hetta tekur minni enn tríggjar minuttir »No fuel pleace« stendur innan fyri í “bensindekslinum” Samstarvsætlanin millum Dong Energy og Better Place gongur m.a. út upp á at nýta orkuna frá vindmyllum til løðing av battaríum til elbilar. Her er ein Renault Laguna elbilur